Oddagrein· Sambandsflokkurin hevur ein trupulleika

Eftir avrættingina av Saddam Hussein er deyðarevsingin bráddliga vorðin eitt mál, sum hevur fingið altjóða áhuga. Um rættin hjá einum stati at taka lív. Hóast USA og Europa eru sameind í mongum og saman útgera tann sokallaða sivilieraða og upplýsta Vesturheimin, so eru eisini diamentralir mótsetningar millum hesar báðar heimspartar. Eitt av málunum, sum skilir teir, er deyðarevsingin. Og hesin skilnaður kemur av álvara til sjóndar, nú Bush hálovar avvrættingina, meðan ES og europeiskir stjórnarleiðarar fordøma hana. USA gongur inn fyri deyðarevsing. Europa er ímóti.

Tað er ikki so oftani, at slík prinsipiell mál megna at koma at dagskránna her heima. Deyðarevsing hevur so kortini víst seg at hava áhuga millum føroyskar politikarar. Jóannes Eidesgaard, løgmaður eins og tjóðveldistingmaðurin Tórbjørn Jacobsen hava greitt fordømt hesa avrætting, tí hon stríðir ímóti deyðarevsing sum heild. Um somu tíð hevur formaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannessen úttalað beint øvugt, at rættvísi er framt við hesi avrætting.

Tíverri tykist tað sum tørvandi upplýsing og vitan oftani er orsøk til, at eisini framstandandi politikarar mistaka seg. Vit loyva okkum at gita, at formaður Sambandsfloksins hevur verið ov skjótur við ”avtrekkjaranum”, tá hann nú um dagarnar fegnaðist um avrættingina av Saddam Hussein. Ì samrøðu við blaðið í dag dregur hann so nakað í land og ger greitt, at hann er ímóti deyðarevsing, men fastheldur, at rættvísi vann, nú Saddam Hussein varð hongdur. Hetta kann tykjast sum ella er eitt paradoks, ein mótsetningur, tí antin er tú fyri ella ímóti deyðastraffi.

Vit hava á hesum stað gjøgnum mong ár gjørt okkara støðu púra greiða í hesum máli og vilja bara staðfesta hana her. Einstatur eigur ongantíð at taka sínar egnu borgarar av døgum. Tað var tí eisini hugaligt, tá oddagreinskrivarin á Dimmalætting herfyri tók í egnan barm og viðgekk, at hann hevði mistikið seg, tá hann í oddagrein skrivaði, at tað besta hevði verið, at Saddam Hussein, tá hann varð tikin fagni, fekk kúluna alt fyri eitt. Tvs. at blaðið tók undir við, at maðurin skuldi ikki ein gang sleppa at verja seg í einum rættarmáli. Tað átalaðu vit og ta átaluna tók Amnesty eisini til sín og fanst at blaðnum. Úrslitið varð, at blaðstjórin viðgekk, at hann hevði verið ov skjótur við ”avtrekkjaranum”. Vit kunnu tí samanumtikið fegnast um, at almenna orðaskiftið í kjalarvørrinum á hesum hendingum nú eisini hevur fingið formannin í landsins størsta flokki at draga í land eins og blaðstjórin á Dimmu gjørdi tað. Eftir stendur so bara paradoksið hjá formanninum um at vera ímóti deyðarevsing um somu tíð, sum man heldur rættvísið sigraði við avrætting Saddam Husseins. Hevur landsins størsti flokkur ikki eitt problem við slíkum útmeldingum!

Sosialurin