Vit hava móttøku í studionum, sum vit fyri stuttum keyptu frá Pegasus. Tá ið vit fingu tann møguleikan, vóru vit ikki í iva um, at tað var rætt at keypa. Vit hava leingi verið sannførd um, at tað er rætt at seta meiri orku inn í norðara og eystara parti av landinum. Her verður hugsað um Klaksvík og Norðoyggjar, og her verður hugsað um Eysturoy, og í hesum førinum serliga eystara partin av oynni, men eisini Skálafjørðin.
Hetta økið hevur veldugar vakstrarmøguleikar og menningarmøguleikar. Síðani Norðoyatunnilin opnaði fyri skjótt hálvum øðrum ári síðani, eru fleiri ítøkiligar ætlanir um samstarv og samanlegging vornar til veruleika. Eitt nú á vinnuøkinum og á mentanarøkinum. Miðlahúsið vil fegið fylgja við í hesum økinum. Tað hava vit roynt at gera í Sosialinum, eitt nú við at hava skrivstovu í Klaksvík og við regluligum vitjanum í økinum. Nú vilja vit fegin spenna okkum meiri út.
Í Miðlahúsinum í Vágsbotni eru vit júst nú farin undir nýtt konsept. Blaðið og netið hava fingið útvarp afturat sær. Møguleikar eru fyri fleiri miðlum, møguleiki er fyri at senda alla staðni frá, og møguleiki er at senda alla tíðina.
Tað er í hesum sambandinum – við blaðnum, netinum og útvarpinum – at vit nú bjóða okkum fram í Norðoyggjum. Vit kenna hetta sum spennandi avbjóðing, og hóast vit í fyrstu atløgu leggja eitt sindur varliga fyri, so rokna vit við, at sendingar í og úr Norðoyggjum skjótt fara at gerast ein týdningarmikil partur í útvarapsskránni. hjá Rás2.
Í eini miðlafyritøku er fyrsta fyritreytin fyri, at tað skal ganga, at tú hevur fólk, sum er virkið og skúlað, og sum hevur hug og áræði at fáast við hetta slagið av arbeiði, og sum hevur fingurin á pulsinum í økinum, sum tað verður arbeitt í.
Fleiri av okkara fremstu journalistum hava havt og hava røtur í hesum økinum. Vit hava væl skúlað og roynt fólk her norðuri, og vit vóna, at tað fer at bera til at klekja nýggj journalistisk evni her á leið, nú nýggjar avbjóðingar standa fyri framman.
Vit bjóða øllum at vera væl komnum til móttøku í Klaksvík í dag, og vit síggja fram til góða samstarvið og stóru menningina, sum vit heilt víst vænta stendur fyri framman, nú Miðlahúsið er vorðið partur av Norðoyggjum, og Norðoyggjar eru vornar partur av Miðlahúsinum. Hetta er ein stórur dagur fyri okkum, og hetta er vónandi eisini ein stórur dagur fyri klaksvíkingar og norðoyingar.
Sosialurin










