Oddagrein· Politisk atsókn móti landsstýrismanni

Formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, hevur hvassiliga at landsstýrismanninum, Hans Paula Strøm, ið hevur ábyrgd av sjúkrahúsverkinum. Funnist verður at Hans Paula fyri ikki at hava ruddað upp á Landssjúkrahúsinum og álvarsamt spurnartekin verður sett við førleika landsstýrismansins at røkja sítt politiska starv.

Talan er um eitt óvanligt stig frá samgongufelaga. Víst er samgonguklandur einki óvanligt. Men hetta álop er út um tað vanliga í og við, at landsstýrismaðurin verður politiskt ábyrgdaður fyri støðu á einum almennum stovni, soleiðis, sum henda støða er lýst í Dimmalætting. Hetta merkir fyri tað fyrsta, at Jenis uttan víðari hevur góðtikið allar atfinningar hjá blaðnum og ta mynd blaðið gevur av Landssjúkrahúsinum. Hetta merkir í øðrum lagi, at hann ger politiska ábyrgd galdandi, nakað ið bert kann merkja, at Jenis vil hava landsstýrismannin frá.

 

Landsstýrismaðurin sjálvur svarar hvassliga aftur í her blaðnum í dag. Hann skírir skriving Dimmalættingar sum skaðiliga forfylging av okkara týdningarmesta heilsustovni – sum ein tvey ára skipað, áhaldandi og miðvís herferð móti Landssjúkrahúsinum. Hann leggur afturat, at hann tekur misálitið frá Jensi í størsta álvara og fer at viðgera hetta á røttum staði. Vit fara ikki her djúpari inn í málið um herferðina móti Landssjúkrahúsinum, hetta evnið viðgjørdu vit í gjár. Hinvegin loyva vit okkum at staðfesta, at tað er í tøkum tíma, at landsstýrismaðurin meldar út í hesum máli. Í øðrum lagi kann staðfestast, at samgongan hevur fingið enn ein álvarsaman samstarvstrupulleika. Hetta merkir so aftur, at fyrst og fremst løgmaður hevur fingið enn ein politiskan trupulleika av samgonguni at dragast við. Fyri hvørja ferð samgongulimur ber seg at sum í hesum føri Jenis, minkar áltið á sitandi samgongu millum manna. Her skal vaskast upp og niður, um ikki alt álit skal vera fokið áðrenn langt um líður. Lat okkum í hesum sambandi nevna, at tað er ikki landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum vit hava í huga her. Hann hevur gjørt eitt gott arbeiði undir truplum umstøðum, og tað má sigast at vera heldur enn ikki løgið, at formaður Miðfloksins nýtir høvið at stinga landsstýrismanninum skør, heldur enn jaliga at medvirka til at finna haldgóðar loysnir. Løgmaður kann ikki loyva sær at sita hendur í favn, meðan formaður í samgonguflokki máar støðið undan landsstýrismanni í uriasstarvi. Løgmaður eigur at hava í huga, at eftir politisku atsóknina móti landsstýrismanninum situr almenningurin enn einaferð eftir við myndini av eini samgongu í djúpum spliti. Her er talan um eitt so álvarsamt mál, at spurningurin er, um ikki løgmaður skal nýta hetta til Ólavsøku at umhugsa aðrar samgongumøguleikar. Hann eigur at hugsa um, at samfelagið, sum støðan er, illa tolir eina samgongu í áhaldandi klandri.

Sosialurin