Oddagrein· Miðlafyritøka í menning

Í dag eru 80 ár liðin, síðani Sosialurin fyrstu ferð sá dagsins ljós.

Nógvar og stórar broytingar eru farnar fram í føroyska blaðheiminum hesi mongu árini. Eftir meira ella minni at hava verið politiskt málgagn broyttist blaðið so við og við til eisini at gerast eitt blað við tíðindum og upplýsandi tilfari. Tað var tó ikki bara sum at siga tað at geva bløð út í Føroyum við undantaki av Dimmalætting, sum var blaðið hjá flest øllum føroyingum. Tíðirnar broyttust og bert teimum bløðum, sum tóku til sín broytingarnar og nýggju avbjóðingarnar, var lív lagað. Tíðin fór so við og við frá teimum politisku bløðunum, og her royndu skiftandi blaðstjórar seinnu helvt av 1900 talinum at gera Sosialin til meira eitt tíðindablað fyri allar føroyingar. Hetta var eingin løtt uppgáva, tá hugsað varð um, hvussu fast inngrógvin Dimman var sum ávísin hjá føroyingum. Men við góðum kreftum, eldhuga og einum stálvilja varð kappingin tikin upp, og í dag síggja vit so úrslitið. Tað eydnaðist at gera Sosialin til landsins størsta blað. Ein tann størsta broytingin hendi í fjør, tá gomlu eigararnir, Føroya Javnaðarflokkur seldi blaðið til starvsfólk og onnur áhugað.

 

Í dag telist fyritøkan millum fremstu miðlarnar í landinum, og frá upprunaliga bara at vera eitt blað hevur fyritøkan nú ment seg til at vera ein fjølmiðlafyritøka, sum virkar á fleiri pallum. Síðani flutt varð í Vágsbotn er virksemið so eisini víðkað til at fevna um mentanarlig og upplýsandi tiltøk í Miðlahúsinum.

 

Arbeitt verður framhaldandi við at menna fyritøkuna og verður føðingardagsárið merkt av hesum. Nýggjar tænastur fara at at síggja dagsins ljós sum frálíður. Og vit fara sjálvandi eisini at virka fyri at gera tað betri, sum er.

 

Starvsfólkini á blaðnum vilja við hesum takka øllum okkara viðskiftafólki fyri gott samstarv, og vit bjóða øllum Føroya fólki at gera brúk av okkara tænastum, sum vit vóna kunnu vera við til menna fólkaræðið og Føroyar. At vit eru flutt í Miðlahúsið og miðvíst brúka hetta heiti í okkara tiltøkum er eisini ein ábending um, at fyritøkan í størri og størri mun ynskir at fevna um fleiri miðlapallar. Dømi um hetta er sera virkni leikluturin á internetinum. Hetta árið fer so at avdúka, hvørjum øðrum pallum vit halda okkum til at virka á. Eitt stendur rimmarfast: frá at vera vorðin sera sjónlig í høvuðsstaðnum hava vit sum fremsta mál at styrkja tíðindaflutningin kring alt landið. Tað skal okkara útbygda rullandi miðlabilaredakatión tryggja.

 

Á 70 ára degnum høvdu vit ynski um at fáa fleiri skúlað tíðindafólk. Hetta er framvegis okkara ynski. Og vit heita á myndugleikarnar um at vera við til at skapa grundarlag undir tørvandi eftirútbúgving, soleiðis at eisini okkara fólk verða enn betri før fyri at útinna gott journalistiskt handverk og her m.a. at betra um málsligu førleikarnar og at menna krittiska og djúpduborandi journalistikkin.

 

Í sambandi við føðingardagin verður móttøka í Miðlahúsinum og Miðlagarðinum í Vágsbotni fríggjadagin millum klokkn 15 og 18. Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Sosialurin