Sosialurin finst ikki at einari ungari vágskonu, men at landstýriskvinnuni í Mentamálum. Aldurin og geografiskur uppruni er irrelevantur í hesum sambandi, men tað at skriva almenn brøv á heimateldu uttan dato, journalnummari ella brævhøvdi í so álvarsligum máli er ikki irrelevant í hesum málinum, har man hevur við fólk at gera. Ávis minimumskrøv eiga at kunna verða sett fólki, ið sita í landsins hægstu sessum.
Tað er stak óheppið at roynt verður at personificera mál og at komið verður við insinueringum, ið eiga at verða afturvístar uppá tað kraftigasta. Og hervið verða tað.
Sosialurin leggur dent á í sínari journalistiskari viðgerð at lýsa mál frá øllum síðum, soleiðis, sum eisini hevur verið gjørt í hesum máli. Tá fólk eru endurgivin fyri at siga, at setanin av landsantikvarinum er politisk, so merkir tað, at onnur atlit enn tey fakligu hava verið tikin. Tað er tað, málið snýr seg um.
Vit er eisini glað fyri at kunna verða við til at fremja almenna kjakið við at prenta lesarabrøv frá øllum fólkum, uttan undantak, ið hava eina meining um málið, men oddagreinin er blaðsins meinning, og hana stendur blaðstjórnin fyri. At oddagreinir ikki hava persónsnavn undir er vanligt. Tað øvuga er undantakið um allan heim. Sosialurin, Dimmalætting og nú eisini Fregnir hava ikki navn undir oddagreinunum, og kenna vit eisini hetta frá flest øllum útlendskum dagbløðum, eitt nú teimum stóru donsku dagbløðunum. Hetta merkir ikki, at hetta er eitt dulnevnt lesarabræv, tí blaðstjórin stendur fyri oddagreinini, ið ikki skal uppfatast sum journalistiskt tilfar. Har er ein greið meining, ið ábyrgdarblaðstjórin stendur fyri.
Øll eiga at gera sær greitt, at blaðsins meining er avbyrgd frá journalistiska tilfarinum í blaðnum, í mun til eitt nú Fregnir, har man í seinastuni hevur sæð greinar um kanningarstjórafrágreiðingina hjá T D Hentze og eina analysu av Óla Breckmann, ið eingin stóð fyri.
Tað er løgið, sum ávís fólk hava ein óhepnan tendens til at gera mál, ið reelt sæð snúgva seg um mannagongdir og fakliga vurdering, til persónsmál. Føroya land er so lítið, at tað er altavgerandi, at vit hava fólk í landsins hægstu sessum, ið duga at vurdera fagligt, uttan atlit til politiskan lit, familjutilknýti, atrúnað o.s.fr. Tá fólk í politiska umhvørvinum koma við illgitingum, ið lýsa eina heldur ósunna persónsfiksering, og royna at snara málið um landsantikvarin burtur frá kjarnuni, so styrkir hetta bara meira um illgrunan um motivini aftanfyri avgerðirnar í málinum um landsantikvarin.
Sosialurin vil í sínum oddagreinum til eina og hvørja tíð hava eina meining um samfelagsviðurskifti. Tað er eingin uttanfyristandandi, sum sleppur at siga okkum, hvat vit skulu meina. Hetta kann tykjast otrúligt í umhvørvum, har onnur skriva lesarabrøv fyri fólk í koordineraðum kampanjum, men til tað er bara at siga, at tíbetur stórtrívist sjálvstøðug tankagongd enn í Føroyum.
Sosialurin









