Triton, og pláss er ikki at hava eina tyrlu standandi umborð. Tó er pláss hjá eini Lynx-tyrlu, sum vanliga verður brúkt í Føroyum, at lenda umborð og nýta skipið sum platform fyri at leita víðari enn annars [...] orsøk at tað er navnframi hálvgrønlendski og hálvdanski pólgranskarin Knud Rasmussen, ið leggur navn til henda nýggjasta klassan av skipum hjá donsku sjóverjuni. Hetta skip er nevniliga bygt til at verja [...] í Norðuratlantshavi, og serliga til at loysa hópin av uppgávum kring Grønland. Farna mikudag bjóðaði Færøernes Kommando fjølmiðlunum umborð á hetta nýmótans far, at síggja og royna skipið, ið fram til
tryggingarfelagið Trygd at hava eitt avkast á 11,5 milliónir fyri skatt. Eftir skatt er talan um 9,4 milliónir krónur. Hetta positiva úrslit hevur við sær, at leiðslan hevur avgjørt at lata Føroya Banka, sum [...] upp á at tryggja bilar og hús. Fyrr hevur felagið roynt seg innan skipatryggingar, men hesum hevur tað slept, og hetta merkir eisini færri inntøkur. Tí setur fyritøkan sum vón, at hon megnar at flyta fleiri [...] úrslitið varð tó um at fara tíðliga í fjør, tí sera nógvir skaðar raktu fyritøkuna, men seinni parturin av árinum hilnaðist nógv betri. Lítlibeiggi tryggur Tað er ongin ivi um, at Trygd er lítla trygg
følskum smíli. At vit eiga at vita, hvat fer fram í okkara økjum og soleiðis eisini loftøki er sjálvsagt. Hoydal umtalar ólógligan flutning í “okkara luftøki “ í degi og viku og ætlar at steðga hernaða [...] tað er burturvið at hugsa annað. Flestu fýggindar vesturheimsins vita, at ein endalangur dialogur hjá okkum er alfa og omega, teir vita hvat teir gera. Hann hevur nú i nógv ár tosað um at eiga og tilogna [...] samstundis profilerandi. Hvør hevur fingið pengar fyri at umsita okkara luftøkið? Og hvussu stóran týdning hevur tjóðveldið í hesum høpi? Nei hann átti heldur at latið ein ovurhond stóran flogvøll byggja í Føroyum
er tað ein íløga. Vit hava ikki ráð at granska og menna. Umheimurin hevur ikki ráð at lata vera. Vit hava ikki ráð at taka rogn og livur. Umheimurin hevur ikki ráð at blaka ráevnini burtur. Upplýsingartíðin [...] toskastovnarnar ger, at sveiggini í stovnsstøddunum gerast rættuliga ógvuslig. Fyrilitarleysa veiðan higartil ger, at eitt nú Landgrunnstovnurin hevur nógv stórri sannlíkindi fyri at minka niður á hættisliga [...] 2/2006). Úrslitið av hesum kanningum vístu, at veiðutrýstið eftir upsa og toski hevur verið 2 ferðir og 3 ferðir so høgt sum tað veiðutrýst, ið kann væntast at geva størstu lívfrøðiligu og fíggjarligu úrtøkuna
varð framt í útlendingapolitikki-num. At okkara vinstravenda Kringvarp Føroya ongantíð ynskti at seta seg inn í útlendingaproblematikkin, tykist samfelagið at kunna liva við, men vinnulívinum kann [...] einki hoyrdist áðrenn eg kom í landsstýrissessin og orsøkirnar til, at so mong mál endaðu sum álvarsom rættarmál og tað kann undra, at ikki fleiri mál endaðu í rættinum. Fleiri av mínum fyrstu fundum [...] ikki ynskti at vita, hvussu útlendingamál- og -politikkur hingu saman, eisini gjørdu ávísir aðrir fjølmiðlar seg skyldugar. Ovasti rættarmyndugleikin – danski fútin – segði, at fingu vit ikki
professionella fregnartænastu, at sjálvt CIA hyggur at sínum allieraðu við miklari øvund. Men ísraelskir politikarar eru dugnaligir til at mana fram holocaust við dag og dagliga at rópa um “hin seinasta tíman” [...] ta tvístøðu, sum eyðkennir statin Ísrael nú seksti ár eftir, at heimsins mest umstríddi nationalstatur varð settur á stovn. Andsøgnin er, at samstundis sum Ísrael anno 2008 er eitt regionalt hernaðarligt [...] oyðing Ísraels – tí sokallaðu “eksistentiellu hóttanini”, sum ísraelskir politikarar plaga at taka til. - Stríðið fyri at yvirliva í einum fíggindasinnaðum heimi er framvegis trygdarpolitiska doktrin nummar
r og sera spennandi var at síggja rynkusteinarnar í Oyndarfirði, vassa í Sandá á Selatrað og at spæla í mølini í Elduvík. Onkuntíð, tá vit fóru túr, vóru vit so nógv í tali, at onkur okkara mátti sita [...] Ofta sníktu vit okkum niður av loftinum at lurta. Spennandi, og ikki sjáldan óhugnaligir tilburðir. Trupult var tá at sovna, og tað hendi meira enn eina ferð, at onkur endaði í songini hjá foreldrunum. [...] húsini. Kanska høvdu tey eina ætlan um at flyta suður aftur á ellisárum, men tá bæði Tordis og Heini settu búgv í Fuglafirði og Johan á Kambsdali, so var ikki løgi, at tey bygdu sær hús í bygdini og seldu
oman á kostnaðin. Tað er sera dýrt at framleiða brúsandi vín í Champagne-økinum í Fraklandi. Soleiðis er tað! Eg tori tó eisini at siga, at tað er ein sannroynd, at einki annað brúsandi vín í heiminum [...] er synd og kú-býtt at lata eina dýra franska sjampanju upp klokkan tólv at heiðra ársskiftið. At standa í fúrverkskrútroyki, proppmettur og kanska við kenning eru ikki bestu karmar at njóta eina fína sjampanju [...] fyrst og fremst sjógæti. Og eg vil mæla fólki til at finna fram besta føroyska fiskin og bestu føroysku skeljadjórini at eta afturvið. Gevið gætur at víngløsini til brúsandi vín eru serlig (sí forsíða)
tykjast meistararnir eisini vera í ferð við at finna aftur á røttu slóðina. Enn kunnu forðingar tó vera á vegnum, og lítil ivi er um, at H71 stendur til reiðar at lofta, um møguleikin er har. Hóast seinasti [...] stigatalvuni brustu saman sunnudagin. Við einum VÍF-liði, sum ikki tykist hava hug at slaka, tykist tað vera upp til Neistan og H71 at gera av, hvør skal hava seinna finaluplássið, og kanska avgerandi tvídysturin [...] teimum heilt stóru skreytunum, og í álopsspælinum riggaði væl at spæla skjótt og tunt. Bæði so skjúttarnir sluppu framat á bakkunum, og soleiðis at ein stórspælandi Jugoslav Djumic fekk framúr arbeiðstreytir
leggur afturat, at í gerandisdegnum hugsa vit nokk ikki so nógv um, hvussu stóran týdning tað hevur at lýsa, granska og varðveita fornfrøðilig tekin og spor – spor, ið kunnu vera við at lýsa, hvørji vit [...] savnað so mikið av tilfari, at tað kundi koma út í bók, sum onnur kunnu fáa gleði av, segði Rolf Guttesen og legði skemtandi afturat - Fyri meg verður tað eisini ein lætti at kunna ganga upprættur og hyggja [...] leggur afturat, at meðan mong av merkjunum siga týðandi søgur um okkara politisku fortíð, stava eisini fleiri mest sannlíkt frá sjómonnum og lossingarmonnum, sum hava stytt sær stundir við at skava niður í