Alt ímeðan vit vinda merkið húnar hátt, og hesir í hesum róma sníkja seg inn í okkara hugaheim við verbalum pedagogiskum vendingum um frælsið, eitt frælsið sum einamest umfatar at kanna og nokta og gyrða seg inni, og sum verður umrøtt tá aðrar tjóðir og ella persónar nevna Føroyar.
Tað eru ógvusligir pengar brúktir fyrr, og tit eru longu byrjaðir aftur, men hesaferð verður tað neyvan so lætt. Tjóðarfrælsið er ikki fremst í tykkara politisku verð, hóast tit royna at vísa tað, tað hava vit sæð í áralangum sjónleiki, har veljarin í dýrum dómi skal ogna sær atgongumerkið til nakað, sum ongantíð verður annað enn ein sokallað “premiera“ ella frumframførsla. Tveitið teoriirnar og nærkist nú verunleikanum, ikki halda okkum fyri gjøldur meir. Tá tit nú einaferð finna tað fyri gott og í skundi fáa ein fyrispurning, svarið við størri tygn, og ikki við einum følskum smíli.
At vit eiga at vita, hvat fer fram í okkara økjum og soleiðis eisini loftøki er sjálvsagt. Hoydal umtalar ólógligan flutning í “okkara luftøki “ í degi og viku og ætlar at steðga hernaðarflutningi í sama loftøki, her kemur tað aftur tað noktandi og samstundis profilerandi. Hvør hevur fingið pengar fyri at umsita okkara luftøkið? Og hvussu stóran týdning hevur tjóðveldið í hesum høpi?
Nei hann átti heldur at latið ein ovurhond stóran flogvøll byggja í Føroyum við amerikanska dollaranum, nú teir eru farnir úr íslandi. Hesin guruin hjá tjóðveldisdroymarum og føroyskum navlarithøvundum, er nú rættiliga illa fyri, og dollarin er ein av grundunum til støðu íslendinga. Ikki bara virðisbrøv og lán i fremmandum gjaldoyra. So sum Euro.
Hetta átti hann at umhugsað, áðrenn hann sigur ov nógv og heldur upplyst føroysku tjóðina um mannin sum torir nevniliga Horowitch ella Blair.
Tað er ikki langt síðani, at hann svaraði einum tráspyrjandi donskum miðlamanni um viðurskifti í Miðeystri. Svarið varð soljóðandi:
”at meðan vit (amerikumenn) berjast fyri rættindum, orkukeldum og trúarfrælsi og ímóti terrorismu, syngja tit protestsangir og demonstrera, men tá vit fara úr miðeystri, er alt Europa í størri vanda, enn tit kunnu hugsa tykkum, tá liggja tit allir við reyvini í ein vissan kumpass-rætning innan tit fáa snarað tykkum á. Hevur hann ikki rætt?
Hvat sigur tjóðveldishetjan tá. Enn liggur hann bert á knæ í fólkatinginum.
Ivist ikki í, at hann er vælmeinandi, men tað er ikki nokk, nú má teoriin dvína eina stund.
Hvat segði Blair fyri fáum døgum síðani, uttan aldarlanga bardagan sum umfatar vápn verður einki vunnið av okkum í vesturheiminum, tað er burturvið at hugsa annað. Flestu fýggindar vesturheimsins vita, at ein endalangur dialogur hjá okkum er alfa og omega, teir vita hvat teir gera.
Hann hevur nú i nógv ár tosað um at eiga og tilogna sær nakað sum eru sjálvsøgd rættindi hjá tjóðini Føroyar, og sum eg ikki ivist í verður veruleiki, tá danska tjóðin hevur fingið nokk av hálvum sannindum og grenji og sigur ”kom til bordet og í fár det i ønsker men betal ved kasse et“.
Hetta minnir meg ikki sørt um SEV kampagnu sum er í hesum døgum, har ein løntur fer út at siga føroyingum um, hvussu teir spara el. Tað er helst rætt, um tað er 3%, men sparir tú meir enn 30%, so skalt tú síggja hvussu skjótt kilowatt tímin kemur at kosta meir enn hann ger í dag.
Langt síðani skrivaði eg hesar linjur , og tær eru enn aktuellar:
AKADEM.. POLIT. KO. MED HORN.
Roynast her mær kenslur bundnar
Í fríðum landi valda villir hundar,
Tíðin ber sár eftir skrivandi mentan
Meta seg sjálvar so sera hentar.
Oyðsla burt álit frá spyrjandi tjóð
Hvaðani fáa vit ráðini góð.
Kosnir menn fylgja bundnari rás,
Uttan at vita tað læstir í lás.
Hollar royndir fyri teoriini dvína,
Meðan teir sær sjálvum samsýna.
Innilæst liggur framkomin vitan,
Draga til sín tann feitasta bitan.
Kjaftast frítt í øllum miðlum
Ressast ei úr dunnuhyljum.
Kámast burtur fullveldisleið,
Nú hundadagakongur niðarliga reið.
Um tilfeingið, olju og blandan fisk
Heilsuskipan og nýggjan hard diskl
Søgulig brygdi og oljudans,
Hvør yndkir við skútuni nýggjan tjans.
Bless