Toskurin
Í 2006 varð ein løtt útgáva av greiningum av veiðutrýstinum á føroyskar fiskastovnar almannakunngjørd í tíðarritinum Frøði (Regin Reinert, Frøði 2/2006). Úrslitið av hesum kanningum vístu, at veiðutrýstið eftir upsa og toski hevur verið 2 ferðir og 3 ferðir so høgt sum tað veiðutrýst, ið kann væntast at geva størstu lívfrøðiligu og fíggjarligu úrtøkuna. Høvundurin nýtir rættuliga sterkar orðingar og vísir á, at veiðutrýstið eftir toski seinastu árini hevur verið burtur úr vón og viti. Í dag er ein stórur partur (70 – 80) % av veiðuni smáfiskur (aldur < 2,5 ár, longd < 45 cm) og millumfiskur (3 ár < aldur < 5 ár, 45 cm < longd < 70 cm). Restin (20-30) % er toskur (6 ár < aldur < 20 ár, longd > 70 cm).
Høga veiðutrýstið á staðbundnu toskastovnarnar ger, at sveiggini í stovnsstøddunum gerast rættuliga ógvuslig. Fyrilitarleysa veiðan higartil ger, at eitt nú Landgrunnstovnurin hevur nógv stórri sannlíkindi fyri at minka niður á hættisliga váðamarkið fyri gýtingarstovnin, sum liggur umleið 5000- 6000 tons. Avleiðingin kann verða óbótaligur vistfrøðiligur, sosialur og fíggjarligur skaði. Hevði veiðutrýstið harafturímóti verið tað tilrádda frá Fiskirannsóknarstovuni (FRS) og ICES, so høvdu sannlíkindini verið smá fyri, at stovnurin hevði minkað langt niður um lívfrøðiliga skilagóða FRS-ICES-markið, ið er umleið 20.000 tons. Miðalvektin av toski hevði vaksið. Stovnurin, veiðan og fíggjaravkastið hevði verið tryggari og støðugari. Mongdin av livur, rogni og innvølum hevði eisini verið væl stórri.
Hagfrøðiligar greiningar
Hagfrøðiligar og lívfrøðiligar greiningar av fylgjunum av hesum alt ov høga veiðutrýstinum hava greitt víst, at var veiðutrýstið optimalt, so kundu í meðal umleið 5000 tons/ár verði landaði meira av toski øll tey seinastu 20 árini. Tað merkir, at við einum toskaprísi ájøvnum 20 kr/kg, so kundi føroyska tjóðin vunnið 100 milliónir Dkr meiri um árið, høvdu vit fylgt ráðunum frá sakkunnleikanum á Fiskirannsóknarstovuni og ICES. Seinasta 20-ára skeiðið hava vit altso mist umleið 2 milliardir Dkr. Ein upphædd, ið hevði kunnað fíggjað bæði Tangafjarðar-tunnilin og Skopunarfjarðar-tunnilin. Hetta stóra tapið stavar einans frá skilaleysa toskafiskiskapinum. Aðrir stovnar eru eisini trároyndir.
Upsin
Veiðutrýstið eftir upsa hevur verið og er framvegis alt ov høgt. Í dag er veiðan 100% stórseiður og 0% upsi. Í áttati-árunum vigaði ein vanligur upsi (2 - 3) kg. Í dag, 20-30 ár seinni, vigar stórseiðurin (1-2) kg. Varð veiðutrýstið skert, so sum mælt til av FRS, so høvdu vit fingið stórri og betri fisk og veiðan hevði verið virðismiklari. Livra- og rognanøgdin hevði eisini verið væl stórri.
Miðaldarhugburður valdar
Men vit, Føroya fólk umboðað av Løgtinginum og Landsstýrinum, hava higartil valt at venda blinda eyga og deyva oyra til sakkunnleikan. Litið verður ikki á rannsóknarúrslit. Einki álit er á vísindum. Vit og skil verður ikki nýtt. Vinnulívið er vanstýrt. Fæ til gransking og menning verður mett sum útreiðslur í Føroyum, alla aðrastaðni er tað ein íløga. Vit hava ikki ráð at granska og menna. Umheimurin hevur ikki ráð at lata vera. Vit hava ikki ráð at taka rogn og livur. Umheimurin hevur ikki ráð at blaka ráevnini burtur. Upplýsingartíðin er útihýst. Partur av grundleggjandi hugburðinum her á landi er framvegis miðaldarligur.
Marina Skaparverkið hótt
Harðrendi og eirindarleysi ágangurin móti fæframleiðandi tilfeingi alra okkara kann í ringasta føri avlaga vistskipanir og íleguligt lívfrøðiligt margfeldi (genetiskan biodiversitet) í so stóran mun, at framdi skaðin á marinu økoskipanirnar verður óbótaligur. Niðurfiskaði Canadiski toskastovnurin er eitt ræðandi dømi; hesin er ikki komin fyri seg enn, hóast fullkomið varandi veiðubann varð sett í gildi 1992.Torført er at ána nakran munagóðan djúptøknan tøknifrøðiligan, lívfrøðiligan og vistfrøðiligan vísdóm í higartil førda fiskivinnupolitikkinum. Høvuðsvinnugreinin, vit sita á, verður spakuliga og miðvíst avsagað. Innantóma og irrationella materialisman tykist at vera farin í sjálvspinn. Sjálvsøkni, úrnýtsla og ótamd egoisma vísa enn einaferð hógvar, horn og hala. Vit og skil eru úrkøkt. Moralur, etikkur og náttúran eru lágt raðfest. Móti hesum lívstýnandi hugburði og siðafrøðiliga forfalli eru kioskupplatingartíðir sunnumorgnar í Havn, homosexualitetur og grein 266B týdningarleys viðurskifti. Men hygnu andaligu slóðararnir syvja. Aðrir tosa í svøvni. Moralskt myrkur valdar. Einki lýsi er á lampuni. Hugburðsbroyting er bráðneyðug. Ein kvirtil av konduite, ein færri av fyriliti, eitt vet av virðing og spekt yvir fyri marina Skaparverkinum hevði verið almannagagnligt og ynskiligt.