Graffiti frá fortíðini

Millum søgupolitisku sporini úti á Tinganesi eru mong eisini eftir sjómonnum og lossingarmonnnum, sum hava stytt sær stundir við at skava graffiti niður í helluna, metir Rolf Guttesen, geografur, sum júst hevur givið út bókina Spor í Tinganesi



Tey flestu munnu kenna sonevnda Sólurið, ið er rist niður í helluna úti á Tinganesi. At Sólurið í veruleikanum er ein kumpass er ein søga fyri seg - og bara ein av søgunum um tey fleiri enn 100 merkini úti á Tinganesi, sum geografurin Rolf Guttesen greinar og tulkar í nýggju bókini Spor í Tinganesi.

Á samkomu í Skansapakkhúsinum í gjár greiddi Rolf Guttsen frá arbeiðinum við bókini, sum so smátt byrjaði fyri 15 árum síðani.

- Hesi árini havi eg gingið ella rættari kropið harúti á hellunum og kannað og filosoferað og tikið fleiri enn 1000 myndir av ymsu merkjunum. Nú helt eg meg hava savnað so mikið av tilfari, at tað kundi koma út í bók, sum onnur kunnu fáa gleði av, segði Rolf Guttesen og legði skemtandi afturat

- Fyri meg verður tað eisini ein lætti at kunna ganga upprættur og hyggja upp, næstu ferð eg fari ein túr út á Tinganes.


Livandi dramatikkur

Arbeiðið við mongu merkjunum hevur tikið Rolf Guttesen gjøgnum fleiri broytilig stig í síni uppfatan av, hvat ið var at síggja.

- Summatíðir bleiv eg kanska dekan og spekulativur, tá hvør riva og skøva kundi blíva til hvat sum helst. Aðrar tíðir superkritiskur, tá næstan alt bleiv kasserað sum frí fantasi og heilaspuni, sigur hann.

Rolf Guttesen leggur afturat, at meðan mong av merkjunum siga týðandi søgur um okkara politisku fortíð, stava eisini fleiri mest sannlíkt frá sjómonnum og lossingarmonnum, sum hava stytt sær stundir við at skava niður í helluna.

Hetta ger tó ikki bókina minni dramatiska, heldur Andras Mortensen á forlagnum Fróðskapur, sum gevur Spor í Tinganesi út.

- Slík graffiti siga ikki minni áhugaverdar og livandi søgur um kærleikslív, dreymar og visjónir hjá ungum havnamonnum fyrr í tíðini, sigur Andras Mortensen, sum fegnast um bókina, ið eftir hansara tykki er eitt dygdarverk í allar mátar.


Felags minni og fortíð

Eisini løgmaður Kaj Leo Johannesen heldur Spor í Tinganesi vera ein fong hjá føroyingum - ikki minst í mátanum, bókin nemir bæði við okkara felags minni og fortið.

- Eins og flest onnur, havi eg eisini sum smádrongur verið út á Nesinum og hugt at gandakenda Sólurinum. Men líka so hugtakandi ævintýrkenda urið var tá, líka so hugtakandi er neyva vitanin, sum Rolf Guttesen nú letur okkum fáa lut í eftir at hava vent og kannað hvønn stein úti á Tinganesi.

Løgmaður leggur afturat, at í gerandisdegnum hugsa vit nokk ikki so nógv um, hvussu stóran týdning tað hevur at lýsa, granska og varðveita fornfrøðilig tekin og spor – spor, ið kunnu vera við at lýsa, hvørji vit eru og úr hvørjum uppruna – spor, ið lýsa ein týðandi part av okkara samleika.

Kaj Leo Johannesen ivast heldur ikki í, at bókin verður eitt týðandi íkast til verkætlanina, har arbeitt verður við at fáa Tinganes á eitt støði, har bæði fyrisiting, ferðavinna og fornminni, sum mynda okkara søgu og tjóðarsamleika, koma til sín rætt.





FAKTA

Spor í Tinganesi


Við bókini Spor í Tinganesi verður ein gongutúrur á hellunum har ein upplýsandi ferð aftur í tíðina fram við sjónligum sporum og merkjum, sum øll eru gjørd av menniskjum í onkrari merking.

Sjálvur lýsir høvundurin og geografurin, Rolf Guttesen, innihaldið í bókini soleiðis: 


"Um búmerkir, kumpassir, sólur, monogrammir, kongakrónur, skjøldrar, krossar, árstøl, bókstavir, høggmerkir, slitmerkir, graffiti og annað meira og minni sjónligt, og nakað um tað, sum ikki er ... í hellunum í Tinganesi, men eisini á Skinnaraskeri, á Reyni, í Krókabrekku, Amtmansbrekku og í Sandagerði" 


Í bókini greinar Rolf Guttesen hesi merki nærri við myndum og tilhoyrandi teksti. Bókin er skipað soleiðis, at fyrst er ein yvirlitsmynd, sum vísir allan lokalitetin; síðan ein mynd av steininum; og so ein nærmynd av merkinum. Soleiðis skuldi tað verið møguligt hjá øllum við bókini í hondini at funnið øll sjónlig merkir, sum eru meira enn 100 í tali. 


Rolf Guttesen er føddur í 1943 og uppvaksin í Havn. Hann las geografi og nátúrsøgu við Københavns Universitet og skrivaði speciali í kulturgeografi um fólkaflytingar í Føroyum. Frá 1971 til 2005 arbeiddi hann sum granskari og undirvísari á geografisk institut í Keypmannahavn.

Seinnu árini hevur hann arbeitt við søguligari geografi og kannað, hvussu gomul skjøl sum tíggjundalistar og sýslumansfrágreiðingar, kunnu brúkast til at rekonstruera veðurlagið og til at meta um fólkatalið fyrr


Tað er forlagið Fróðskapur sum gevur út bókina Spor í Tinganesi í samstarvi við Løgmansskrivstovuna.