Jógvan við Keldu
løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í útlendingamálum
Óli á Deild Olsen, ábyrgdarblaðstjóri í Vinnuvitan vísir í oddagrein 11. oktober vinnuliga, vanvirðisliga ábyrgdarkenslu av lógarheimildum og lógloysi.
Antin er hann óvitandi, meiri óvitandi enn blaðstjóri á vinnuligum málgagni kann loyva sær, ella tekur hann undir við tí lógloysi, sum varð framt í útlendingapolitikki-num. At okkara vinstravenda Kringvarp Føroya ongantíð ynskti at seta seg inn í útlendingaproblematikkin, tykist samfelagið at kunna liva við, men vinnulívinum kann henda líkasæla gerast dýr.
Hann sigur m.a. soleiðis í hesi heldur ófrættakendu oddagreinini: “Áðrenn Fólkaflokkurin við Jógvani við Keldu slapp framat útlendingamálum, var eingin, sum tosaði um trupulleikar við arbeiðs- og uppihaldsloyvum til útlendingar. Hetta tyktist vera eitt avgreiðslumál...”
Eg skal í fyrstu syftu bert halda meg til hetta brotið í oddagreinini.
Framd lógarbrot
Skal fyribils heilt stutt greiða frá, hví einki hoyrdist áðrenn eg kom í landsstýrissessin og orsøkirnar til, at so mong mál endaðu sum álvarsom rættarmál og tað kann undra, at ikki fleiri mál endaðu í rættinum.
Fleiri av mínum fyrstu fundum í Innlendismálaráðnum vóru í samband við illa- og ólgógliga avgreidd útlendinga mál, sum høvdu gingið fyri seg í longri tíð. Ein nýsamrádd ítróttaravtala, sum ikki kundi viðgerast eftir, skeivar undirskriftir, og vinnufyritøkur sum ikki yvirhildu lógir og reglar, sum sendu fólk út í vanlagnur.
Í hesum sambandi var trýst lagt á meg bæði frá politiskari síðu og við alemnna kringvarpinum, sum bæði var innhabilur og ikki ynskti at vita, hvussu útlendingamál- og -politikkur hingu saman, eisini gjørdu ávísir aðrir fjølmiðlar seg skyldugar.
Ovasti rættarmyndugleikin – danski fútin – segði, at fingu vit ikki skil á hesum, “kasti eg málini frá mær”. So ísurin var tunnur, umframt at í øðrum høpi var siglt tungan sjógv.
Gav ongantíð eftir
Í teirri tíð – tað vardi nevniliga eina tíð - tá løgmaður, Fólkaflokkurin, Sambands-flokkurin og Javnaðarflokkurin vóru samdir um at senda meg heim, tí teir ikki kláraðu trýstið, og eg sjálvandi ikki góðvilliga vildi fara, var eg glaður fyri, at eg ongantíð gav eftir fyri primitiva samfelda trýstinum og komið okkum longur út í lógloysi.
Heldur enn at geva embætisfólkunum í Innlendismálaráðnum frið og ta tíð, sum skuldi til, fyri at fáa skil á hesum hurlivasa og lógloysi, varð trýst lagt á meg bæði frá mínum egnu, andstøðuni, og ikki minst við okkara almenna kringvarpi sum vápni.
Sjálvandi skulu vit
hava útlendingar
Lat meg í hesum umfari gera greitt, at sjálvandi skulu vit hava útlendingar til Føroya at arbeiða, bæði ófaklærd og ikki minst fólk við hægri útbúgving og dyggum royndum, men tað skal vera eftir okkara leisti og ikki eftir trýsti frá onkrum hissini!
Neyðugt var í øllum førum fyrst at fáa skil á tí óhugnaliga skila- og lógloysi ið hevði verið, áðrenn eg kom í landsstýrið. Hóskandi kundi Vinnuvitan spurt, hvussu upptøkan hevði verið ídag, um hetta slapp at halda fram.
Nei, oddagreinin hjá Óla á Deild Olsen, er greitt prógv um, tað sum føroyingar ofta gera seg skyuldugar í, at leypa um tungu tøkini og stravna arbeiði og halda seg bara kunna droyma seg til eina loysn, sum í síðsta enda ikki er nøkur loysn.
Møguliga vendi eg aftur og viðgeri víðari ikki sørt simplu oddagreinina hjá Óla á Deild Olsen, ábyrgdarblaðstjóra í Vinnuvitan um, sum so grunt viðger eitt so álvarsamt mál, helst móti betri vitan.