Føroya, væntaði hann ikki, at tað fór at blíva ein langur steðgur. Maðurin, sum meginpartin av lívinum hevði búð í Ungarn og spælt fótbólt, var sannførdur um, at hann ikki fór at vera leingi í einum landi [...] uppringdur av einum umboðsmanni av Kýpros, sum bað hann fara til Føroya at spæla fótbólt. - Eg visti so at siga einki um hvørki Føroyar ella GÍ tá, men hevði frætt, at hetta felagið, eg skuldi spæla við, var [...] tímar um vikuna, og so plagar teir at spæla dyst leygardag. Herfyri keypti eg eini hús, so tá tíðin loyvir tí, plagi eg at fáast við tey eisini, so eg havi nokk at gera og als ikki tíð at keða meg, fortelur
kanna Miriann heldur, at allir føroyingar eiga at verða kannaðir fyri sjúkuna CTD, tí hon er so vandamikil, men løtt at staðfesta, viðgera og at liva við. Men hon roknar samstundis við, at um vaksin fólk hava [...] sjúka, sum millum 30 og 40 føroyingar hava, uttan at teir vita av tí. Sjúklingur við CTD livir normalt, men er kanska ikki so birgur sum onnur. CTD, ella Karnitin Transporter Defekt, hevur við sær, at sjúklingurin [...] Dam var fyrsta barnið í Føroyum, sum fekk diagnosuna CTD, sum hann livir væl við í dag. Men, tá Jann Dávur var pinkubarn, kom hann í tøkum tíma í viðgerð fyri sjúkuna, sum trý ára gamla systurin longu var
útvarp í øllum heiminum, sum kann hava nakran sum helst áhuga at spæla føroyskan tónleik, og tað er ÚF. Men sum tað er nú, er tað í veruleikanum upp til tann Per ella Pól, sum av eini ella aðrari orsøk [...] hava eina meining, onkur annar kann hava eina aðra. Og tað kann vera líka feitt. Hinvegin hevur ÚF sum almennur stovnur skyldu at hava eina meining ? ein yvirorðnaðan tónleikapolitikk ? sum í millum mangt [...] føroyskur. Men Jógvan Jespersen dokumenterar ikki. Byrjar hinvegin at skriva um umsitingargjald hjá Koda upp á 20 oyru pr. krónu, sum onki hevur at gera við tey tøl, Sosialurin brúkti. (Lesið aðrastaðni, hvussu
læruríkt at bróta armin. Tú noyðist at geva tol, at seta ferðina niður, binda frið og viðhvørt at gera einki. Ein brotin armur gevur góðar møguleikar at koma í prát við fólk. Tú noyðist at tora at biðja um [...] við vinstru hond. Tað er ikki sum at siga tað at sleppa í og úr klæðum við egnari hjálp. Tað krevur tol, og tað mugu vit virknu læra, men ikki er tað heilt lætt hjá okkum, sum altíð hava skund. Komin í buksurnar [...] ber ikki til at gera annað enn at gapa og tyggja. Eg megni at stýra dustsúgvaranum og eisini at turka av. Okkurt gólv havi eg vaskað. Men hvat ger tað, um okkurt slíkt bíðar? Illa ber til at skræða mjólkarpakkan
Einkjugrunnin. Vit minnast tey úr sóknini, sum farin eru farna árið. Kirkjan er opin frá kl. 10.30, so hevur onkur hug at minnast síni kæru í kvirru og/ella við at tendra ljós í ljósglobuni, eru tey vælkomin [...] verður seinnapartssamkoma. Bjarni Hansen fer at siga frá. Øll eru vælkomin. Á møtinum sunnudagin kl. 18 fer Taborkórið at syngja, og við orðum og myndum, at greiða frá ferð í Íslandi. Innsavnan verður til [...] sálarfrøðingur, ið kemur at greiða frá. Eyðun er uppvaksin í Klaksvík, og kemur hann at hugleiða um hvussu tað var at vaksa upp í Klaksvík fyri hálvari øld síðani. Eisini kemur Eyðun at tosa um sorg, og hvussu
spurningar um Black Friday. Plagar tú at fara til handils henda dagin? - Nei, als ikki. Mær dámar best at fara til handils, tá fægst fólk eru til handils. Kann tað hugsast, at onkur jólagáva verður keypt? - [...] tiltakið, Black Friday? - Eg havi sum so onga meining um tað - um tað er gott ella minni gott. Men, eg haldi, at tiltakið kundi havt eitt føroyskt heiti. Tað sigur Ása Dam, sum vit hava sett nakrar spurningar [...] - Nei, ikki henda dagin, men nógvir handlar hava Black Friday tilboð alla vikuna. So, kanska onkur jólagáva verður keypt onkran annan dag í vikuni. Minnist tú okkurt gott keyp Black Friday? - Nei, eg
herundir tað, sum gongur fyri seg í havinum, situr ongin ikki við tí æviga sannleikanum, tí tað er mangt sum hendir í náttúruni, sum ongin hevði varhugan av frammanundan. Niðurstøða Vit liva av tí sum havið gevur [...] fiskivinnuni sum vit. Hetta eiga vit at halda áfram við. Skulu tillagingar gerast í skipani, so skulu tær henda líðandi, soleiðis at vinnan og Føroya land ikki missur fótafesti, og ikki fremjast sum ein kollvelting [...] tilmælini eru gjørd út frá vísindaligum frimlum og mannagongdum, kann ein ikki siga, at tilmælini eru eksakt vitan, men metingar, sum eru bygdar á m.a. ”søguligar” upplýsingar og hagtøl. Ósamsvar í tilmælunum
gjørd, og ikki sum Bjørt Samuelsen, sera niðurgerðandi royndi at siga hyggjarunum frá, at tað var ein ávísur føðingardagur, ið var orsøkin. Um landstýriskvinnan gjøgnumgekk alt tað tilfar, sum fylgdi við í [...] finna. Aftaná at hava togast aftur og fram eina tíð, fekst semja við Sambandsflokkin í vinnunevndini, sum var umboðaður av Johan Dahl, um at byrja 1.nov. Síðan segði eg Gerhardi frá, at um ikki alt skuldi [...] fíggingarhátt á sama hátt sum vit í Javnaðarflokkinum, fyri at málið skuldi fáa so breiða undirtøku í Løgtinginum sum gjørligt. Skálafjarðartunnilin. Tað var sera hugaligt at viðgera uppskotið um Skál
2011/12 skotið upp at skerja tilsamans 15,9% (av luftini, sum er mett framvegis at vera umleið 39%) fyri at fáa luftina úr systeminum. Eg eri samdur við Bjørn K., at okkurt má gerast fyri, at dugnaligir og [...] lagaligari fyri teir, sum verulga reka vinnu. Ein fiskidagur er ein fiskidagur. Tað ber ikki til at siga, at ein dagur, sum tað almenna letur einum fiskimanni og ein, sum hann sjálvur keypir, ikki hava sama virði [...] kunnu fáa fatur í fleiri døgum. At halda tað, at fiskimaðurin ikki altíð roynir at fáa størst virði, hvønn einasta dag (nøgd x prís), hann er úti, og halda tað, at hann fer at leggja seg eftir dýrari fiskasløgum
serliga evni ið hava við sjógvin at gera ella um tað sum gongur fyri seg í løgtinginum. - Ofta verður eisini tosað um seyð. Hjá teimum sum eiga seyð er nógv at tosa um, men vit, sum einki eiga, vit lurta bara [...] bara við áhuga. - Ja, eg vil næstan siga tað so, at tað sum man ikki fær at vita her, tað fær man neyvan at vita í Sosialinum heldur, sigur Rudolf við einum brosi. Árla Henda morgunin var Rudolf farin árla [...] Jú, hetta dámar mær sera væl, skal eg siga tær. Einastandandi væl. Hetta er fínt hjá einum gomlum manni sum mær at takast við, sigur Rudolf, sum er í ferð við at gera seg lidnan við enn ein stamp. Hann