Tillagingar og dagføringar í fiskidagaskipanini skulu til

Ver við at fremja hesar Bjørn, heldur enn av blaka grús í maskinuna, bert tí tað stundar til val!

Bjørn Kalsø skrivar á Vagaportalinum og ørðum fjølmiðlum undir undirskriftini Ósannindi um niðurskurð í fiskidøgum, at eg sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, føri fram, at eingin í vinnuni fer at merkja stóra niðurskurðin í fiskidøgum, tí nógv luft er í skipanini orsaka av óbrúktum døgum!
Hetta er ikki annað enn, tá Bjørn Kalsø sjálvur segði á løgtingsinsrøðarapalli hósdagin, undir viðgerðini av fiskidøgum, »at allar skerjingarnar higartil (síðani 1996/97) einki høvdu hjálp upp á støðuna hjá høvuðsfiskasløgunum«!
Ja hetta er fullkomiliga rætt sum Bjørn sigur! Tað er nevnliga so, at løgtingið øll árini síðani 1996/96, tá skert hevur verið fiskidøgunum, so er hetta gjørt við at skera í óbrúktum døgum ella »í reina luft«! Og hetta er væl at merkja gjørt í øll árini, sum niðanfysistandandi graftur vísir:





Hesin grafur talar sítt greiða mál og vísir týðliga, at løgtingið hevur skorið »niður í luft« – Tær skerjingar, sum eru gjørdar, hevur onkur sagt, eru gjørdar »upp á kvams vís« – og størt sæð uttan nakran virknað á veiðitrýstið! Fiskiskapurin undir Føroyum hevur framhaldandi verið líka fríur ella líka lítið skerdur!






Niðanfyri yvirlit vísir tillutaðir dagar og brúktir dagar fyri seinastu 3 árini.

Uppgjørd pr. 01/08-11: pr. Mánadag 1/8-11: Meting fyri árið Tillutaðir Brúktir % brúktir Tillutaðir Brúktir % brúktir Tillutaðir Brúktir % brúktir faktor: 52/47 vikur dagar dagar dagar dagar dagar dagar dagar dagar dagar 1,106383 2008/09 2008/09 2008/09 2009/10 2010/11 FVE Bólkar: Ll62 25/5-09(JV) Ll106 17/8-09 (JV) Ll87 18/8-10(JV) Bólkur 1 - innaru leiðir 900 535,43 59% 592,39 66% Bólkur 1 - ytri leiðir 1700 730,63 43% 808,36 48% Bólkur 2 4638 4065 88% 4406 4585 104% 4274 3565,63 83% 3945 92% Bólkur 3 3095 2273 73% 2940 2078 71% 2852 2024,26 71% 2239,6 79% Bólkur 4A 1393 415 30% 1323 426 32% 1323 369,39 28% 408,69 31% Bólkur 4B 1848 1016 55% 1756 1158 66% 1756 970,63 55% 1073,9 61% Bólkur 4T 1621 1434 88% 1540 1382 90% 1540 1222,83 79% 1352,9 88% Bólkur 5A 7267 3256 45% 6904 3534 51% 5304 2362 45% 2613,3 49% Bólkur 5B 10900 3803 35% 10355 6215 60% 7955 3482 44% 3852,4 48% Total 30762 16262 53% 29224 19378 66% 27604 15263 55% 16887 61%


Eg havi í mínum uppskoti fyri 2011/12 skotið upp at skerja tilsamans 15,9% (av luftini, sum er mett framvegis at vera umleið 39%) fyri at fáa luftina úr systeminum.
Eg eri samdur við Bjørn K., at okkurt má gerast fyri, at dugnaligir og ágrýtnir fiskimenninir, sum brúka allar sínar fiskidagar, ikki skulu rakast líka hart, sum teir, sum ikki brúka dagarnar , og tí er uppskot á veg í tingið um brúksskyldu. Hendan skipan fer at gera tað lagaligari fyri teir, sum verulga reka vinnu.

Ein fiskidagur er ein fiskidagur.
Tað ber ikki til at siga, at ein dagur, sum tað almenna letur einum fiskimanni og ein, sum hann sjálvur keypir, ikki hava sama virði!
Báðir hava sama virði, men tað kann vera sárt »at síggja, at fiskidagar, ein sjálvur hevur keypt dýrt, hvørva, samstundis, sum ein annar fiskimaður missir fleiri dagar, sum hann hevur fingið “ókeypis frá tí almenna” og ikki hevur gjørt brúk av.
Tí fer at verða kravt, at allir dagar skulu brúkast. Og um hesir ikki verða brúktir falla teir aftur til tað almenna, soleiðis, at teir sum hava tørv á fleiri fiskidøgum kunnu fáa fatur í fleiri døgum.
At halda tað, at fiskimaðurin ikki altíð roynir at fáa størst virði, hvønn einasta dag (nøgd x prís), hann er úti, og halda tað, at hann fer at leggja seg eftir dýrari fiskasløgum í framtíðini, enn hann ger í dag (við færri ella fleiri fiskidøgum) – orsakað at eg siga tað – tað er reiðiliga naivt!
Sjálvandi roynir fiskimaðurin altíð at fáa størst møguligan fong og virði!
Bjørn sigur at enda: »Óbrúktir dagar avoyða ongan fiskastovn, men teir kunnu gerast ein hóttan, tá fiskastovnarnir koma fyri seg. Tí eigur politiska skipanin, í fyrstu atløgu at leggja seg eftir at lúka óbrúktar dagar og loyvir burtur, heldur enn áhaldandi at knokkroyta tey fáu, sum framvegis eru í vinnu.«
Hetta er júst tað vit eru í ferð við at gera: Vit eru í ferð við at taka »luftina úr skipanini«, samstundis sum ein brúksskylda fer at vera sett inn í skipanina.

Bjørn vit betur enn hann letur til og veit vit eru á rættari leið
Eg rokni sjálvandi við, at partamaðurin hjá mær, Bjørn Kalsø, sum eg veit væl skilir ætlanina við broytingunum og sjálvur í sini tíð sum landsstýrismaður vildi hava brúksskylduna inn, uttan at tað hepnaðist tá, fer at taka undir við fiskidøgunum og brúksskyldini!