Tillukku við føðingardegnum!

Henrik Old

 

Sá landsstýriskvinnuna í vinnumálum, á sjónvarpskerminum, speirekandi fortelja føroyingum, at nú var ikki ætlanin at byrja Sandoyartunnulin føðingardagin hjá einum ávísum persóni, 1.nov 2009. Sjálvandi sipar hon til Gerhard Lognberg.

Søgan aftanfyri semjuna, ímillum teir 3 táverðandi samgonguflokkarnar í vinnunevndini um 1.nov 2009, er ein heilt onnur. Sambandsflokkurin vildi byrja tíðliga í 2010, tí tá var gjaldið hjá landskassanum til Norðoyartunnulin liðugt.

Síðsta gjaldið til Norðoyartunnulin uppá 43 milliónir skal fella í 2009. So tá var roknað við, at um sama játtan sum løgtingið hevði játta síðstu 10 árini til tunnelsgerð helt fram, so kundi byrjast um hatta mundi.

 

Onkur vildi byrja áðrenn, millum hesar var Gerhard Lognberg. Men her skuldi finnast ein semja og hana skuldi eg finna. Aftaná at hava togast aftur og fram eina tíð, fekst semja við Sambandsflokkin í vinnunevndini, sum var umboðaður av Johan Dahl, um at byrja 1.nov. Síðan segði eg Gerhardi frá, at um ikki alt skuldi detta á gólvið, so mátti hann góðkenna 1.nov.2009.

Á hendan hátt bleiv semjan um tann nógv umtalaða 1.nov. 2009 gjørd, og ikki sum Bjørt Samuelsen, sera niðurgerðandi royndi at siga hyggjarunum frá, at tað var ein ávísur føðingardagur, ið var orsøkin.

Um landstýriskvinnan gjøgnumgekk alt tað tilfar, sum fylgdi við í vinnunevndini um m.a. fíggingarhátt, so hevði hon sæð, at nevndin valdi at fylgja tilmælinum frá Fíggjarmálaráðnum um ikki at leggja Sandoyartunnulin í eitt partafelag.

Hetta var serliga eftir ynski frá Sambands- og Tjóðildisflokkinum.--- Fókaflókkurin tók undir við Bjarna Djurholm landsýrismanni um partafelagsloysnina, men gingu tó við til omanfyrinevnda fíggingarhátt á sama hátt sum vit í Javnaðarflokkinum, fyri at málið skuldi fáa so breiða undirtøku í Løgtinginum sum gjørligt.

 

Skálafjarðartunnilin.

Tað var sera hugaligt at viðgera uppskotið um Skálafjarðartunnilin í vinnunevndini. Serliga áhugavert var, at møta øllum teimum fólkunum, sum høvdu tikið stig til hesa framburðsætlan sum ikki skuldi kosta landskassanun eina krónu. Tvørturímóti skuldi landskassin fáa nógvar milliónir burturúr hesum stórverki.

Tað hevði verið spennandi at sæð, um tann privati felagsskapurin hevði megna at gjøgnumført Skálafjarðartunnilin.

Ìstaðin fyri at lagt sína køldu hond á hesa ætlan, skuldi landstýriskvinnan heldur fylgt løgtingsins vilja, og farið í samráðingar við partafelagið um treytirnar fyri loyvinum at byggja Skálafjarðartunnulin.

At heingja 2 milliardir í veðhaldi um hálsin á landskassanum, og billa fólki inn, at soleiðis kann man fíggja Sandoyartunnilin einaferð úti í framtíðini, mugu tað ikki vera nógv ið trúgva uppá.