Summi eru fødd við breki, og onnur fáa okkurt varandi mein seinni í lívinum.
Tíbetur finnast alskyns hjálpartól, sum kunnu gera hesum mennikjum lívið lættari og gera tey meira sjálvbjargin.
So eru tað vit onnur, sum antin av klossi ella óhepni eru brekað og óhjálpin í styttri tíð.
Stutt fyri jól skrivaði eg eina grein um øll fólkini, sum hava brotið seg sundur í hálkuni. Tað gekk minni enn ein vika, og eg var fyri tí sama. Antin av klossi ella óhepni fóru beinini undan mær, eg tók hendurnar fyri meg og fekk kolandi ilt í armin.
Tað kom mær ikki til hugs, at armurin var brotin, so eg fór ikki á skaðastovuna fyrr enn morgunin eftir.
Ómetaliga góð móttøka, góð tænasta, fitt starvsfólk, og sjálvt um onkur sigur nakað annað, fekk eg bæði tikið blóðroyndir og annað kannað, og eg fekk góðan mat.
Heim aftur komin byrjaði ein nýggj tilvera. Høgri armur í fatli, og púra sør við vinstru hond.
Tað er ikki sum at siga tað at sleppa í og úr klæðum við egnari hjálp. Tað krevur tol, og tað mugu vit virknu læra, men ikki er tað heilt lætt hjá okkum, sum altíð hava skund.
Komin í buksurnar, venda tær skeivt. Umaftur.
Ger so væl og set teg niður og bíða eftir niðurskornu breyðflísini, flustu eplunum og niðurskorna kjøtinum, tí tað ber ikki til at gera annað enn at gapa og tyggja.
Eg megni at stýra dustsúgvaranum og eisini at turka av. Okkurt gólv havi eg vaskað. Men hvat ger tað, um okkurt slíkt bíðar?
Illa ber til at skræða mjólkarpakkan upp, men annars hevur likamið ótrúliga nógvar hentleikar. Knøini kunnu brúkast, tá ið lokið skal skúvast av einum ílati. Mjødn og albogi kunnu brúkast til mangt og hvat, somuleiðis pannan og tenninar, og beinini eru hent, tá ið okkurt skal flytast eftir gólvinum ella oman gjøgnum trappurnar.
Tað er læruríkt at bróta armin. Tú noyðist at geva tol, at seta ferðina niður, binda frið og viðhvørt at gera einki. Ein brotin armur gevur góðar møguleikar at koma í prát við fólk.
Tú noyðist at tora at biðja um hjálp, eisini frá fólki á gøtuni, og tú skalt duga at taka ímóti hjálp.
- Vælsignaður hjálp mær, rópti eg ein ungan mann, tá ið eg ein dag stóð á ísi og ikki tordi víðari.
Beinanvegin fekk eg ein arm og varð bjargað yvir á tátt.
Soleiðis ber til at hugsa, tá ið hetta bert er ein fyribils støða. Men fimm vikur við arminum í fatli geva hóast eitt lítið innlit í, hvussu støðan er hjá teimum við varandi breki.










