okkum ikki leypa framav, men síggja, hvør endin verður. Richard Hook sigur annars, at Anadarco framvegis er fegið um at vera millum feløgini, sum virka á Føroyaøkinum. Teir eru sera bjartskygdir um møguleikarnar [...] við. Sjálvt um alt felagið verður uppkeypt, so er Richard Hook ikki vísur í, hvat fer at henda við teirra samstarvi. -Nú bíða vit og fáa at síggja, hvat fer at henda. Tað kemst ikki uttan um, at arbeiðið [...] eru komnir aftur í eina legu, sum ger, at tað er áhugavert at gera íløgur her um leiðir. -Nú eri eg ikki ein, sum kann seta upp prognosur, men oljuvinnan er ein vinna, sum arbeiðir við langtíðarætlanum. Við
fyrstu ferð í ár hittast KÍ og B36. Og tað er greitt, at tey skulu hittast aftur longu um tvær vikur, tá tað við finaluni um løgmanssteypið verður sett punktum fyri fyrra partin av kappingarárinum. Støðutalvan [...] Bæði í B36 og í KÍ eru teir fullir í sjálvsáliti, men tað er ilt at spáa um úrslitið, tí hjá báðum liðunum hevur spælið verið upp og niður. John Petersen hjá B36 kom aftur úr Noregi mikudagin, og tveir [...] hondini. Finn Baldvinsson, Símun Waag Høgnesen og Niclas Niclassen brenna allir eftir at sleppa upp í part, og um Marek ikki fær spælt, so er tað sannlíkt, at ein av hesum kemur á liðið.
Hóast teir vóru aftanfyri 3-1, so arbeiddu teir í B36 fyri søkini. Teir minkaðu um munin, tá vanliga leiktíðin var um at vera liðug (klaksvíkingar vildu vera við, at Egil Zachariassen var rangstaddur [...] hálvleiki hevði lagt seg avgerandi á odda. Í báðum førunum var talan um hornasparksinnlegg úr vinstru, og í báðum førunum tóktist tað sum um verjuparturin hjá B36 var tunnur. Í fyrra førinum stóð Heðin á Lakjuni [...] førinum ansaði eingin eftir, tá Kurt Mørkøre stakk seg upp og stútaði mitt í málið. B36 setti spenning í aftur, tá teir beinanvegin í 2. hálvleiki minkaðu um munin. Eftir hornaspark var John Petersen leysur
dystinum var eitt sindur av iva um fýra av stuðulsleikarunum hjá B36. John Petersen, Jákup á Borg, Djóni N. Joensen og Jens Kr. Hansen hava drigist við snuddir, og tað var ivasamt um teir fýra fóru at vera við [...] eftir at NSÍ hevði javnað upp á brotsspark tá ein av teirra álopsleikari var feldur í brotsteignum. Eitt kloddut og púra óneyðugt brotsspark, sum málmaðurin hjá NSÍi trygt gjørdi um til eitt útjavnandi mál [...] skeivt at sagt annað enn at teir vóru trýstir. Tað var eisini um reppið, at teir fingu triðja málið, runavíkingarnir. B36 verjan royndi at spæla upp á rangstøðuna, men sum við so mongum øðrum henda dagin, so
Tað tóktist næstan sum um teir umborð á Kollfirðingi høvdu gjørt av, at teir skuldu royna taktikkin hjá teimum umborð á Eysturoyingi soleiðis at skilja at tað ráddi um at leypa frá hinum bátunum beinanvegin [...] beinanvegin, og tá tað var eydnast, so ráddi um at halda tørn. Tað eydnaðist hjá Kollfirðingi at leypa frá hinum bátunum beinanvegin. Tá hálvt annað hundrað av teimum fimtan hundrað metrunum vóru lagdir afturum [...] rætt til. Tá seksmannaførini fóru um túsund metra málið var Kollfirðingur framvegis fremstur, men so var lánitíðin úti, og leikluturin hjá kollfirðingum minti ikki sørt um hann hjá teimum, sum í kapprenning
Johnsson vóru brandar í verjuni, eins og Silja á Borg, sum kanska var besti leikarin á vøllinum, hóast hon ikki var so sjónlig. Silja var álitið, sum ruddaði upp á miðvøllinum, tá ið hinir miðvallarnir vóru [...] í seinastuni. Tað er sjón fyri søgn, at tvíburðasystrarnar hava styrkt um liðið hjá KÍ, helt Malan, sum eisini segði seg fegnast um, at útvarpið hevði sagt frá seinna hálvleiki og umdystinum í finaluni [...] minuttir seinni hevur HB bóltin nakað framman fyri miðjuna í høgra borði. Bóltin verður stungin inn um verjuna hjá klaksvíkingum, har Eyðfríð Kristiansen hjá HB gerst leys, og við vinstra fóti prikar e
prógvar, at hann er vandamiklasti álopsmaðurin í landinum, hevjaði seg upp um allar mótstøðumenninar og stútaði bóltin, so hann kom inn um strikuna, áðrenn verjan fekk sparkað burtur, og so var 2-0. Nýggjar [...] teir góvu ikki uppat. Kanska hugsaðu teir um, at tað áður er komið fyri, at KÍ hevur tveitt trygga leiðslu burtur í steypadysti í Gundadali, og um Jákup á Borg eitt korter undan leikloki ikki hevði sent [...] frið í brotsteiginum, og vilt tú tær sjálvum væl, so skalt tú ikki gera sovorðið, serliga ikki, um talan er um luftkríggj. Besta KÍ álopið, sum Harley Bertholdsen, Arnold Joensen og Marek Vierzbicki skipaðu
leygardagin, at felagið hevur boðið Atlantsflogi at keypa tvær av tyrlunum fyri serprís. Spurdur, um talan ikki er um eitt ógvuliga gott tilboð, tá tyrlurnar skulu latast føroyingum fyri hendan »serprís«, svarar [...] inn, tá brúk er fyri henni. ? Um vit skulu røkja bjargingar- og leitingaruppgávur, er neyðugt at vit hava tvær tyrlur. Tí tá krevst nevniliga altíð, at ein tyrla er tøk, um hin er á flogi til onkra uppgávu [...] tyrlur, men um sjóverjan framhaldandi verður ein stórur partur av álitinum, er ikki vist, at tað gerst neyðugt hjá Atlantsflog at hava tvær tyrlur. Afturat øllum hesum, kemur so spurningurin, um Atlantsflog
i vóru ábendingar um, at føroyingarnir ikki tóku uppgávuna í sama álvara, sum teir gera tað, tá talan er um landsdyst. Danska liðið var tíðliga á vøllinum og hitaði væl og leingi upp, meðan føroyingarnir [...] uttanlands, tóktist tað (sjálvandi ikki tilvitað) sum um tað ráddi um at fáa henda venjingardystin frá hondini, áðrenn teir aftur skuldu til hús at spæla um stig og harvið fótbóltsframtíðina. Hóast tað fóru [...] staddur, og so toygdi ein av verjuspælarunum seg fram og stýrdi bóltinum inn um strikuna. Stutt frammanundan hevði Jákup á Borg verið við í myndanini av einum tí frægasta føroyska álopinum, men danski málverjin
tá málið var hálvrunnið, vóru tær komnar upp í kappingina um næstfremsta plássið. Har var kappingini hørð við Beintu, Drekan og Fípuna Føgru, og í kappingini um FM heitið kann tað fara at vísa seg at vera [...] og vónað. Vestmannagentur hava verið teimum hinumegin Vestmannasund og knáar. Um tær umborð á Ørnini skuldu hava avgerðina um FM heitið í egnum hondum, so var neyðugt, at tær vunnu á jóansøku. Tað gjørdu [...] fyrstu ferð vann í Sandavági, har vestanstevnan er fjórða hvørt ár. So er spurningurin, um triðja FM heitið upp í slag hjá Ørnini kemur til høldar á ólavsøku. Ørnin er fýra stig aftanfyri Havfrúnna, og