Avbjóðingin kemur frá grannunum

6-mannafør menn: Men hóast kollfirðingar, hósvíkingar og tvær manningar av Skálafjørðinum gjørdu sítt ítarsta, so vístu teir í Hvalvík/Streymnesi øllum hóttanum frá sær

Tað tóktist næstan sum um teir umborð á Kollfirðingi høvdu gjørt av, at teir skuldu royna taktikkin hjá teimum umborð á Eysturoyingi soleiðis at skilja at tað ráddi um at leypa frá hinum bátunum beinanvegin, og tá tað var eydnast, so ráddi um at halda tørn.

Tað eydnaðist hjá Kollfirðingi at leypa frá hinum bátunum beinanvegin. Tá hálvt annað hundrað av teimum fimtan hundrað metrunum vóru lagdir afturum, var Kollfirðingur eina hálva bátslongd frammanfyri hinar bátarnar, og tann hálva bátslongdin gjørdist eina lítla løtu til tríggjar fjórðingar av einari bátslongd, og Gongurólvur royndi at hanga í.

Men so var tað, at teir umborð á Hvessingi so at siga slerdu nevan í borði. Fremsta plássið tykjast teir at eiga rætt til. Tá seksmannaførini fóru um túsund metra málið var Kollfirðingur framvegis fremstur, men so var lánitíðin úti, og leikluturin hjá kollfirðingum minti ikki sørt um hann hjá teimum, sum í kapprenning verða nevndir harur, soleiðis at skilja at teirra uppgáva er at seta ferð á, og tá teir, sum plaga at vinna, eru komnir upp í ferð, skulu hinir gevast at lata fremsta plássið frá sær.

Kollfirðingur hekk uppií, og úrtøkan var eitt fjórða pláss, men Hvessingur var støðugur og drúgvur. Strálan hevði ein góðan róður, kappingin við Hósvíking um næstfremsta plássið var tøtt, men tað eydnaðist Stráluni við heilt lítlum muni at gerast næstfremst.

Tá bátarnir nærkaðust málinum royndu bæði strandingar og hósvíkingar at leggja alt í fyri at hótta Hvessingin, men tað eydnaðist ikki. Kortini hevur munurin onkuntíð verið greiðari, enn hann var hesa ferð. Hvessinur var eina lítla bátslongd undan teimum báðu næstu bátunum.

Hvessingur er ellivu stig undan næstu bátunum, og munurin er størri, enn hann er í nakrari aðrari av kappingunum. Alt bendir sostatt á, at Hvessingur skal vinna FM heitið, sum teir í fjør læntu Snopprikki og í 1996 læntu Gongurólvi. Hvessingur hevur vunnið FM øll hini árini síðani 1993.