1. deild B36-NSÍ 3-2 (1-0)
Viðhvørt er tað minst líka týdningarmikið, at hava tað sinnisligu yvirvágina. Hevur tú hana, so nýtist tær ikki at berjast móti tí eisini.
Sunnudagin hevði B36 vitjan av NSÍ í Gundadali í seinasta dystinum undan summarsteðginum. Tað sást eisini á summum leikarum til tíðir í seinna hálvleiki, at summarfrítíðin stendur fyri durum, tí nógv av tí, sum fór fram á vøllinum var reint fusk.
Serliga vóru tað B36-ararnir, sum ikki vildu meir enn hægst neyðugt.
Og tað er í slíkum førum, at tann sinnisliga yvirvágin kemur liðnum til góðar. Liðini bæði hava hitst mangar ferðir seinastu tríggjar mánaðirnar, og tað er B36, sum hevur drigið longra stráðið mestsum hvørja ferð.
Tey hava hitst í innleiðandi umfarinum í steypakappingini, og tey hittust eisini í fjórðingsfinaluni. Samanlagt var tað B36, sum lá omaná, og tað vistu leikararnir sjálvandi nú teir fóru á vøllin sunnudagin.
John og Jákup
vóru við
Undan dystinum var eitt sindur av iva um fýra av stuðulsleikarunum hjá B36. John Petersen, Jákup á Borg, Djóni N. Joensen og Jens Kr. Hansen hava drigist við snuddir, og tað var ivasamt um teir fýra fóru at vera við móti NSÍ.
Tá til stykkis kom sunnudagin vóru teir báðir fyrstnevndu við, meðan hinir báðir sótu uttanfyri og fóru um snuddirnar.
Og ikki kann sigast annað enn at teir báðir John og Jákup fingu ávirkan á úrslitið. Teir skutu nevniliga øll trý málini, sum árstalsfelagið fekk.
Og av teimum var tað kanska serliga tað seinasta, sum ekk bæði havnafólk og runavíkingar úr stólinum. John Petersen fekk bóltin stutt frammanfyri miðjuna ytst í vinstra borðið og hann gjørdi ikki mætari enn at seta beina kós móti brotsteignum.
Verjuleikararnir varnaðust ikki vandan beinanvegin, og so fekk John fulla ferð á. Fleiri verjuleikarar royndu síðani at fáa bóltin av honum, men so skjótur sum John er, so gekk tað ikki, og hann helt vegin fram inn í brotsteigin, fór høgrumegin málmannin, og árakað brotsteigsblettin sendi hann bóltin flatt yvir í vinstra síðunet.
Eitt einastandandi vakurt mál, sum verður sera torført at gera honum eftir.
NSÍ misti móti
Triðja málið hjá B36 kom bert átta minuttir eftir at NSÍ hevði javnað upp á brotsspark tá ein av teirra álopsleikari var feldur í brotsteignum. Eitt kloddut og púra óneyðugt brotsspark, sum málmaðurin hjá NSÍi trygt gjørdi um til eitt útjavnandi mál.
Eftir at NSÍ hevði javnað royndu teir at trýsta B36 á teirra egnu hálvu, og tað hevði verið skeivt at sagt annað enn at teir vóru trýstir.
Tað var eisini um reppið, at teir fingu triðja málið, runavíkingarnir. B36 verjan royndi at spæla upp á rangstøðuna, men sum við so mongum øðrum henda dagin, so miseydnaðist tað eisini. Ein NSÍ-áleypari kom at standa púra leysur beint uttanfyri brotsteigin, og hevði Egin Høgnesen ikki víst satt klassaspæl hesa løtuna, so var NSÍ farið framum.
Egin kom út ímóti og í tí NSÍ-arin fór framvið sníkti hann við aðrari hondini bóltin frá honum. Einastandandi gott málmansspæl, og vandin var av.
Tá so B36 móti spælið og møguleikum fekk triðja málið, so var sum um at NSÍ-leikararnir fullkomiliga mistu móti. Ein góð løta gekk, áðrenn teir aftur fingu lagt trýst á B36 verjuna, sum satt at siga, var eitt sindur lin í kongunum sunnudagin.
Tað var eisini sum at fáa sum vátan vøttin tá John legði B36 framaumaftur, tí teir høvdu ikki gjørt stórvegis annað enn at verja seinasta korteri. Men soleiðis er fótbóltur nú einaferð.
Mangla avgerandi
málskjúttarnar
Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ, er eitt sindur keddur av at lið tapti, men sigur samstundis, at tað kanska hevði órættvíst, um NSÍ vann dystin.
? B36 hevði nógvar møguleikar í fyrra hálvleiki, og teir kundu avgjørt dystin tá, um teir vóru neyvari. Men í seinna hálvleiki fingu vit gott tak á teimum, og tá áttu vit at hildið tætt í hinum endanum, sigur Trygvi Mortensen.
Hann vísir eisini á trupulleikan hjá NSÍ við at gera mál.
? Vit hava onkrar møguleikar, men menninir eru ikki nóg kaldir í avgerandi støðunum. Vit mangla ein rættan áleypara, sum t.d. minnir um John Petersen. Hann smekkar til tá hann fær møguleikan, og ofta fer bólturin í mál. Sum hann til dømis gjørdi tá hann fekk fyrra máli. Tann bólturin raktir ein av okkara verjuleikarum, og snýtti Dejan (málmannin, blðm.)
Tó heldur hann ikki, at runavíkingarnir skulu verða so illa nøgdir við fyrru helvt av kappingarárinum. Teir hava bert tapt tveir dystir, men hava eisini spælt tveir javnleikir móti verri liðum, og tí er Trygvi keddur av.
? Vit áttu at vunnið teir báðar dystirnar, men soleiðis er tað nú einaferð. Nú fáa vit summarsteðg, og hann kemur væl við. Vit fara nú undir at fyrireika okkum til seinnu hálvu, og tá koma vit sterkt aftur, sigur venjarin hjá NSÍ.
B36: Egin Høgnesen - Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen, Ninoslav Milenkovitch - Bjarni Prior, Jan Guttesen, Tomislav Sivic, Øssur Hansen - Jákup á Borg, Egil Zachariassen, John Petersen
NSÍ: Dejan Milanovic - Helgi L. Petersen, Arnfinn Langgaard, Dánial Hansen, Sjúrður Jacobsen - Kári Hansen, Ian Højgaard, Eyðstein Skipanes, Jónstein Petersen - Chr. Høgni Jacobsen - Gert Langgaard