Veðrið í Klaksvík batnaði støðugt sunnudagin. Fyrrapartin var eitt sindur vátt og eitt frískt høgættarlot. Tað sleit í undan toppdystinum, og tá stríðið var lokið, fór sólin at skína. Onkur fekk tað til, at hetta boðaði frá ljósari tíðum hjá KÍ, sum við 3-2 sigrinum á B36 legði seg tvey stig framum øll hini.
Og í síðsta enda kann tað væl fara at vísa seg, at tey trý stigini, sum vórðu vunnin móti B36 sunnudagin 20. juni, fara at vera kærkomin. KÍ hevur ikki vunnið landskappingardyst á heimavølli móti B36 síðani í 1991. Ta ferðina hevði 3-0 sigurin sera nógv at siga, soleiðis at meistaraskapurin ikki endaði í B36, men í Klaksvík.
Skerdir og framfýsnir
B36 hevur nógv fólk at taka av, men sum dysturin leið var tað týðuligt, at fyri fyrsta floks spælarar er tað ikki lætt at seta eykamenn inn. Jákup á Borg og Jens Kristian Hansen vóru ikki nóg væl fyri at vera við, Bjarni Prior var leikbannaður, og so var tað steinur oman á byrðu, at sentrali verjukendi miðvallarin, Djóni N. Joensen, noyddist at fara av vøllinum mest sum beinanvegin, tí hann koykti fótin illa.
Harvið gjørdist tað leikluturin hjá Ronnie Samuelsen saman við Tomislav Sivic og Jan Guttesen at standa fyri miðspælinum, meðan Carl Høgnesen, sum fyri tveimum árum síðani gjørdi nógv um seg í Klaksvík á vongverjanum í høgru, í útgangsstøðuni ætlaðist at hava framrættaðan leiklut.
Øssur Hansen var ytstur í vinstra borði, og nógv tað mesta av álopsspælinum hjá B36 var myndað í hesum borðinum. Landsliðsmaðurin var betri upplagdur, enn hann hevur verið nakrantíð fyrr í ár. Øssur legði nógvar neyvar bóltar til liðfelagarnar, hann hevði myndugleika at sneiða mótstøðumenn av, og so hevði hann fleiri vandamiklar royndir móti málinum, t.d. tvey sera nøsk fríspørk.
B36 legði fyri sum eitt ódnarveður. Teir fluttu seg, funnu væl hvønn annan, og onkra ferðina var vandi á ferð, men eingin var í brotsteiginum at stýra tvørbóltunum í kassan, og tá fyrra umfarið var hálvrunnið, misti B36 yvirvágina, og hóast teir framhaldandi sýndu fótbóltsspæl, sum í minsta lagi var av sama klassa, sum tað, ið heimaliðið vartaði upp við, so var tað sjónskt, at arvurin var tungur at lyfta eftir lyklaspælararnar.
Ágrýtnir klaksvíkingar
Tað er eyðsýnt, at klaksvíkingar eru sera væl fyri. Teir kunnu renna sólina svarta, og tá teir høvdu fótað sær og so at siga tunað liðið inn á mótstøðumenninar, so fingu teir í B36 ikki frið at spæla. Klaksvíkingar lógu tætt í mótstøðumonnunum, teir taklaðu sannførandi, og teir royndu at vera skjótir í vendingini, tá teir høvdu fangað bóltin.
Hesa ferð var KÍ í einari meiri ella minni 3-4-3 útgávu. John Hansen tók sær mest av Egili Zachariassen, sum endiliga fekk møguleikan í B36 álopinum, og Andrzej Pacek elti fyri tað mesta John Petersen, ið enn eina ferð var stóra drívmegin í álopsspælinum hjá B36.
Marek Wierzbicki spældi við innbundnari hond. Hann var framrættaður miðvallari. Kanska var tað hondin, sum darvaði, men tað er í hvussu so er ein sannroynd, at pólverjin, sum í fjør var so sera sentralur í uppspælinum hjá KÍ, ikki hevur sama myndugleikan í ár.
Harley Bertholdsen var ytsti miðvallarin hjá KÍ í høgru. Hann hevði stórar trupulleikar við Øssuri Hansen, og tað var sjón fyri søgn, at kantspælarin hjá KÍ ikki var heilt raskur (hann var mest sum komin úr seingini og á vøllin). Jan Joensen var eyðsýndur í vinstru, og Rógvi Jacobsen hevði gott tak á Tomislav Sivic.
Størsta hóttanin hjá KÍ lá í álopinum. Arnold Joensen lá í høgra borði, men mest vandamikli leikluturin hjá honum var at senda neyv hornaspørk innfyri úr báðum borðunum. Nógv tað mesta álopsspælið kom fram í vinstra borði, har Heðin á Lakjuni við sínum velduga skjótleika helt Carl Høgnesen aftarlaga á vøllinum. Heðin kom ofta til baklinjuna, og fyri B36 mundu innleggini frá lakjumanninum kennast sum eitur, tí inni undir málinum lúrdi Kurt Mørkøre alla tíðina. Kurt hevur í næstan fimtan ár verið millum mest málsóknu spælararnar í landinum, og støðan á máltindinum sigur okkum, at tað framvegis eru nógv mál í honum.
Endaspurturin
Tað var alla tíðina spenningur í, og tað var ikki fyrrenn teir fýra minuttirnir, sum dómarin hevði lagt afturat, vóru farnir afturum, at tað var greitt, at stigini fóru at vera í Klaksvík.
Hóast teir vóru aftanfyri 3-1, so arbeiddu teir í B36 fyri søkini. Teir minkaðu um munin, tá vanliga leiktíðin var um at vera liðug (klaksvíkingar vildu vera við, at Egil Zachariassen var rangstaddur, tá hann fekk bóltin frá John Petersen, men tað helt dómarin ikki), og so tveitti Tomislav Sivic allar sínar menn í álopið, tvey hornaspørk lógu dygst undir málinum, KÍ verjan hevði ilt við at rudda burtur, men tað eydnaðist, og so drógu klaksvíkingar á og kring vøllin andan meiri lættan.
Punkteraðu ikki
Tað sá annars út til, at KÍ við tveimum tøttum málum síðst í 1. hálvleiki hevði lagt seg avgerandi á odda. Í báðum førunum var talan um hornasparksinnlegg úr vinstru, og í báðum førunum tóktist tað sum um verjuparturin hjá B36 var tunnur. Í fyrra førinum stóð Heðin á Lakjuni við nærra stólpan og snittaði í netið, og í seinna førinum ansaði eingin eftir, tá Kurt Mørkøre stakk seg upp og stútaði mitt í málið.
B36 setti spenning í aftur, tá teir beinanvegin í 2. hálvleiki minkaðu um munin. Eftir hornaspark var John Petersen leysur og sendi móti málinum, Stephen Boyle refleksbjargaði í stólpan, og so var Ronnie Samuelsen fyrstur á returinum.
Síðstu løtuna undan steðginum hevði KÍ sýnt frægasta fótbóltsspælið, sum teir vístu sunnudagin, men at B36 so tíðliga í 2. hálvleiki minkaði um munin tóktist streingja heimamenninar, sum kortini høvdu orku og vilja at stríða seg til sigurin.
Tá KÍ tjúgu minuttir undan dystarenda fekk triðja málið, var talan aftur um verjumistak. Einki at undrast á, at teir í B36 iðra seg um verjumistøkini, men samstundis mugu vit staðfesta, at tað er ein dygd, tá klaksvíkingar megnaðu at gera nyttu burturúr. Hesa ferð stríddi Heðin á Lakjuni seg til innkast í vinstru, bólturin varð tveittur inn í brotsteigin, B36 málverjin boksaði alt annað enn sannførandi, og í tveimum royndum megnaði Kurt Mørkøre at smekka í kassan.
3-1 til KÍ, og B36 fær nýggjan møguleika um knappar tvær vikur, tá finalan um løgmanssteypið verður í Gundadali. Einki er at ivast í, at oddasessurin í landskappingini og sigurin á B36 fer at hava við sær, at nakrir hundrað fleiri klaksvíkingar verða at síggja í Gundadali, enn tað annars høvdu verið!
KÍ: Stephen Boyle ? Andrzej Pacek, Jan Andreassen, John Hansen ? Harley Bertholdsen, Marek Wierzbicki, Rógvi Jacobsen, Jan Joensen ? Arnold Joensen, Kurt Mørkøre, Heðin á Lakjuni
B36: Janos Timar ? Carl Høgnesen, Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen, Ninoslav Milankovic, Øssur Hansen ? Jan Guttesen, Djóni N. Joensen, Tomislav Sivic ? Egil Zachariassen, John Petersen










