Tað er rætt, at Atlantsflog umhugsar at útvega sær nýggja tyrlu. Somuleiðis er tað rætt, at A. P. Møller fyritøkan, Maersk Helicopters, hevur boðið Atlantsflogi at keypa tvær av tyrlum sínum, nú flúgvingin millum oljuborðipallarnar í Norðsjónum er gloppin danska felagnum av hondum. Men stjórin í Atlantsflog, Magni Arge, ætlar sær at hava bæði beinini á jørðini. Hann ætlar sær ikki at verða tikin á flog av tilboðnum frá Maersk Helicopters.
Ikki serprísur
Jan Hagemann, varastjóri í Maersk Helicopters, segði við Sosialin leygardagin, at felagið hevur boðið Atlantsflogi at keypa tvær av tyrlunum fyri serprís. Spurdur, um talan ikki er um eitt ógvuliga gott tilboð, tá tyrlurnar skulu latast føroyingum fyri hendan »serprís«, svarar stjórin í Atlantsflogi, at orðingin »serprísur« er ein orðing hjá Jan Hagemann og ikki hansara.
Magni Arge sigur, at prísurin á tyrlum fyri tíðina er fallandi. Hetta kemst av teimum stóru broytingunum, sum fara fram innan tyrluheimin. Stór feløg sláa seg saman fyri at røkja ymsar tyrluuppgávur, og tískil er ikki brúk fyri eins mongum tyrlum, tá stóru feløgini nýta hvørja einstaka tyrlu til fleiri uppgávur.
Innan oljuvinnuna finnast í løtuni bert tvey stór operatørfeløg. Hesi eru Bristol og Canadian Helicopters. Hesi keypa seg alsamt meira inn á uppgávurnar hjá smærru feløgunum, og tí verða hesi noydd at selja sínar tyrlur bíliga. Hetta er tað, ið er hent fyri Maersk Helicopters, eftir at Canadian Helicopters hevur fingið sáttmálan um tyrluflúgvingina í Norðsjónum.
Nógvir møguleikar
Stjórin í Atlantsflog sigur, at nú tyrluprísirnir eru fallandi, eru nógvir møguleikar fyri keypi av nýggjari tyrlu. Men hann ætlar sær at kanna allar møguleikar væl og virðiliga.
Magi Arge sigur, at fronsku Alpha tyrlurnar væl kunnu nýtast til flúgving kring Føroyar. Men Bell tyrlurnar eru eisini ógvuliga væl egnaðar. Hetta prógva drúgvu royndirnar við verandi Bell 212 tyrluni. Tískil heldur stjórin í Atlantsflogi, at ein møguleiki, ið verdur er at umhugsa, er at keypa eina Bell tyrlu afturat, og síðani nýta verandi tyrlu at seta inn, tá brúk er fyri henni.
? Um vit skulu røkja bjargingar- og leitingaruppgávur, er neyðugt at vit hava tvær tyrlur. Tí tá krevst nevniliga altíð, at ein tyrla er tøk, um hin er á flogi til onkra uppgávu, sigur stjórin í Atlantsflogi. Hann vísir á, at tað eru spurningar, sum mugu avgreiðast í landsstýrinum, áðrenn støða verður tikin til, um felagið skal hava eina ella tvær tyrlur.
Ein týðandi partur av málinum er, í hvussu stóran mun Atlantsflog skal vera við í tilbúgvingarætlanini fyri Føroyar. Skal Atlantsflog vera flúgvandi álitið í einari slíkari tilbúgvingarætlan, er avgjørt neyðugt at hava tvær tyrlur, men um sjóverjan framhaldandi verður ein stórur partur av álitinum, er ikki vist, at tað gerst neyðugt hjá Atlantsflog at hava tvær tyrlur.
Afturat øllum hesum, kemur so spurningurin, um Atlantsflog kemur at vera við í offshore flúgving í einari komandi oljuvinnu í Føroyum. Hetta hevur felagið sett sær sum mál, og gerst hetta veruleiki, verður helst neyðugt við meira enn einari tyrlu.
Spurdur, hvussu long tíð fer at ganga til føroyska flogfelagið fer at keypa sær nýggja tyrlu, svarar Magni Arge, at tá spurningurin um leioting og bjarging er komin upp á pláss, fer helst ikki at ganga so long tíð áðrenn okkurt hendir í málinum. Men hann sigur, at tað er ógvuliga avgerandi, at nýggja tyrlan verður keypt teirri røttu løtuna. Hann ætlar sær ikki at leypa framav.