skuldi jarðast í Hirtshals. Hans Jákup Glerfoss varð jarðaður í kirkjugarðinum í Hirtshals, har eisini “Hirtshals Kirke” stendur. Hetta var ein náttúrlig avgerð fyri familjuna, tí Dagmar og Hans Jákup hava [...] orðini fram um Hans Jákup, og eisini kendist tað sum ein sannur heiður. Sangblaðið, sum varð gjørt í Føroyum, og sum onkur í familjuni hevði við sær til Danmarkar, innihelt tveir sangir, sum Hans Jákup sjálvur [...] og innleiðandi persónlig orð um Hans Jákup. Hans Poulsen og Vanda, sum er abbadóttur Hans Jákup, ynsktu at minnast hann við einum solosangi, sum varð vakurt sungin av Hans. Finngerð, dóttir Jens Juul Sólbjørg
tónleik og hevur havt bæði vaksnamanna- og barnakór. Hon hevur umsett sangir, yrkt og gjørt okkurt lag, eins og hon hevur undirvíst mongum í bæði orgul- og gittarspæli. Umframt hetta, hevur hon verið ágrýtin [...] Tubberware, og var hon toppseljari í Føroyum í fleiri ár. Ingrid hevur verið trúgvur urguleikari í missiónshúsinum og í kirkjuni í mong ár, og nógvar eru ferðirnar, sum hon hevur gjørt kring Føroya land við sínum [...] Ingrid í Puntabyrgi 80 ár Aftan á eina frálíka "Bíbliu- og sangferð" við Norrønu til Danmarkar høvdu vit í ferðalagnum verið í samkomuhúsinum Malta í Hirtshals til eina sangløtu. Tað var sera hugnaligt
stýrimansprógv í 1961, sigldi hann í eitt ár. Í 1962 tók hann skipsføraraprógv á Fanø Navigationsskole. Eftir tað sigldi hann við skipum hjá danska reiðarínum ØK í nøkur ár. Í 1971 fór hann at føra trolara [...] Mortan Johannesen. Ingolf hevur eisini yrkt og umsett fleiri sangir. Fleiri nýggjar sangir hjá sangkórinum í Ebenez-er hevur hann umsett. Ing-olf er giftur við Jónu, f. Guttesen, í Havn og eiga tey børnini [...] skipari í Havn 65 ár. Ingolf er føddur og uppvaksin í Søldarfirði. Hann fór til skips við slupp sum 16 ára gamal og sigldi við ymiskum fiskiskipum, áðrenn hann fór á stýrimansskúla í 1959. Tá hann hevði
góðar sangir. Immi er náttúrumenniskja burturav, og í nøkur ár hevði hann bát, og dámdi honum sera væl at vera á sjónum í frítíðini, har hann veiddi bæði fugl og fisk. So seldi hann bátin og hevur seinni [...] seinni leigaðu tey í Grótinum hjá Almu og Mikkjalenus. Í 1973 flutti Immi við familju til Vestmannar at búgva í íbúðini í salinum Gideon. Har arbeiddi hann hjá Erik Tørslev Petersen í eina stutta tíð, men [...] hetta greitt komið fram, tá ið hann hevur lagt seg út í tað samfelagsliga kjakið. Slóbrótandi hevur hann eisini verið innan framtíðar orkuveiting, so sum sólorku, og var hann helst ein tann fyrsti til at
greiddi frá, at tað at planta trø í Føroyum er fyrndargamalt. Í fleiri útgrevstrum eru funnin dømi um, at trø hava verið plantað í Føroyum í gamlari tíð, so at siga, at træplanting ikki ber til her á landi [...] ahornviði, sum Ole Jacob Nielsen, listamaður, hevur dreygað. Tórhild segði m.a.: - Tolin trívst og treiskur vinnur, sigur eitt gamalt orð. Hetta mugu vit øll sanna, nú vit í dag eru savnað her í Limmilundini [...] Umhvørvisbólkurin í Leirvíkar kommunu hevði lagt dagin til rættis. Á skránni var nógvur sangur og tónleikur m.a. sang frálíka genturkórið í Leirvík nakrar sangir. Sum eitt serligt tiltak varð skipað fyri
ídnaðin. Anne-Lise hevur skrivstovuútbúgving og hevur í mong ár verið privatskrivari fyri landsleiðara Frelsunarhersins í Danmark. Jubileums tónleikur Í sambandi við vitjanina hevur Erik Silfverberg skrivað [...] hornorkestur. Hvørgin teirra hevur tónleikaútbúgving. Erik er sivilverkfrøðingur og hevur verið útbúgvingarleiðari fyri "Den Grafiske Højskole" í Keypmannahavn. Hann hevur skrivað fleiri lærubøkur og granskað [...] spældu. Í mai 1932 kom Kjartan Kjærbo aftur úr Íslandi, har hann hevði verið á leiðaraskúla og byrjaði at veita tónleikafrálæru. Fyrstu næmingarnir vóru Ludvig Breckmann, Ove Carlsen og Hans Jacob Christiansen
Klaksvík, Kunoy og Kallsoy. Hann var skipari á Barskor frá 1970, til hann fór frá vegna aldur í 1996. Hjalmar hevur yrkt og umsett fleiri sangir og sálmar, og hansara frítíðarítriv hevur verið at fotografera [...] "Jóannes Patursson". Nøkur ár arbeiddi hann á flakavirkinum Nordafar í Føroyingahavnini. Hjalmar tók skiparaprógv á Klaksvíkar Sjómansskúla í 1950, og var hann í 26 ár skipari á postbátinum Barsskor, ið [...] sonur Turid Waag, ættað úr Tunghúsinum í Vági í Klaksvík, og Joen Magnus S. Høgnesen, ættaður úr Leirvík, ið var stýrimaður á skonnartini Ernstinu, sum gekk burtur í 1930. Turid og Joen Magnus fingu fýra
bókmentir, sum so at siga eru at finna í hvørjum einasta føroyska heimi. Veruligan navn hansara var Hans Jacob Jacobsen. Tað er í sambandi við, at hann hevði fylt 100 ár í dag, at gjørt verður eitt sindur burturúr [...] skúlanæmingum. Bergljót av Skarði hevur ritstjórnað nýggju útgávuna. Hendingarnar í bókini fara fram seinast í 18. øld og fyrst í 19. øld. Um hetta mundi fara stórar broytingar fram í Føroyum. Greitt er, at Heðin [...] árið hevur hon havt farloyvi. Tað var í eisini í hesum sambandi, at hon átók sær at ritstjórnað hesa góðu nýútgávu. Hon hevur brúkt nakrar mánaðir at arbeiða við hesum. Bergljót sigur, at hon hevur fleiri
Um 15-tíðina í gjár løgdu nýggju ísfiskatrolararnir, sum Faroe Seafood hevur latið byggja í Spaniu, til bryggju í Saltangará Tað var farið at skýma og regnaði illa, tá ið nýggju Beta-skipini, Heykur og [...] til bryggju í gjár. Nógv fólk var á bryggjuni og tók ímóti skipunum, og Runavíkar kommuna skipaði fyri móttøku. Hornorkestur spældi, og sangir vórðu sungnir, áðrenn borgarstjórin, Hans Jacob Lamhauge, steig [...] borgarstjórin hevði borið fram sína heilsu, steig stjórin í Faroe Seafood, Meinhard Jacobsen, á pallin og segði nøkur orð um skipavirksemið felagsins. Í endanum av røðu síni bjóðaði Meinhard Jacobsen øllum
familjuni hevur alt at siga í hansara arbeiði. Hann greiðir frá, at fyrstu ferð hann skuldi til upp-tøkuroynd fyri at vita, um hann slapp at luttaka í Stjørna í eitt kvøld, var tað Rikke, ið fekk hann avstað [...] har hann kundi hugsað sær at steðga í eina tíð fyri at skriva, og síðan tikið teir upp í einum studio í Føroyum. Nú er Jacob júst farin undir ein "center-tour" runt um í Danmark, og síðani skal hann millum [...] ni hjá DR, Stjørna í eitt kvøld. Takksamur Í løtuni hevur Jacob Andersen úr at gera, tí fyrst í apríl mánaði verður fløga hansara, Make it better, endurútgivin. Harafturat skal hann runt á konsertferðir