Ingrid í Puntabyrgi 80 ár
Aftan á eina frálíka "Bíbliu- og sangferð" við Norrønu til Danmarkar høvdu vit í ferðalagnum verið í samkomuhúsinum Malta í Hirtshals til eina sangløtu. Tað var sera hugnaligt, og vit vóru nú komin umborð aftur.
Tað var løgið, men eg kendi á mær, áðrenn vit fóru avstað, at eg fór at møta onkrum, sum fór at hava týdning fyri meg. Eg visti, at Várharra hevði eina ætlan við hesum túrinum meira enn góða njótilsið av bíbliu- og sangferðini.
Tá ið eg kom inn í kamarið, var ein nýggj dama komin inn. Hon sat og prátaði við hinar báðar, sum eg hevði kamar saman við. Eg skilti á lagnum, at hon kendi ta einu konuna.
Tað gingu ikki nógvir minuttir, áðrenn eg varnaðist, at henda nýggja kvinnan ikki var hvør sum helst. Tann yngra daman segði av og á: "minnist tú hina ferð?", og eg gjørdist ikki sørt imponerað av hesari eldru vøkru kvinnuni. Eg sendi ein tanka uppeftir og hugsaði, at hetta var ein orsøkin til, at eg skuldi við hesaferð, og at pápi ikki av tilvild hevði teknað okkum til túrin.
Kvinnan var Ingrid í Puntabyrgi. Vit fingu høvi at tosa saman, og tað var, sum høvdu vit altíð kenst. Vit høvdu nógv í felag - bæði í sorg og gleði. Eitt nú høvdu báðar sungið við børnum og lært tey at spæla gittar. Men Ingrid hevði eina sera áhugaverda lívssøgu, sum eg fegin vildi hoyra meira um. Vit tosaðu leingi saman, og eg lovaði at koma suður til Tvøroyrar at vitja hana.
Ingrid greiddi millum annað frá, at hon var á veg til Suðuroyar at vera avloysari sum urguleikari í kirkjuni á Tvøroyri í tveir mánaðir. Hon hevði bil sjálv og fór fyrst til Klaksvíkar at vitja familju. Ingrid legði afturat, at hon hevði fingið álvarsliga sjúku, men at hon hevði tað gott. Hetta segði hon uttan nakran ótta ella stúran fyri lívinum. Eg var málleys, hetta hevði tikið mótið frá mongum. Men treystliga helt hon á fram við sínum yrki og dugdi at taka ein dag í senn uttan at lata seg merkja av støðuni. Hetta var júst lykilin: at fáa tað besta burtur úr lívinum, at gera tað, ein var glaður fyri, og lata alt, sum hálar niður og tyngir, fara. Mær kom í huga orðini: "Livet er ikke hvordan man har det, men hvordan man ta´r det".
Vitjanin hjá Ingrid á Tvøroyri var eitt sætt upplivilsi. At sita saman við henni, fáa nótar, sangir og hoyra hennara lívssøgu, var heilt einastandandi. Hon segði mær, at hon sum ung lærdi at spæla eftir nótum, og at hon tíðliga varð boðsend at spæla bæði í sunnudagsskúla og til missiónsvikur. Hetta hevði so hildið fram og var vorðið hennara lívsstarv.
Ingrid varð fødd 24.09.34, og foreldur hennara vóru Petra og Magnus Arge. Hon er næstyngst av 9 systkjum og vaks upp í Klaksvík. Har var gott at vera, men sum ung fór Ingrid á bíbliuskúla í Hillerød. Hon var tá 24 ára gomul og hevði avgjørt, at hon skuldi vera burturi í 2 ár. Hetta vísir eina sera málrættaða og sjálvbjargna unga kvinnu, sum ikki var bangin fyri lívsins avbjóðingum.
Aftan á 4 mánaða skúla í Hillerød, fór Ingrid til Norra. Har arbeiddi hon á Fjellhaug bíbliu- og missiónsskúla. Hon var eisini húshjálp hjá einum lækna, og ímeðan hon var har, fór hon á konservatoriið og lærdi til dirigent.
Tvey ár seinni fór Ingrid aftur til Norra, hesaferð á ungdómsháskúla at læra at gera mat. Henni dámdi sera væl í Norra, men eftir at hon var vorðin trúðlovað, valdi hon at fara heim aftur og búseta seg á Tvøroyri. Hon giftist við Peturi Emili í Puntabyrgi, sum var ættaður haðani. Tey fingu sjey børn, seks døtur og ein son.
Men mótgongd og sorg hevur Ingrid ikki verið spard fyri. Hon misti beiggja sín, bert 32 ára gamlan, tá ið hann datt oman eftir at vera farin í hagan at skjóta harur. Hon gjørdist einkja longu sum 56 ára gomul, tá ið maður hennara bert 66 ára gamal, mátti lúta fyri sjúku. Fleiri av børnunum vóru tøtt, og yngsta barnið var einans 11 ár, so har var ikki annað at gera, enn at reisa seg og stríðast fyri seg og síni. Ingrid hevur seinni mist eina ommudóttur, so lívið hevur havt sínar skuggasíður, tað er heilt vist. Men hon setti sítt álit á Guð og hevur hóast alt, nógv at liva fyri.
Ingrid hevur altíð verið virkin innan tónleik og hevur havt bæði vaksnamanna- og barnakór. Hon hevur umsett sangir, yrkt og gjørt okkurt lag, eins og hon hevur undirvíst mongum í bæði orgul- og gittarspæli. Umframt hetta, hevur hon verið ágrýtin seljari fyri Tubberware, og var hon toppseljari í Føroyum í fleiri ár.
Ingrid hevur verið trúgvur urguleikari í missiónshúsinum og í kirkjuni í mong ár, og nógvar eru ferðirnar, sum hon hevur gjørt kring Føroya land við sínum kórum.
Ein kann undrast á, hvussu hetta lat seg gera, tí Ingrid hevði eitt stórt húski. Men hon sigur, at hon fekk sera góðan stuðul frá manninum, og at børnini ofta vóru við henni og sungu og spældu.
Hetta eru góð og rík minni um eina megnarkvinnu og mammu, sum í sínum stilla ger stór og týðandi avrik. Ingrid er eitt sætt konubrot og er ein fantastisk fyrimynd fyri sínar eftirkomarar og okkara land. Hon er ein lýsandi viti, sum vit øll kunnu síggja upp til og læra av.
Má Harrin signa teg og tíni, og tey fræ, tú hevur sáað. Hjartaliga til lukku við 80 ára føðingardegnum góða Ingrid.
Heilsan
Sólgerð Andreassen