Heðin Brú hundrað og heiðraður

Hevði eitt hitt mætasta skald føroyinga nakrantíð, Heðin Brú, verið á lívi í dag, hevði hann fylt hundrað ár. Í sambandi við føðingardag hansara, verður skipað fyri einum tiltaki. Eisini er ein av hansara mest lisnu bókum endurútgivin

 

Tað var heldur lítið sum eyguni spílaðu seg út, tá vit varnaðust, hvør skuldi koma á tíðindafund henda dagin. Í sambandi við Listastevnuna verður skipað fyri tíðindafundi so at siga hvønn dag. Henda dagin var heldur einki undantak, og luttakari skuldi vera Heðin Brú.

Heðin Brú er fyri langari tíð síðani farin av hesi verð, men eftir standa hansara bókmentir, sum so at siga eru at finna í hvørjum einasta føroyska heimi. Veruligan navn hansara var Hans Jacob Jacobsen.

Tað er í sambandi við, at hann hevði fylt 100 ár í dag, at gjørt verður eitt sindur burturúr.

Føroya Skúlabókagrunnur hevur valt at endurútgeva skaldsøguna ?Men lívið lær?. Bókin hevur verið útseld hjá forlagnum í longri, so útgevararnir vóna, at bókin eisini kann hugsast at vera áhugaverd hjá øðrum enn skúlanæmingum. Bergljót av Skarði hevur ritstjórnað nýggju útgávuna. Hendingarnar í bókini fara fram seinast í 18. øld og fyrst í 19. øld. Um hetta mundi fara stórar broytingar fram í Føroyum.

Greitt er, at Heðin Brú veðrur nógv umhildin. Í formælinum á nýútgávuni fær eisini tað skoðsmál, at hann hevur verið við til at skapt ein samleika fyri føroyskar bókmentir.


Bók til næmingar

Føroya Skúlabókagrunnur hevur seinastu tíðina gjørt nýútgávur av føroyskum klassikarum. Frammanundan eru Heiðin Hind og Stjørnuskaldið undir varða, savn við tekstum og myndum eftir William Heinesen.

Tað er Bergljót av Skarði, sum hevur ritstjórnað nýggju útgávuna av skaldsøguni. Hon hevur m.a. skrivað um sjálvan rithøvundin, tekstasløg og orðafrágreiðingar. Eisini hevur hon samskipað søguligt tilfar um eitt nú bátsbandið.

Bókin er sambært formælinum ætlað bæði framhaldsdeildini og eisin miðnámsskúlunum. Tað er sjálvandi ymiskt, hvussu næmingar í 8. flokki og ein 3.S fara at viðgerða bókina, men Føroya Skúlabókagrunnur heldur, at bókin kann brúkast til øll endamál.

Sjálv er Bergljót studentaskúlalærari. Hon undirvísir í enskum og føroyskum, men hetta seinasta árið hevur hon havt farloyvi. Tað var í eisini í hesum sambandi, at hon átók sær at ritstjórnað hesa góðu nýútgávu. Hon hevur brúkt nakrar mánaðir at arbeiða við hesum.

Bergljót sigur, at hon hevur fleiri ferðir upplivað, at næmingum dáma ?Men lívið lær?. Orsøkirnar til hetta eru kanska, at tað er ein kærleikssøga við í søguna ella kanska, at bókin vísir eina góða síðu av kvinnuni. Í øllum førum hevur næmingunum dámt væl at lisið bókina, og við hesari útgávuni verður bókin kanska latin meira upp fyri næmingunum.


Tiltak

Tað verður eisini skipað fyri einum tiltaki í kvøld, fríggjakvøldið. Tiltakið er ein minningarløta skaldinum til heiðurs. Føroyski mentanarheimurin hevur spílað so mikið út, at tey kunnu borðreiða við eini 10 ymiskum innsløgum hetta kvøldið.

Tað er í eisini í sambandi við Listastevnu Føroya, at skipað verður fyri hesum tiltakinum. Nógv ymisk fólk fara at luttaka við bæði upplestri, spæli og sangi. Gulla Øregaard hevur samskipað tiltakið vegna Listastevnu Føroya.

Á skránni verður eitt sindur av hvørjum. Fyri líkasum at fáa Listastevnuna upp í part, ber Carl Johan Jensen fram eina heilsu. Gunnar Hoydal fer somuleiðis eisini at bera fram eina heilsu vegna rithøvundafelagið.

At siga frá sjálvum skaldskapinum hava fyrireikararnir fingið Bergljót av Skarði, sum jú eisini hevur ritstjórnað nýútgávuna av ?Men lívið lær?.

Sonur Heðin, Bárður Jákupsson, fer at siga frá um ættina hjá pápanum. Páll Danielsen og Egi Dam fara at lesa upp brævaskifti millum Heðin Brú og Christian Matras. Somuleiðis fer Páll Danielsen at lesa stuttsøguna ?Ein hersøga?.

Bæði sjónleikur og tónleikur verður eisini á skránni. Tað verður leikfelagið Gríma, sum kemur at standa fyri sjónleikinum. Martin Joensen og Johannus á Rógvu Joensen og aðrir fara at spæla bæði nýggjar sangir og eisini spæla tónleik afturvið leikinum.