Tá tað spurdist, at ein av okkara stóru og viðurkendu listamálarum, Hans Jákup Glerfoss, búsitandi í Danmark, var slóknaður, var tað náturligt, at fólk spurdu, hvar hann verður jarðaður.
Saman við familjuni ynskti kona listamálaran, Dagmar, at maður hennara skuldi jarðast í Hirtshals. Hans Jákup Glerfoss varð jarðaður í kirkjugarðinum í Hirtshals, har eisini “Hirtshals Kirke” stendur. Hetta var ein náttúrlig avgerð fyri familjuna, tí Dagmar og Hans Jákup hava búleikast meginpartin av teirra samlívi í Hirtshals, har tey eisini høvdu vinarskara.
Kirkjugarðurin kring “Hirtshals Kirke,” sum liggur miðskeiðis í býnum, er sera væl hildin, og er ein vakur og friðfullur frístaður at spáka í ella um ein vil rinda sær møðina eina løtu, ikki minst hjá teimum, sum eiga ein gravstað í hesum hugnaliga og væl røktaða kirkjugarði.
Einkjan eftir listamálaran ætlar sær at verða búgvandi í Hirtshals, og tá kirkjugarðurin ikki liggur langt frá miðbýnum, verður tað lætt hjá henni, friðfullu vár- og summardagarnar í Norður-Jyllandi, at spáka sær ein túr á grøvina hjá manninum.
Jarðarferðin úr Malta
Jarðarferðin var úr nýggja samkomusalinum á Malta, hjá føroysku brøðrasamkomuni í Hirtshals, mikudagin 20. januar, kl.13.00 Hetta er fyrsta jarðarferð úr nýggja salinum. Ervið varð hildið í gamla sali. Tað var Ari Johanneson, sonur Dagmar, sum var organistur undir jarðarferðini.
Væl av fólki hevði leita sær til jarðarferðina, har salurin var mest sum fullsettur, og familjan í Føroyum møtti talsterk upp. Heitt varð á undirritaða um at hava taluna til jarðarferðina. Tað var ikki torført at finna tey góðu orðini fram um Hans Jákup, og eisini kendist tað sum ein sannur heiður.
Sangblaðið, sum varð gjørt í Føroyum, og sum onkur í familjuni hevði við sær til Danmarkar, innihelt tveir sangir, sum Hans Jákup sjálvur hevur skrivað. Tann fyrri, sum varð sungin beint eftir taluna, var sangurin:
“Eg visti um Jesus og hansara leið,
men líta heilt á hann, tað tordi eg ei;
eg tonkti sum so: tú sært hvat tú gert.
Nei, Jesus hann tekur teg ei.”
Kistan varð borin út, meðan seinasta ørindi í sanginum varð sungið. Ein høgt elskaður sangur millum trúgvandi í Føroyum. Hin sangurin var:
“Fagrari sang eg skal syngja enn nú,
tá ið mín sál verður frí
úr hesum fongsli, sum rópast mín búð,
og kemur Himmalin í,
trúgv mín er tann, at eg møta skal har
øllum eg elskaði her
og eru kallað har heim undan mær
inn í Guds heilagu verð.”
Áðrenn sangurin varð sungin greiddi Sámal á Toftini frá, at Hans Jákup skrivaði sangin á eini samkomulegu í Zarepta fyri nógvum árum síðani. Hans Jákup var so glaður fyri dagarnar í Zarepta, at hann ynskti at skriva ein sang sum eina kvøðu frá honum til Zarepta og allar leguluttakarnar. Nakað seinni skrivar Hallgrím Miðberg eitt lag til sangin. Hallgrím hevur sangin við á eini fløgu hjá sær, sum hann gav út fyri eini tíð síðani.
Gullak Madsen, búsitandi í Hirtshals, legði fyri við bøn. Hann læs ein bíbliutekst frá Jóhs. 11,21-27v. um Jesus, sum er bæði uppreisnin og lívið, og segði nøkur góð og innleiðandi persónlig orð um Hans Jákup. Hans Poulsen og Vanda, sum er abbadóttur Hans Jákup, ynsktu at minnast hann við einum solosangi, sum varð vakurt sungin av Hans.
Finngerð, dóttir Jens Juul Sólbjørg, og sum er búsitandi í Skotlandi, bær fram eina vakra heilsu til minnis um Hans Jákup, sum var fostupápabeiggi hennnara.
Dóttur Hans Jákup, Hansa, sum býr í Leirvík, hevði eina góða og kensluborna talu um kæra pápa sín, sum hon sjálv tók til. Ein kundi hoyra, at her er ein dóttur, sum sá landskenda listamálaran bæði sum sín elskandi pápa og sum fólksins skapandi listamann. Hon tosaði um hann sum pápan, sum listamálaran, og sum yrkjaran. Hon læs nakrar av hansara góðu og beinraknu yrkingum. Eisini læs hon eina heilsu til pápan frá beiggja sínum Magnus Paula. Hann skrivaði heilsanina, meðan hann sæt við sjúkrasongina hjá pápanum á sjúkhúsinum í Hjørring. Hetta var ein kærleiks- og takkarkvøða frá soni til faðir, sum hann eisini læs fyri pápa sínum stutt áðrenn hann slóknaði.
Hansa hevur tann heiður at eiga eitt av seinastu listarligu stórverkunum hjá pápanum, sum er Heilaga Kvøldmáltíðin. Hon sigur, at hon mangan hevur spurt pápa sín hvør av teimum 12 er Judas, men tá svaraði pápi altið: “Góða mín, eg vil ikki døma nakran av teimum at vera Judas!”
Talan
Talað varð yvir tekstin í 2.Sám.7,12-16v. Dentur varð lagdur á sáttmálan millum Gud og Dávid, sum var ein treytaleysur og ævigur konga-sáttmáli, sum profetiskt peikar fram ímóti æviga og treytaleysa Golgata-sáttmálanum, sum Gud gjørdi við son sín, tá hann offraði seg sjálvan sum syndoffur fyri mannaættina – ein sáttmáli, sum øll koma inn undir, sum trúgva á son Guds.
Brot úr taluni:
“Var hesin sáttmálin partvíst treytaður av okkum, so komu hvørki Hans Jákup, eg ella nakar av okkum, sum eru her í dag, vegin fram til Himmals.......................Hans Jákup upplivdi nokk ikki tað ovurhonds stóra ríkidømi í krónum og oyrum í listini, men ríkidømi hevði hann í gleðini at kunna skapa nakað á løriftinum, eitt ríkidømi, sum einans sonn listafólk kenna til. Uppliva listamálarar eina ovurhonds sálargleði í at síggja skapanina av eini mynd koma upp á lørifti, so uppliva mangir teirra í sama mál, eina sálarliga frustatión og fortvivlilsi, tá íblásturin letur bíða eftir sær og pensilstrokini ikki fáa tað rætta listarliga flogi. Nakað soleiðis kann eg hugsa mær, at lívsleiðin hjá listamálaranum, Glerfoss, hevur verið frá tíð til aðra; uppi á tindunum, tá palettin, litirnir, pensilin, fingrarnir og lørifti var sum ein spælandi eind, men niðri í dalinum, tá einki av hesum vildi tað, sum hann vildi..............onkur hevur samanborið mannalívið við palettina, at lívið er sum ein palet við mongum litum, bæði bjørtum og daprum litum. Soleiðis var lívið hjá Hans Jákup, samansett av mongum vøkrum, bjørtum og spennandi litum, saman við teimum gráu, myrku og dapru. Men listamálarin veit, at megnar tú at nýta allar litirnar og blanda teir rætt saman á palettini, so fært tú tað fullkomnu myndina á lørifti. Nú hevur Hans Jákup lagt palettina fyri seinastu ferð, og teir ymisku litirnir eru gingnir upp í eina fullkomna eind, sum er tann fullkomni málningurin.
Á grøvini
Í Danmark er ikki sum í Føroyum, at tað verður gingið aftan á líkvogninum, men tá alt fólkið var savnað uttanfyri kirkjugarðsliðið, norðanvert høvuðsdyrnar til kirkjuna, fór líkfylgið aftan á kistuni til grøvina. Á grøvini vórðu tveir sangir sungnir, annar var kendi sangurin hjá Victor Danielsen: Ja sig honum takk. Hin sangurin var eitt svenskt ørindi, sum nokk ikki verður ofta sungið við eina grøv, men hvørs boðskapur egnaði seg væl til Hans Jákup:
“Vem kan segla forutan vind?
Vem kan ro utan åror?
Vem kan skiljas från vennen sin
utan att fella tårar?
Jag kan segla forutan vind.
Jag kan kan ro utan åror,
men ej skiljas från vennen min
utan att felle tårar.”
Tað varð eingin tala hildin á grøvini, men ein bíbliutekstur úr Op.21,1-6v. varð lisin upp saman við eini bøn, og síðani bóðu øll í felag Faðir Vár. Familjan var sera takksom fyri tey mongu, sum vístu samhuga hendan dagin, og familjan bjóðaði øllum til eina máltið á Malta. Tað var gott veður á grøvini, turt og kalt. Ístaðin fyri blómur og kransar ynskti familjan, at høvið skuldi vera hjá fólki at geva eina gávu til missjónina á Malta.
Samkoman á Malta vil minnast Hans Jákup Glerfoss við takksemi - hann setti eftir seg nøkur friðfull spor.
Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@olivant.fo