Eiga ella leiga?

Har hjartarúm er, er eisini húsarúm. Tó tykist seinna at gerast ein alsamt størri avbjóðing í Føroyum.

 

Tað hevur leingi verið tosað um ’bústaðartrot’ ella ’bústaðarneyð’ í Føroyum, men hóast orðaval, so tala tølini sama mál. Tað er vorðið alsamt dýrari at búgva í Føroyum.

 

Seinastu 10 árini eru húsaprísirnir tvífaldaðir, og bústaðarbyrðan hjá fólki økt við rakettferð úr 15% upp í 30% [Tórshavn úr 25% upp í 44% har helvtin av fólkinum býr].

 

Men hvat er tað, sum fær prísirnar at blussa upp ? Einfalt - ov fá hús til húski:

 

Eftirspurningur > Útboð = Príshækking

 

Sambært Hagstovuni blivu bert 1.524 nýggir bústaðir bygdir í tíðarskeiðinum 2015-2023, samstundis sum fólkatalið vaks við 5.609 fólkum.

 

Hóast rentan er lækkað seinastu tíðina, bendir onki á, at gongdin fer at venda komandi tíðina – bústaðarmarknaðurin kókar, og ongin ansar eftir grýtuni.

 

Spekulasjón við ognarrætti

 

Nú Samgongan við Javnaðarflokkinum á odda ræður í politiska køkinum, er ætlanin at lækka hitan á bústaðarmarknaðinum við at innføra býlisstuðul og steðga spekulasjón á bústaðarmarknaðinum.

 

Hans Jacob Thomsen vísir á spekulasjón sum syndara, tí ’spekulasjónin ger, at prísurin hækkar, og harvið gerst tað uppaftur truplari hjá teimum, ið skulu seta føtur undir egið borð’.

 

Landsstýriskvinnan Margit Stórá sigur í svari sínum ’at øll eiga at taka ábyrgd fyri, at bústaðir fyrst og fremst tæna, sum heim hjá fólki, heldur enn sum gistingarhús ella sum spekulatiónsíløgur.’

 

Men hvørji er ’øll’. Øll á javnaðarmáli merkir hini og í hesum føri útleigararnir og húsaeigarar. Umframt, bústaðarskyldu, sekt og tænastugjald [80.000 kr. um árið] á tóm hús t.e. har ongin hevur skrásetta adressu – er ætlanin enn eina ferð at ræða fólk frá at eiga, men heldur at leiga.

 

Í Vestanlondum, [Føroyum íroknað] er privati ognarrætturin heilagur. Hvørt einasta land, ið virðir privata ognarrættin, eisini til sethús og fastogn, hevur marknaðarbúskap og hægri livistøði fyri øll, enn sosialistisk lond hava. Tað er ikki ein søguligur veruleiki av tilvild, men ein náttúrulóg.

 

Fyri fáum árum síðan áttu 85% av føroyingum sín egna bústað. Hini 15% arbeiddu fram ímóti at gerast sjálvseigarar, at fáa tak yvir høvdið og seta føtur undir egin borð.

 

Fólk seta pengar í ognir, tí tað søguliga hevur verið ein trygg og gevandi íløga. Heldur enn at eggja fólki til at ogna sær egnan bústað vil samgongan hava fleiri’ almennar íbúðir’, so landskassin kann fáa ágóðan av íløguni. At landið byggir býlir hevur higartil ikki givið bíligari leigukostnað – tvørturímóti.

 

Samstundis sum barnatalið lækkar verða flestu almennu leigubústaðirnir bygdir til bert at húsa smærri húskum [2-3 koyggjur]. Við hetta lag vera barnagarðarnir tómir um stutta tíð, tí foreldur hava hvørki pláss ella rúm at fáa sær tey børnini tey ynskja sær.

 

Hin loysnin - Býlisstuðul

 

Hin ’loysnin’ við býlisstuðli er ikki nøkur loysn, men partur av trupulleikanum. Hví ? Tí býlisstuðul órógvar marknaðin og blæsur prísin upp. Tá útboðið er avmarkað, sum tað tíðiliga er í Føroyum, vil býlisstuðul viðføra hægri prísir, tí fólk at hava meira at rinda fyri.

 

Býlisstuðulin fær hvørki útleigarar ella onnur at byggja fleiri býlir. Tvørturímóti, ber til at hækka prísin, tí leigarar hava fleiri pengar um hendi. Slíkar stuðulsskipanir eru skúladømir um, at eftirspurningurin eksploderar, uttan at útboðið veksur, ið bert kyndir undir inflatión á bústaðarmarknaðinum.

 

At tingfólk í Føroyum hugsa um at innføra danska ’boligstøtte’ í Føroyum, minkar ynski og evni hjá fjøldini til at spara saman, byggja nýtt ella keypa gamalt, og tað økir talið á teimum, sum seta seg hendur í favn og lata hini gjalda fyri seg. 

 

Harafturat er býlisstuðul ikki nøkur haldfør loysn. Hann bindur fólk at almennari hjálp og doyvir hug og stembran. Tá fólk fáa ’rætt’ til stuðul tengd at inntøku, vilja tey ofta umganga yvirarbeiði ella betur lønt størv um tey krossa inntøkumarkið og harvið missa stuðulin. Ein doyvdur arbeiðsmarknaður og minni framleiðsla er ikki nakað, búskapurin hevur ráð til og so slettis ikki tann føroyski.

 

Veruleikin er tann, at stuðul er ikki ókeypis, og tað er tú, sum rindar hann.

 

Gamla sosialistiska mantra’in er ’gev eftir evnum og njót eftir tørvi’. Men um Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi sleppa at avgera, hvat tín tørvur er, so er býlisstuðul ein góð strategisk loysn fyri hesar flokkar, tí hann ger fólk tengd at gávumildni hjá flokkinum og ikki flokkin tengdan at veljaranum.

 

Ein býlisstuðul eggjar fólki at leiga heldur enn at eiga. Er tað ikki júst sosialistiska ætlanin? Landið sum útleigari megnar ikki at byggja bíliga ella halda leigukostnaðinum niðri, men við at geva eitt sindur aftur sum ’stuðul’ afturfyri javnaðaratkvøðuna er flokkurin tryggjaður valdið næstu øldina.

 

Býlisstuðul vil bert ala fleiri sosialistar, ið mugu sláa seg til tols við smærri og dýrari smáttum, meðan sjampagnusosialistarnir á Vaglinum og almennu bústaðarfeløgini kunnu svimja í smøri. 

 

Leiga er og verður ein útreiðsla, men ogn er ein íløga og loysir seg bæði í dag og í framtíðini.

 

Tín ogn, tín avgerð

 

Fólkaflokkurin vil vísa á aðrar loysnir. Loysnir sum økja um útboðið og samstundis tryggja haldføri hjá føroyingum við at ogna sær egnan bústað. Egin bústaður er íløga í egna framtíð.

 

Bústaður kann umfarmt at vera heim eisini verða uppsparing, pensjón, arvur ella … Tú ræður, tað eru jú tín ogn, tínir pengar og tín avgerð.

 

Les meira um uppskotið hjá fólkaflokkinum her. Soleiðis gera vit Føroyar meira familjuvinaligar - Fólkaflokkurin

 

Vónandi kemur húsarúmið í framtíðini at endurspegla tað hjartarúmið hjá teimum mongu sum streyma til Føroyar.

 

Grímur Sundstein, Fólkaflokkurin.