Heykur og Falkur komnir til landið

Um 15-tíðina í gjár løgdu nýggju ísfiskatrolararnir, sum Faroe Seafood hevur latið byggja í Spaniu, til bryggju í Saltangará Tað var farið at skýma og regnaði illa, tá ið nýggju Beta-skipini, Heykur og Falkur, flaggskrýddir løgdu til bryggju í gjár.

Nógv fólk var á bryggjuni og tók ímóti skipunum, og Runavíkar kommuna skipaði fyri móttøku.

Hornorkestur spældi, og sangir vórðu sungnir, áðrenn borgarstjórin, Hans Jacob Lamhauge, steig á pallin og helt sína røðu fyri eigarum, manning og teimum, sum komin vóru saman til hátíðarhaldið.

Eftir at borgarstjórin hevði borið fram sína heilsu, steig stjórin í Faroe Seafood, Meinhard Jacobsen, á pallin og segði nøkur orð um skipavirksemið felagsins.

Í endanum av røðu síni bjóðaði Meinhard Jacobsen øllum umborð at síggja nýggju skipini og hini skipini hjá felagnum, sum fylgdu Heyki og Falki til lands.

Fólk vórðu eisini boðin til ábit í hølunum hjá felagnum á bryggjuni.