6. mars fylti Ingolf Rasmussen skipari í Havn 65 ár. Ingolf er føddur og uppvaksin í Søldarfirði. Hann fór til skips við slupp sum 16 ára gamal og sigldi við ymiskum fiskiskipum, áðrenn hann fór á stýrimansskúla í 1959. Tá hann hevði fingið stýrimansprógv í 1961, sigldi hann í eitt ár. Í 1962 tók hann skipsføraraprógv á Fanø Navigationsskole. Eftir tað sigldi hann við skipum hjá danska reiðarínum ØK í nøkur ár. Í 1971 fór hann at føra trolara hjá KGH í Grønlandi til 1978, tá hann fór at føra Sólborg hjá Eiler Jacobsen. Tá Sólborg bleiv seld til Royal Greenland í 1986, helt hann áfram sum skipari til 1990 og síðan við øðrum skipum hjá sama reiðaríi til 1992. Hann hevði farloyvi frá Royal Greenland í 1993, tá hann førdi nýggju Sólborg. Síðan var hann skipari hjá Royal Greenland til 2002. Í dag førir hann trolaran Ljósafellið hjá Mortan Johannesen. Ingolf hevur eisini yrkt og umsett fleiri sangir. Fleiri nýggjar sangir hjá sangkórinum í Ebenez-er hevur hann umsett. Ing-olf er giftur við Jónu, f. Guttesen, í Havn og eiga tey børnini Jens Paula og Sigrið. Sum sjómaður hevur hann upplivað allar broytingarnar frá slupp-unum til teir størstu nútímans trolararnar.