Immi varð føddur og vaks upp í Kunoy. Mamman var Mathilda (1909 -2000) fødd Andreassen og ættað úr Tarti í Oyndarfirði. Pápin var Poul Jens Dam (1903-1983), ættaður norður úr Beiti, Kunoy. Tey fingu 10 børn: Jastrid (1935), Mourits (1938) Katrin (1940-2007) Salomon (1941), William (1942), Jóhan (1944), Borghild (1946), Immanuel (1947), Pól (1950 ) og Anna (1954).
Elekrisitetverkið bleiv tendrað í Kunoy á Grækarismessu í 1952. Hetta var frívilligt arbeið, og fyri at fáa el til bygdina frá vatninum í Skarsdali, skuldu allir menninir hjálpa til. Og longu tá sum bert 5 ára gamal, setti Immi sær fyri, at eisini hann vildi verða við í hesum slóðbrótand arbeiði, og tí kollveltandi uppliving sum tað var, tá el kom til bygdina. Immi fór at læra til elektrikara hjá Tummas Thomsen í Klaksvík í 1965.
Í 1968 giftist Immi við Tórgerð Alfríð Andreassen (1951) av Húsum, dóttir Oliviu, vanliga kallað Lillan (1910- 2000) ættað úr niðaru Lon á Húsum og Joen Jacob Andreassen (1903 -1960) ættaður av Gadd á Nesi.
Eftir lokna útbúgving, sum elektrikari á summri 1970, fekk Immi kjans við Ørva til skips, og hetta var ein so mikið góður túrur, at Immi nú mundi síggja sær møguleika at fáa barnadreymin uppfyltan og fór á heysti sama árið til Odense at lesa víðari til El-installatør. Tá vóru tíðirnar øðrvísi enn nú á døgum, og tí varð Tórgerð eftir í Føroyum við fyrsta soninum Joen Jacob (1969). Hesa tíðina búðu tey fyri ta mesta úti á Bumshamri í Klaksvík hjá systir Tórgerð, men eisini vóru tey í Kunoy, har Immi nú átti 5 vaksnar beiggjar, so hann mundi halda at konan og sonurin vóru í góðum hondum har. “Konan hjá okkum” tóku teir skemtiliga til viðhvørt. Har gingu teir allir og trillaðu sonin í Kunoyartúni, og tað gav at býta, tá Immi kom heim aftur, tí Joen Jacob vildi onki kennast við henda “fremmanda“ mannin, sum kom aftur av flatlondum. Sagt er frá at sonurin hevði lítlan hug at frásiga sær allar hesar 5 “páparnar” í býti við bert hendan eina.
Knappiliga ein dagin í Odense fekk Immi eitt telegramm stungið inn undir hurðina, og á tí stóð stutt og greitt: “Fået datter”. Sparsemi í hesum boðum, man avspegla fíggjarligu støðuna hjá hesi familju tá í tíðini. Dóttirin Mathilda (1971) var næstan 1/2 ára gomul, tá Immi kom heim aftur úr DK. Onkur hevur nevnt, at hann átti ikki so frægt, sum at keypa sær mat fyri á sjóferðini heimaftur til Føroya.
Eftir lokna útbúgving í Danmark, búðu Immi, Tórgerð og børnini eina tíð norðuri á Gørðum í húsunum hjá beiggja Imma, men seinni leigaðu tey í Grótinum hjá Almu og Mikkjalenus.
Í 1973 flutti Immi við familju til Vestmannar at búgva í íbúðini í salinum Gideon. Har arbeiddi hann hjá Erik Tørslev Petersen í eina stutta tíð, men byrjaði skjótt sum sjálvstøðugur, og tók sama árið fyrsta av tils. uml. 20 lærlingunum í læru, og man hansara virksemið hava lagt lunnar undir húsarhaldið hjá fleiri familjum har á leiðini. El-fyritøkan byrjaði í hølinum, har sum Vestmóti húsast í dag. Har var bæði handil og verkstaður. Torgerð passaði fyri tað mesta handilin tá, eins og hon í øll árini hevur átt sín stóra leiklut í fyritøkuni, samtíðis sum hon hevur passað bæði heim og 6 børn, og tá var ongin barnaansing.
Sporini av trongu peningaligu korunum, sum ráddu í barnaárum hjá Imma, saman við hansara kristnu trúgv, hava mong kent fløvan av. Immi hevur ikki hildið seg aftur í at geva burturav framburði sínum víða um bæði herheima og eisini langt út um landoddarnar. Eisini hevur hann saman við øðrum verið mangan túrin uttanlanda í sambandi við hjálpararbeiði í Polen og Rumenien.
Tann 24. januar 1974 kom 3. barnið, Liljan. Tórgerð var tá stødd í Klaksvík hjá systrini. Oljustreykan var tá, og ikki var loyvt at koyra bil um kvøldarnar, so systirin mátti ringja heim á politistøðina fyri at fáa undantaksloyvi at koyra Tórgerð hetta kvøldið.
Ì 1975 flutti familjan aftur. Hesuferð lá leiðin til Hotel Geyta inni í Firði í Kollafirði. Við hjálp frá Annu, systir Tórgerð, høvdu tey hotellvirksemi har, samstundis sum el-fyritøkan vaks alt meir, og eisini fóru tey í holt við at byggja nýggj hús norðuri í Sundinum um hetta mundið. Í 1977 flutti familjan í nýggju húsini. Ì 1978 er Stefania fødd, Mikkjal í 1983 og stutt eftir at fyrsta barn teirra varð gift í 1989, fingu tey Torkil.
Tað er ein avgjørdur persónur, sum hevur føðingardag, og er hetta greitt komið fram, tá ið hann hevur lagt seg út í tað samfelagsliga kjakið.
Slóbrótandi hevur hann eisini verið innan framtíðar orkuveiting, so sum sólorku, og var hann helst ein tann fyrsti til at introducera hesa orkukeldu fyri føroyingum.
Immi er uppvaksin í einum trúgvandi heimi, og sigast skal at Immi hevur havt eitt stórt hjartað fyri andaligum arbeiði øll hesi árini. Serliga hevur hann lagt dentin á at boða gleðiboðskapin fyri børnunum. Hann var sera virkin í Vestmanna, og tá familjan flutti til Kollafjarðar, lá hesin partur ikki eftir. Góðir vinmenn hjálptu til at hava møtir og barnamøtir inni á Hotel Geyta, og nógv barnamøtir eru eisini hildin í stovuni í heiminum norðuri í Sundinum. Tey munnu vera mong, sum kunnu minnast aftur á at hava hoyrt Orðið talað har og allar tær góðu søgurnar. Immi hevur góð evni at siga frá, og børnini sótu pinnastill og lurtaðu eftir bíbliusøgum og søgum sum t.d. Mary Jones, Pílagrímsferðin o. ø. Honum dámar væl at syngja og dugir eisini at spæla upp á orgul og harmoniku, so væl lá fyri at læra børnini góðar sangir.
Immi er náttúrumenniskja burturav, og í nøkur ár hevði hann bát, og dámdi honum sera væl at vera á sjónum í frítíðini, har hann veiddi bæði fugl og fisk. So seldi hann bátin og hevur seinni árini roynt seg sum knæbóndi í Elduvík.
Elduvík er sera vøkur og barnavinarlig bygd, og nú barnabørnini eru vorðin 11 í tali, dáma teimum sera væl at hugna sær í bønum og hava fingið mangan karmin í Stórá.
Vit ynskja Imma hjartaliga tillukku við degnum.
mol