oyggjunum og hvørja ferð eg havi verið í Ísrael við føroyskum ferðaløgum, er tað ein serstøk andaktsløta í urtagarðinum tá ið vit saman syngja sangin "Hin tíma í Getsemane eg aldri gloyma kann". Hóast [...] fekk sjá hin Gud og mann. Niðurlag: Eg gloymi ei, eg gloymi ei, eg gloymi aldri teg, tá tú á knæ í angist lást har í Getsemane. Tá ið eg fór í andanum í urtagarðin har, eg sá hvør tungt, ið dómurin, á Jesus [...] fram, er tað eins og andi Gud dregur hesa hendingina so nær so at tú eins og hoyrir hann biðja tráliga í fjarløgu. Í eina rammu: Hin tíma í Getsemane Hin tíma í Getsemane, eg aldri gloyma kann, tá eg í sveitta
hesum sparikassanum, hvørs heimstaður er Klaksvík. -So tá ábyrgdarafundur hava verið í sparikassanum, so biði eg altíð ein tulk koma við á hesar fundir. -So veit eg, at eg fái alt við av tí sum verður frásagt [...] starvsfelagum hansara so er hann bæði røkin og dugnaligur í arbeiðinum. Praktisk linja Ásmund er føddur í Klaksvík og er eisini vaksin upp har. Hann hevur kortini ikki altíð verið deyvur. Fyrsta hálvtannað [...] býnum í eina tíð. -Men eg hevði kortini hug at royna okkurt annað - okkurt praktiskt. -Og soleiðis gekk tað til, at eg kom í læru sum timburmaður hjá Klaksvíkar Byggivirki tey fýra árini frá 1988 til 1992,
ini. Høvdu vit tá verið greiðir yvir, hvussu víttgangandi hetta kundi blíva, so hevði tað helst eisini verið eitt uppaftur størri politiskt mál tá. Men tað er nústaðni nú undir hesi samgonguni, at teir [...] skatting, so er tað enn eitt dømi um uttanumtos. Kjarnin í málinum er tann, at fiskirættindini eru ikki ogn hjá einstaklingum. Tá Anfinn Kallsberg so eisini fer at tosa um ognarskatt, so er tað jú púra [...] formaður Miðfloksins hevur sagt um sama mál: -Eg síggi, at Jenis av Rana úttalar seg til Sosialin um, at hetta er prísurin fyri at fara í song við Fólkaflokkinum. Tað er rætt, og vit ætla okkum heldur ikki at
átti slíkar upplivingar, sum okkum hevur verið fyri, eisini at verið nakað, ið aðrir av mínum landsmonnum áttu at upplivað, og eg skal lova tykkum fyri, at eg fari at gera mítt ítarsta fyri at vekja áhugan [...] fryntlig og blíð, so eg havi kent meg sum heima her hjá tykkum. Borgarstjórin sær fyri sær fleiri nýggjar samstarvsmøguleikar í framtíðini. Her hugsar hann ikki minst um oljuna. ?Eg veit væl, at tit hava [...] tið og krevur sítt tol. Tað kenna vit alt til í Skotlandi, og her hugsi eg um tey fyrstu árini. Vit hava gjørt okkara mistøk í hesi vinnu, og tað eru m.a. tey, sum vit ynskja, at tit skulu læra av, soleiðis
útlendingar sótu á nærum øllum. -Eg havi varhugan av, at tit í Føroyum eru farnir at fyrireika tykkum, og hetta er gott. Tit kunnu uttan iva læra nógv av okkara virkjum, og her hugsi eg bæði um tað skilagóða og [...] Stavanger at síggja, hvussu norðmenn hava borið seg at í hesi vinnu. Sum í Stavanger fyri 30 árum síðani Hallvard Ween heldur, at støðan í Føroyum í dag er meinlík henni í Stavanger fyri skjótt 30 árum síðani [...] Eisini Jostein Soland heldur tað er náttúrligt og rætt av føroyingum at venda sær móti Stavanger. -Sjálvandi eiga tit eisini at samvinna og læra av øðrum enn okkum, men eg haldi, at felags søga okkara, mentanin
meti eg ikki hava nakað við tónleik at gera. Orsøkin til, eg ikki fari á nakran tónleikaskúla er, at eg vil ikki enda sum nakar massaproduktiónstónleikari. Eg veit eisini fullvæl, at hetta ikki er galdandi [...] óheppin at fáa gø í handliðið. ? Eg havi alla tíð leitað eftir ávísum tónleikarum, sum hava somu hugsan sum eg um tónleik. Kemiin skal eisini passa, og tað kann taka tíð. Eg havi nú funnið tann rætta, og vit [...] íblástur í Føroyum. ? Eg hevði avgjørt, at eg skuldi royna nakað nýtt. Millum møguleikarnar var Kuba, USA, India og Nepal, tí umframt tað tónleikaliga, so hevði eg sett mær fyri, at eg eisini skuldi fáa nógv
við lív og sál. Sær fegin at olja er her -Hetta er so nýtt fyri meg eins og tað er fyri okkum føroyingar sum heild. Vit vita jú ikki, um nøkur olja finst, men tað er so tað, ið vit skulu til at finna út [...] arbeiða og gera íløgur á føroyskum øki, er av alstórum týdningi fyri okkum, tey og hesa vinnu. Eg skal í hvussu er gera mítt til, at vit fáa ein góðan dialog. Eg fari at lurta og saman við mínum ?oljufólkum [...] hevur verið í bløðunum seinastu árini. -Her hevur Sosialurin gjørt eitt stórt arbeiði, og tøkk skal blaðið hava fyri tað. Talan er her um fjølbroytt tilfar, sum fevnir sera víða. Og tað fari eg nú at kunna
onga neyð. Eg haldi, at tað snýr seg í stóran mun um raðfesting, og soleiðis er tað vælsaktans hjá øllum familjum, greiðir Baldur frá, sum er íslendingur, men hevur búð í Føroyum seinastu trý árini. Hóast [...] liva í einum heimi, har tað bert er ein inntøka: - Eg vil siga, at óvæntaðar útreiðslur eru harðar, men eg haldi, at børnini hjá mær hava tað eins og flest onnur børn, og eg haldi ikki, at teimum manglar [...] keypa sær sjálvum ella børnunum nýggj og dýr klæðir, er ikki nakað, hann heldur einans er galdandi í familjum við stakum uppihaldara: - Tað er vanligt, at eg má siga við meg sjálvan og eisini børnini, at hatta
hann veruliga har, og eg finni ikki orð fyr, hvussu fegin eg eri, sigur Sonja Schneider. Øll bygdin hevur verið spent um nýggja skúlan, og øll eru ómetaliga glað, nú hann endliga er klárur at taka í brúk [...] longdu summarfrítíðina hevur verið, at arbeiðið við nýggja skúlabygninginum hevur drigið út. Framvegis eru nakrir snøklar eftir at gera, men nú er so mikið fráliðið, at ráðiligt er hjá børnunum í Kaldbak at [...] stórhending fyri alla Kaldbakbygd. Sonja Schneider er ovurfegin um, at loksins kann regluliga skúlagongdin byrja aftur í einum snotuligum bygningi. ? Eg havi leingi havt bygningin sum eina tekning í høvdinum
Heinesen hevur verið við í arbeiðinum uppá komandi leiting frá byrjan. -Vónir mínar eru fyrst og fremst knýttar at, hvat vit kunnu fáa burtur úr hesi útbjóðingini av leitiprogrammum. Har havi eg so vónir um [...] sær fyri hetta umfarið, er at byggja upp grundarlag fyri komandi leitingum. -Tað økið, sum er lætt tilgongiligt, er ikki stórt. Hyggja vit so eftir økinum væl uttan fyri tað, so er hetta eitt øki við nógvum [...] fara eftir. Tann optimisman, sum er í løtuni, er tí meira konkretiserað. Eydnast tað í hesi runduni at finna olju, so verður hon funnin innan fyri tey fyrstu trý árini. tað sum sína sergrein at skriva