-Tað hevur gingið væl. Vit hava arbeitt dúgliga, og vit hava havt eitt ógvuliga gott team sigur Martin Heinesen, leiðari á Jarðfrøðissavninum, sum stendur á odda fyri arbeiðinum at viðgera fyrstu umsóknirnar til oljuleiting á føroyska landgrunninum.
Tilsamans 10 jarðfrøðingar o.o. hava verið við í hesum stóra og týðandi arbeiði. Umframt føroyingarnar Martin Heinesen, Hera Ziska og Turid Madsen eru eisini fimm fólk frá GEUS, ið er ein stovnur undir danska orkumálaráðnum. Millum donsku jarðfrøðingarnar er eisini Morten Sparre Andersen, sum hevur luttikið í forkanningunum á føroyskum øki øll 90-árini. Haraftrat brúkar Jarðfrøðissavnið tveir útlendskar ráðgevar, Judith Neish úr Skotlandi, sum er serfrøðingur í seismikki- og øðrum og so Gordon Taylor, sum hevur starvast á jarðfrøðiligu deildini hjá BP í mong ár. Hann er nú sjálvstøðugur.
Hetta er so alt nakað, sum Oljumálastýrið og Jarðfrøðissavnið gjalda fyri. Uppá fyrispurning hví teir brúka so nógvar danskar serfrøðingar til arbeiðið sigur Martin Heinesen, at teir hava sera tætt søguligt samstarv við hesi fólkini. Geus hevur eisini rættiliga nógv innlit í føroysku jarðfrøðina sum heild. Samstarv er í nógvar mátar og var tað tí heilt náttúrligt at halda fram við tí og víðka tað.
Tað hevur verið eitt sera umfatandi arbeiði. Hetta er eisini fyrstu ferð, at slíkt arbeiði verður gjørt her. Feløgini hava sum heild fylgt væl teimum mannagongdum, sum føroyskir myndugleikar fyriskrivaðu í útboðstilfarinum vísir Martin Heinesen á.
Uppá fyrispurning um tær vónir teir hava havt til arbeiðsskráir og øki sum oljufeløgini hava lagt fram sampakka sigur Martin Heinesen, at tað er ikki rætt at siga nakað um tað, tí samráðingarnar eru ikki lidnar enn.
-Myndin er tó á heilt góðari leið. Útlit eru til, at vit fáa eina rættiliga væl dekkandi oljuleiting á føroyskum øki, sum fatar um tey elementini, sum vit hava mett sum týðandi.
Martin Heinesen hevur verið við í arbeiðinum uppá komandi leiting frá byrjan.
-Vónir mínar eru fyrst og fremst knýttar at, hvat vit kunnu fáa burtur úr hesi útbjóðingini av leitiprogrammum. Har havi eg so vónir um at fáa hampuliga góðar leitiskráir. Men vit síggja so eisini møguleikar fyri at finna olju, og tað er tí, at vit eru farin í gongd við hetta arbeiðið sigur føroyski jarðfrøðingurin og leggur aftrat:
-Tað, sum vit halda okkum síggja tekin um, er m.a. tað, sum minnir um oljuleiðirnar vestan fyri Hetland. Juddbassengið, sum Foinaven oljufeltið liggur í, røkkur inn á føroyska økið eisini. Tað er næstan frítt fyri basalti, og tí er sera góður datadekningur har.
Martin Heinesen leggur dent á, at jarðfrøðin spyr ikki um menniskjagjørd mark. Tí vil hann heldur ikki útiloka, at tað finnast oljukeldur, sum liggja báðu megin markið.
Nøkur vilja bora í 2001
-Hvussu nógvar boringar kunnu vit rokna við í 2001 - millum 2 og 5?
-Onkunstaðni harímillum. Jarðfrøðiliga kanningargrundarlagið skuldi verið til steðar, at tað kann borast, uttan at tað skulu gerast víðari kanningar. Tað er meira spurningar um at fáa trygd og umhvørvi uppá pláss.
Martin Heinesen sigur, at tað er ikki avgerandi fyri teir, um borað verður í næsta ár. Men tað verða uttan iva nakrar boringar í 2001, somuleiðis í 2002 og 2003. Talan er um seks ára loyvi og níggju ára loyvi. Ein stórur partur av borivirkseminum í seks ára loyvunum verður helst at liggja innan fyri tey fyrstu trý árini.
Tað hevur so sjálvandi nógv at siga, hvat hesi trý árini geva. Er so talan um góð úrslit og olja verður funnin, so kann hetta fáa uppaftur fleiri boringar í gongd.
Martin Heinesen sigur, at teir hava ábendingar um, at onkur feløg meta seg verða klár at bora í 2001. Talan er um fleiri feløg og fleiri ymsar strukturar. Onnur halda ikki, at tað er so umráðandi at byrja boring í 2001, og tað kann vera, at tey eisini hava góðar arbeiðsskráir og góð boð fyri tann skuld.
Hvat viðvíkur enn einum umfari í føroysku øki, so sigur Martin Heinesen, at ein partur av kriterienum, sum teir hava sett sær fyri hetta umfarið, er at byggja upp grundarlag fyri komandi leitingum.
-Tað økið, sum er lætt tilgongiligt, er ikki stórt. Hyggja vit so eftir økinum væl uttan fyri tað, so er hetta eitt øki við nógvum basalti og liggja hesi øki eitt sindur fjart frá kendum øki. Støðan í løtuni er so tann, at helvtin av verandi øki hevur áhuga fyri oljufeløgini. Um so er, at olja verður funnin í hesum økinum, so kann roknast við, at restin av økinum, sum er boðið út í ár, kann koma uppí eina aðru rundu seinni. Kanska aftaná eini 2-3 ár hevur man so eitt grundarlag fyri eini útbjóðing aftrat.
-Leggja vit nú alla vitanina um okkara økið, sum finst, saman, er tú tá meira bjartskygdur um møguleikan at finna olju?
- Fyrr var tað so óvist. Tá var talan um reinar gitingar. Nú hevur man meira ítøkilig tekin um, at tað kunnu vera oljuleiðir at fara eftir. Tann optimisman, sum er í løtuni, er tí meira konkretiserað.
Eydnast tað í hesi runduni at finna olju, so verður hon funnin innan fyri tey fyrstu trý árini. tað sum sína sergrein at skriva um altjóða kvinnufótbólt. Hann hevur síðani sent mær øll úrslit, og afturfyri havi eg sent honum úrslitini og hini hagtølini yvir teir dystirnar, sum vit hava spælt.
Yvirhálað
Tá vit spyrja Álvur, hvussu føroyski kvinnufótbólturin stendur seg nú sammett við í 1997, tá u?18 landsliðið fyrstu ferð tók lut í EM undankappingini, so svarar Álvur soleiðis:
? Luttøkutalið er vaksið ótrúliga nógv. Bæði tí áhugin fyri kvinnufótbólti er øktur kring Europa, og tí at so nógv nýggj lond hava sæð dagsins ljós. Nú luttaka 32 lond í kappingini. Vit vóru tíðliga uppií, og í 1997 vórðu vit flokkað í næstovasta styrkisbólkinum. Tað eru vit ikki longur, staðfestir Álvur Hansen, sum harvið ásannar, at menningin í nógvum av londunum, sum nú eru uppi í kappingini, hevur verið størri, enn hon hevur verið í Føroyum.
jh