-Stórhending fyri alla Kaldbaksbygd

Eitt sindur seinkað kundi Kaldbaksskúlið fara undir skúlaárið hósmorgunin. Orsøkin til seinkingina er, at byggingin av skúlanum hevur drigið út, men tað leggja fólk í Kaldbak ikki petti í, tí tey eru ovurfegin um nýggja skúlan.-Eg havi leingi havt bygningin sum eina tekning í høvdinum, men nú stendur hann veruliga har, og eg finni ikki orð fyr, hvussu fegin eg eri, sigur fyrrverandi fyrstilærarin Sonja Schneider.

Flestu skúlarnir kring landið fóru undir nýggja skúlaárið mánadagin í farnu viku, men børnini í Kaldbak hava havt eina góða viku longri í summarfrítíð. Orsøkin til longdu summarfrítíðina hevur verið, at arbeiðið við nýggja skúlabygninginum hevur drigið út.
Framvegis eru nakrir snøklar eftir at gera, men nú er so mikið fráliðið, at ráðiligt er hjá børnunum í Kaldbak at fara undir skúlagongdina aftur.Hósmorgunin var so fyrsti skúladagur hjá børnunum í Kaldbak, og tey kunnu fegnast um, at tey nú sleppa at halda til í einum nútímansgjørdum skúla.
Kaldbaksskúlið hevur hildið til í tveimum fráskildum bygningum, men nýggi bygningurin er bygdur ímillum teir báðar gomlu, og tískil er skúlin nú savnaður í einum samanhangandi bygningi.

Sjey børn í 1.flokk
Hósmorgunin fóru í alt sjey børn fyri fyrstu ferð í skúla. Nógv systkin, foreldur og ommur og abbar vóru við á fyrsta skúladegnum. Skúlin í Kaldbak bjóðaði køkur og kaffi til tey vitjandi. Hóast spenningurin óivað hevur verið stórur 1.floksnæmingunum, so sluppu tey bara at vera í skúla ein tíma hósdagin. Í gjár skuldi veruliga skúlagongdin byrja.
Í alt 36 børn ganga í skúlanum í Kaldbak, so nýggi bygningurin kom í tøkum tíma, tí plásstrot hevur verið seinnu árini.
Í bygdini búgva nógvar ungar familjur, og fleiri og fleiri børn fara at leggjast afturat skúlanum í framtíðini.
Til at undirvísa tey 36 børnini eru trý fulltíðarstørv sett. Tey trý fulltíðarstørvini eru deild á fýra lærarar. Teir fýra lærarnir eru Ragnar Magnussen, Rudolf Joensen og hjúnini Olav og Sonja Schneider

Gamal skúli
Fyrsti skúlin í Kaldbak varð bygdur í 1911. Sjúrður Nysted, sum í mong ár var einasti lærarin í bygdini, greiðir frá, at fyrsti skúlabygningurin varð lagaður úr gróti. Í gamla skúlanum var ein skúlastova og eitt loft. Næmingarnir sótu 4-5 saman á einum einum bonki.
Sjúrður Nysted byrjaði sum lærari í Kaldbak í 1960, og hann var einsamallur lærari fram til 1982. Hann fortelur frá, at hann skipaði skúlagongdina soleiðis, at fýra teir elstu árgangirnir vóru fyrrapart í skúla, meðan teir tríggir yngstu árgangirnir vóru í skúla seinnapart.
Økta næmingatalið hevði við sær, at neyðugt var við einum bygningi afturat. Í 1982 varð so næsta húsið til at undirvísa í bygt. Hesi bæði húsini hava so húsað kaldbaksbørnum fram til seinasta skúlaár.

Verið drúgt
Fyrrverandi fyrstilærarin í Kaldbaksskúla, Sonja Schneider, sigur, at arbeiðið við nýggja skúlanum hevur verið drúgt. Fyrireikingararbeiðið byrjaði í juni mánaði í 1999, tá fyrstu fundirnir um nýggja bygningin vórðu hildnir.
Farið var undir sjálva byggingina í desember mánaði í fjør, og byggingin hevur staðið á til nú. Meðan arbeiðið hevur staðið á, hava kaldbaksbørn hildið til í handlinum í Kaldbak og í miðhæddini í Stórhúsi, har Biofar í sínum døgum var.
Í nýggja skúlabygninginum er rúm fyri einum kontóri til stjóran, einum lærarahøli og einum felags innøki. Innøkið skal nýtast til telduundirvísing og bókasavn hjá næmingunum.
Sonja Schneider greiðir frá, at við nýggja bygninginum er Kaldbaksskúlið til reiðar at lúka tey krøv, nýggja Ársverkið setur. Næmingar í fólkaskúlanum í dag skulu seta nógva tíð av til bólkaarbeiði, og við nýbyggingini eru góðir møguleikar hjá næmingunum at arbeiða í bólkum.

Frálíkt samstarv
Kaldbaksskúlið er ein av teimum smærru skúlunum í landinum. Fyri at tryggja, at skúlin kann veita somu undirvísingarmøguleikar sum skúlarnir í miðstaðarøkinum, hevur leiðslan í skúlanum valt at gera nógv av at samstarva við aðrar skúlar.
Sonja Schneider nevnir, at skúlin samstarvar við skúlan í Kollafirði, Tórshavnar Kommunuskúla og skúlan á Velbastað. Samstarvið við skúlan í Kollafirði fevnir um smíð, heimkunnleika og handarbeiði, meðan fjúrtanda hvønn dag eru børn úr Kaldbak og Velbastað í Kommunuskúlanum, har tey fáa undirvísing í alis- og evnafrøði.
Sambært Sonju Schneider riggar samstarvið væl, og hon heldur tað verða eitt frálíkt dømi um, at smærru eindirnar kunnu gera sær dælt av fakkunnleikanum og fakhølunum hjá øðrum skúlum.
Samstarvið tryggjar, at smærru skúlarnir eru fult á hædd við teir størru. Hon vísir á, at við at troyta samstarvsmøguleikarnar megnar Kaldbaksskúlið at fylgja teimum treytum, sum eru álagdar í nýggju fólkaskúlalógini.
Skúlagreinarnar, Kalbaksskúlið samstarvar um, eru júst lærugreinir, ið børnunum dámar væl, og tað hevði verið stak óheppið, um børnini í Kaldbak ikki høvdu møguleikar at fáa frálæru í just teimum lærugreinunum.

Stórhending fyri alla bygdina
Umbyggingin av skúlanum er av sonnum ein stórhending fyri alla Kaldbakbygd. Sonja Schneider er ovurfegin um, at loksins kann regluliga skúlagongdin byrja aftur í einum snotuligum bygningi.
? Eg havi leingi havt bygningin sum eina tekning í høvdinum, men nú stendur hann veruliga har, og eg finni ikki orð fyr, hvussu fegin eg eri, sigur Sonja Schneider.
Øll bygdin hevur verið spent um nýggja skúlan, og øll eru ómetaliga glað, nú hann endliga er klárur at taka í brúk. Sonja fortelur, at tað hevur verið ein ótrúligur tørvur fyri einum nútímansskúla í Kaldbak, og nú tað endaliga er eydnast, eru fólk í Kaldbak ótrúliga takksom.
Seinastu dagarnar hava børnini verið spent til nýggja skúlaárið fór av bakkastokki, og tey hava verið í heilum og fregnast, hvussu tað mundi ganga við arbeiðinum, tí tey hava verið spent at royna nýggja skúlan, sum fer at geva teimum heilt aðrar umstøður