-Komið til Stavanger og lærið av okkum

Stavanger var í somu støðu sum Føroyar eru í í dag, tá oljuvinnan bankaði á dyrnar har fyri 30 árum síðani. Tað kundi tí verið sunt og gott fyri føroysk virki at sæð, hvussu norski ídnaðurin hevur ment seg halda umboð fyri norskt vinnulív, sum hava verið í Føroyum fyri at bjóða føroyingum til norska oljuhøvuðsstaðin.

-Vit vistu lítið og einki um hesa nýggju vinnuna, tá farið varð undir at leita eftir olju og gassi í Noregi. Vit hava útvegað okkum vitan og royndir frá øðrum, og hetta sama kunnu føroyingar gera í dag. Komið til Stavanger og lærið av okkara royndum.

Hetta sigur Hallvard Ween, stjóri í Stavanger Forum, sum annaðhvørt ár skipar fyri heimsins størstu oljumessu ONS.

Nú um dagarnar vóru hann og Jostein Soland, stjóri í Stavanger Næringsforening á vitjan í Føroyum. Endamálið við vitjanini varð at kunna seg við føroyskan ídnað og støðuna her í sambandi við eina komandi oljuleiting og at bjóða føroyskum virkjum til norska oljuhøvuðsstaðin Stavanger at síggja, hvussu norðmenn hava borið seg at í hesi vinnu.


Sum í Stavanger fyri 30 árum síðani

Hallvard Ween heldur, at støðan í Føroyum í dag er meinlík henni í Stavanger fyri skjótt 30 árum síðani, áðrenn nøkur oljuleiting av álvara hevði tikið seg upp.

Hann heldur sjálvur, at føroyingar hava nógvar fyrimunir framum norðmenn, tí tá var alt so nýtt og útlendingar sótu á nærum øllum. -Eg havi varhugan av, at tit í Føroyum eru farnir at fyrireika tykkum, og hetta er gott. Tit kunnu uttan iva læra nógv av okkara virkjum, og her hugsi eg bæði um tað skilagóða og tað skeiva tey hava gjørt.

Eisini Jostein Soland heldur tað er náttúrligt og rætt av føroyingum at venda sær móti Stavanger.

-Sjálvandi eiga tit eisini at samvinna og læra av øðrum enn okkum, men eg haldi, at felags søga okkara, mentanin og málið gera tað so náttúrligt, at føroyingar og norðmenn samvinna, nú ein oljuvinna skal byggjast upp í Føroyum sigur hann.

Sum stjóri í vinnlívsfelagnum í Stavanger, sum hevur meira enn 1000 limir, sær Jostein Soland fegin, at umboð fyri føroyskt vinnulív vitja tær ymsu norsku fyritøkurnar fyri at fáa samstarv í lag. Her kann m.a. verða talan um joint-ventures, har føroysk virki longu nú kunnu vera við í arbeiðinum, sum hava tilknýti til verandi oljuvinnu í Noregi. Hetta kann so vera góð venjing og ein máti at ogna sær vitan og royndir, sum kunnu brúkast í menningini av eini føroyskari oljuvinnu.

-Eg haldi tit eiga at brúka grannan fyri eystan sum samarbeiðspartnara - og her eru mentanarligu bondini ein góður karmur at byggja hetta á.

Hann heldur tað m.a. er umráðandi, at føroysk virki ikki longu nú gera stórar íløgur. Nettup tí kann tað vera skilagott at vitja virki í Noregi.

Fyri at vísa, hvussu stórur og útviklingurin hevur verið í Noregi vísir Jostein Soland á, at fyrstu pallurin, sum varð gjørdur og brúktur í Noregi, tá leitað varð eftir olju, vigaði 30.000 tons. Trollpallurin, sum herfyri varð bygdur í Noregi, vigar til sammetingar meira enn 1 mill. tons.

Hann heldur annars, at nú Føroyar eru minni og meira viðkvæmar enn t.d. Stavanger er tað sera umráðandi, at eitt nú bæði arbeiðsgevarafeløg og arbeiðarafeløg oo. gera sær greitt, hvat alt hetta snýr seg um og royna at arbeiða saman - hond í hond - sum hann málber seg.


Komið til ONS

Hallvard Ween, sum hevur fyriskipað fleiri av oljuráðstevnunum ONS seinastu árini vónar at síggja føroyingar á stevnuni, sum verður í august og september. Hann sær fegin, at føroyingar hava sín egna bás har og vil annars gera alt fyri, at føroyingar, sum koma á messuna, fáa møguleika at hitta umboð fyri norskan oljuídnað.

Hann heldur tað annars vera sera óheppið fyri eitt framtíðar samstarv, at flogsambandið er so vánaligt millum londini. Í dag skal tú umvegin til Danmarkar fyrst. Heldur átti ein beinleiðis ruta at verið millum Føroyar og Stavanger. Tað hevði stytt um tíðina og minkað um útreiðslurnar. Fyri ikki at tosa um, at tú tá fekk meira burtur úr.

Hann vísir á, at í kjalarvørrinum á útviklinginum í Norðsjónum kom fast flogsamband millum Stavanger og Aberdeen, so tað er kanska ikki burturvið at hugsa sær ein líknandi útvikling her norðuri, tá farið verður at leita eftir olju fyri ikki at tosa um, tá og um olja verður funnin við Føroyar.

Undir vitjanini í Føroyum herfyri hittu teir báðir norðmenninir eisini skrivaran í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Jan Mortensen. Saman við honum vilja teir fegnir skipa fyri eini vitjan í Stavanger fyri føroyskum vinnulívsfólki.