fyri verðslig viðurskifti. Men lygnin um Bíbliunnar innihald er so grov, at eg haldi tað vera neyðugt at rætta lygnina og at vísa á, hvar í Bíbliuni tú finnur tilburðin nevndan. Bíblian sigur ikki alt [...] bløðunum, um hvørt tað er rætt ella skeivt at vera samkyndur. Tað má ein og hvør sjálvur taka ábyrgd av, og hann má sjálvur velja, hvørja grund hann byggir sína avgerð á. Málið sum nú er frammi eigur í staðin [...] Harðskapur, homoseksualitet + siðloysi yvirhøvur, og “hástór egoisma”. Vilt tú síggja veruleikan, so lesið 1. Mós. 19, 4-10. Í minsta lagi, ella kap. 18 og 19. Framyvir vil eg ikki taka lut í nakrari politiskari
sum eina grundgeving fyri at varðveita ð-ið. Eitt annað mál er, at henda hugsháttar setningsskipan tíverri er við at hvørva úr okkara máli. Tað er tað vorðið vanligt, og hevur verið tað leingi, at ein samansett [...] royna at geva eitt íkast til eitt ynskiligt orðaskifti, ið kann føra til bata. Her er tá fyrst at siga, at greinskrivarin er ikki sjálvur málfrøðingur og hevur ikki aðrar fortreytir enn tær, at hann hevur [...] hond. Spurningurin er, um ikki meira verður vunnið enn mist, um skrivað verður, sum ljóðar, t.d. fjæla, fjaldi - læsa, lasti - ræka, rakti - svælur, svalligur o.s.fr.. Men sjálvandi er hetta eitt torført
Tað einasta, sum hevur týdning, er, hvussu drúgv viðgongutíðin er. Yvirskipað er besta fyribyrgingin fyri bróstkrabba, vit vita um, at eiga børn í tjúgunum, og tað er akkurát í viku 34 í viðgongutíðini [...] Hinvegin hevur tað lítla og onga ávirkan at kvinnan fær børn eftir at hon er fylt 28. Á statens Seruminstutut halda granskarar, at tað er áhugavert at vita, at aldurin á kvinnuni hevur týdning, men endamálið [...] úrslit av granskingini er, at kvinnur, sum eiga áðrenn viku 33, eru ikki líka væl vardar fyri bróstkrabba sum tær í eiga í 34, ella seinni. Granskarar halda, at nettupp hetta er eitt úrslit, sum kann fáa
í álvarsligum vanda fyri at missa sendiloyvi. Sambært Finn Jensen skyldar støðin uml. 1,4 mió. krónur og peningur er ikki tøkur til at gjalda nakað yvirhøvur. Sosialurin hevur fingið orð á Finn Jensen, [...] uppá, so hongur ikki saman. Er tað ikki rein undanførsla, at skylda upp á útvarpsgjaldið? ? Møguliga, men eg sigi bara so, at pengar mugu til fyri at fáa tað at koyra. Men er tað ikki tykkara ábyrgd at [...] sigur Finn Jensen. Er ikki ein orsøk til at eingin vil lýsa, at meginparturin av sendingunum hevur verið mettur at vera óseriøsur, og at tað vilja lýsararnir ikki knýtast at? ? Tað er nokk rætt, at ein
soleiðis at AA kann sleppa út at kappast í Europa. Prísurin er at onnur sleppa inn á Føroya rutuna tá tey vilja, so hvar er trupulleikin? Tá er eingin andsøgn og hann hevur tá bert ein hatt. Tá skal hann [...] m.. Vit hava so ivaleyst av kapping, men hon er ikki á føroyarutuni longur, hon er flutt út í heim! Vit hava ein globalan aktør í flogvinnuni og tað er Atlantsflog! Vit hava nevniliga starvsfólkini [...] AA er eitt altjóða kappingarført flogfelag, við sera dugnaligum fleksiblum og legg til merkis, føroyskum starvsfólkum. Hetta at reka flogfelag er ikki naka sum ein og hvør kann, kappingin er beinhørð
orð á hvar hann ætlar sær stig, og hvussu nógv stig Føroyar skulu seta nøsina upp ímóti, men týdningarmikið er, at stuðulin verður tann sami sum undanfarnu árini. - Tað sum eg gangi mest uppí er ikki hvønn [...] Skemtiliga heldur Atli fyri, at Spania uttan iva er eitt gott lutakast fyri teir, ið selja saltfisk. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við Atla Gregersen fyri løtu síðani. [...] Svøríki, Noreg, Rumenia og Malta. Liðskiparin á føroyska landsliðnum, Atli Gregersen heldur, at talan er um eitt gott lutakast. Men Atli undirstrikar, at allir dystirnir verða torførir, eisini dystirnir ímóti
prestaútbúgvingin er nógv betur fyri enn tann grønlendska prestaútbúgvingin. Vit síggja í einum sangi ”Mangt er undarligt, tað sigur abbi”. Hetta má verða eitt tað merkiligasta, sum er til í nýggjari tíð [...] Skálavík, so er tann grønlendska prestaútbúgvingin á nógv lægri støði enn bæði tann danska og norska gudfrøðisútbúgvingin. Ei undur í, at hesin ungi presturin stendur spyrjandi og heldur, at tað er løgið, at [...] Tá ið ein, ið hevur grønlendska útbúgving, sum er á nógv lægri støðu enn tann norska, kann fáa starv í tí føroysku fólkakirkjuni. Orsøkin til hesa støðu er at finna í einari danskari fatan av tí norsku
ásett, kann á ongan hátt góðtakast. Og, álvaratos, hvar er rationale og logikkurin í hesum politikkinum? Sagt verður í greinini í Sosialinum, at tað er vanligt at ferðafólk umborð í ferðamannaskipum gjalda [...] haft hesi seinastu árini. Tað er ógvuliga umráðandi, at mynduleikin fær at vita, hvussu ómetaliga viðbrekin hendan vinnan er mótvegis sveiggjum í prísásetingum. Talan er ofta um heilt fáar krónur fyri [...] trygdargjald á 1-2 evrur pr. ferðafólk til tess at mótviga útreiðslurnar fyri trygdarkrøvini, - sum skipini sjálvi krevja, at havnirnar leggja orku til í hvørjum einstøkum føri. Grønland er í eini serstøðu
burturúr. Úrslitið er, at í dag kunnu uppisjóvarskipini næstan teljast á einari hond. Men teir skerdu veiðimøguleikarnir hava eisini havt við sær, at prísurin á uppisjóvarfiskinum er hækkaður, og tí hava [...] Sostatt var býtið, at 51,9 prosent av svartkjaftinum vórðu avreidd uttanlands og 48,1 prosent í Føroyum. Makrelurin er ein søga fyri seg, tí ølla veiðan, 14.061 tons, varð avreidd uttan fyri Føroyar. Leggja [...] meðalprísin á svartkjaftinum til 1,50 krónur pr. kilo í fjør, avreiddu skipini svartkjaft fyri 87,5 milliónir krónur. Fyri tað, sum bleiv landað í Føroyum, var avreiðingarvirðið 42,1 milliónir krónur, og uttanlands
fær áleið 1,4 mió. kr. árliga at býta út til tey, sum framleiða tilfar, tað veri seg til framførslu, útgávu ella framleiðslu, sama hvar, hvussu ella í hvørjum sniði verkið verður skapt ella er til taks [...] m. Talan er um øll sløg av endurgeving, ljósriting, avriting, fjølriting ella aðra margfalding av vardum verkum, og upphæddirnar í avtaluni eru á sama støði sum í okkara grannalondum, tað er 500 kr. árliga [...] At Fjølrit framyvir fær eina hampiliga upphædd at býta út til tey, sum skriva og myndprýða útgávur, er eitt stórt framstig. Vónandi fer avtalan at eggja fleiri til at framleiða meira og fjølbroyttari tilfar