Tað var serliga ein grein, sum eg hefti meg við. Tað var greinin hjá Fríðleif Lydersen, gudfrøðingi. Yvirskiftin á grein hansara er: Hví ikki prestaligt margfaldni?
Í grein síni greiðir hann frá síni upplivan at fáa prestastarv í míni egnu kirkju, sum hann málber seg.
Tá tú hevur lisið grein hansara, situr tú eftir við hesum orðum: Tað kann ikki verða rætt at hesin maður ikki kann fáa starv sum prestur í fólkakirkjuni.
Var tað ikki fyri tveimum árum síðan, at tann kirkjupolitiski myndugleikin og Føroya løgting avgjørdu at yvirtaka kirkjuna og harvið fáa hana á føroyskar hendur?
Tók politikararnar upp á orðið
Hesin ungi presturin tók okkara politikarar upp á orðið. Hesir høvdu uppfordrað lesandi um at søkja í onnur lond enn Danmark. Presturin úr Skálavík valdi at fara til Noregs at lesa.
Hann las gudfrøði á meinigheitsfakultetet í Oslo. Tað skuldi seinni vísa seg at verða ikki tað besta valið, tá ein sær tað í ljósinum at fáa prestastarv í tí føroysku fólkakirkjuni. Í 2008 hevði hann lokið lestrartíðina og var tí klárur at taka prestastarvið uppá seg her á landi. Hann hevði jú kall at virka her í Føroyum.
Hesin ungi prresturin kom at renna pannuna ímóti tí latínska múrinum. Fyri at hann kann fáa fast starv í tí føroysku fólkakirkjuni, má hann lesa latín, nakað av kirkjusøgu og Gamla testamenti.
Vert er at nevna í hesum sambandi, at tey, sum hava lisið í Noreg, hava havt fak sum hebraiskt og griskt, tí tey eru grundmálini í heilagu skriftini, sum kirkjan stendur á.
Grønlendingar betur møguleikar enn okkara egnu landsmenn
Tað kann tykjast rættiliga ørkymlandi, at tað innan føroysku fólkakirkjuna verður arbeitt eftir eini lóg, sum setir okkara landsmenn, sum lesa í øðrum londum enn Danmark. Vit tosa her um eina setanarlóg av prestum.
Tað eru bert tríggir møguleikar fyri at fáa fast starv í tí føroysku fólkakirkjuni. Tað eru hesi:
1. Hevur eitt gudfrøðisligt prógv frá einum donskum universiteti.
2. Hava virkað eitt ávíst áramál (7 ár?) í eini evangeliskt lutherskari fríkirkju.
3. Hevur grønlendska prestaútbúgving.
Sambært greinini hjá tí unga prestinum úr Skálavík, so er tann grønlendska prestaútbúgvingin á nógv lægri støði enn bæði tann danska og norska gudfrøðisútbúgvingin.
Ei undur í, at hesin ungi presturin stendur spyrjandi og heldur, at tað er løgið, at hann sum við eini norskari gudfrøðisútbúgving ikki kann fáa starv í síni egnu kirkju. Tá ið ein, ið hevur grønlendska útbúgving, sum er á nógv lægri støðu enn tann norska, kann fáa starv í tí føroysku fólkakirkjuni.
Orsøkin til hesa støðu er at finna í einari danskari fatan av tí norsku prestaútbúgvingini.
Tann norska prestaútbúgvingin verður av donskum universiteti ikki mett at hava alt tað fakliga, sum krevst fyri at kunna virka í tí føroysku fólkakirkjuni, hóast at tann norska prestaútbúgvingin er nógv betur fyri enn tann grønlendska prestaútbúgvingin.
Vit síggja í einum sangi ”Mangt er undarligt, tað sigur abbi”. Hetta má verða eitt tað merkiligasta, sum er til í nýggjari tíð. Her má avgjørt verða nakað, sum bæði kirkjupolitisku og kirkjuligu myndugleikarnir eiga at fáa uppá pláss.
Í nærmastu framtíð skulu fýra prestastørv setast. Tað vildi verði gleðiligt, um vit sóu ungar prestlærdar menn/kvinnur fingu hesi størvini í tí føroysku fólkakirkjuni, óansæð hvar í hesi hava lisið, um tað er í Danmark, Noreg ella í øðrum landi.
Latín ella starvsvenjing
Eg vil hervið sitera úr greinini hjá Fríðleif Lydersen.
Sitat: Norska útbúgvingin hevur valt at leggja meira dent á onnur fakøkir enn tann danska. Tann praktiska gudfrøðin hevur fingið størri rúmd í tí norsku útbúgvingini enn í tí donsku, ímeðan ein hevur valt ikki at leggja dent á latín, sum verður gjørt í donsku útbúgvingini. Í norsku útbúgvingini verður stórur dentur lagdur á at fyrireika tann lesandi til prestatænastuna, ið tann lesandi skal út í. Tí er starvsvenjing ein týdningarmikil partur av útbúgvingini, har tann lesandi í styttri tíðarskeiðum undir vegleiðing roynir seg sum prest.
Tann lesandi kann eftir fyrstu starvsvenjingina við biskupligari fullmarkt virka sum prestavikarur við rætti til at hava gudstænastur, forrætta dóp, altargongd og jarðarferir.
Tann danska og føroyska fólkakirkjan loyva ikki hesum, tí ein í hesum kirkjunum skal vera prestvígdur, um ein skal forrætta gudstænastu ella aðrar kirkjuligar handlingar.
Eg havi havt stóra nyttu av starvsvenjingini og prestavikartænastuna, tí tað hevur verið við til at fyrireika meg til prestatænastuna.
Men eins og í donsku útbúgvingini læra vit tey bíblisku málini hebraiskt og grikskt, tí tey eru grundmálini í heilagu skriftini, sum kirkjan stendur á. Sitat slutt.
Tað er púra óskiljandi, at hesi, sum hava lisið gudfrøði í øðrum landi enn Danmark, ikki kunnu fáa fast starv á líka fóti við hinar prestarnar.
Hvar liggur ábyrgdin av hesum? Liggur hon hjá kirkjupolitisku myndugleikunum? Ella hjá kirkjuligu myndugleikunum?
Yvirtøka, sum endaði sum danskt kopi
Tað var fyri tveimum árum síðani, at tann føroyska fólkakirkjan var yvirtikin. Tað vóru nógv, sum trúðu, at nú komu broytingar at henda í kirkjuni.
Ein skuldi trúð, at nú fóru vit at síggja eina føroyska fólkakirkju, sum fór at byggja sín egna og sjálvstøðuga samleika.
Til nú eru ikki tey stóru nýggju frambrotini at síggja. Sum nú er í sambandi við at seta nýggjar prestar í starv, verður arbeitt eftir einari danskari lóg. Tí kann ein ikki koma til annað úrslit enn, at føroyska fólkakirkjan er eitt kopi, avrit, av tí donsku, hví so yvirtaka fólkakirkjuna?
Lat meg enda hesa grein. Eg ákæri ikki danir at blanda seg uppí okkara kirkjuliga mál. Eg vildi fegin vita, hví vit ikki sjálvi kunnu gera okkara egnu setanarreglur fyri prestastørvini í tí føroysku fólkakirkjuni, sum nú fult og heilt er á føroyskum hondum.