Atli: Hetta er eitt gott lutakast

(FM1) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við føroyska liðskiparan, Atla Gregersen fyri løtu síðani

Føroyar eru í EM-undankappingarbólki við Spania, Svøríki, Noreg, Rumenia og Malta.

 

Liðskiparin á føroyska landsliðnum, Atli Gregersen heldur, at talan er um eitt gott lutakast. Men Atli undirstrikar, at allir dystirnir verða torførir, eisini dystirnir ímóti Malta, ið vit eisini fingu prógv fyri í júst lidnu Nations League kappingini.

 

Atli Gregersen setir ikki orð á hvar hann ætlar sær stig, og hvussu nógv stig Føroyar skulu seta nøsina upp ímóti, men týdningarmikið er, at stuðulin verður tann sami sum undanfarnu árini.

 

- Tað sum eg gangi mest uppí er ikki hvønn vit møta, men heldur, at vit sleppa at spæla frammanfyri heimsins bestu áskoðarum á Tórsvølli, sigur Atli Gregersen.

 

Skemtiliga heldur Atli fyri, at Spania uttan iva er eitt gott lutakast fyri teir, ið selja saltfisk.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við Atla Gregersen fyri løtu síðani.