Thorbjørn Brochs
Sjálvur eri eg varin við at nýta Bíbliuna, tá ið eg skal argumentera fyri verðslig viðurskifti. Men lygnin um Bíbliunnar innihald er so grov, at eg haldi tað vera neyðugt at rætta lygnina og at vísa á, hvar í Bíbliuni tú finnur tilburðin nevndan. Bíblian sigur ikki alt í einum ørindi, men hon nevnir tríggjar høvuðsgrundar fyri oyðingina: Harðskapur, homoseksualitet + siðloysi yvirhøvur, og “hástór egoisma”. Vilt tú síggja veruleikan, so lesið 1. Mós. 19, 4-10. Í minsta lagi, ella kap. 18 og 19.
Framyvir vil eg ikki taka lut í nakrari politiskari “bibliugransking”. Eg eri samdur við Luther um, at kirkjan og tað verðsliga valdið ikki skulu sova í somu song. Men okkara sannføring mugu vit øll standa við í dagligdegnum. Til tess eru vit sett.
Annars haldi eg ikki, at vit í hesum føri skulu kjakast í bløðunum, um hvørt tað er rætt ella skeivt at vera samkyndur. Tað má ein og hvør sjálvur taka ábyrgd av, og hann má sjálvur velja, hvørja grund hann byggir sína avgerð á.
Málið sum nú er frammi eigur í staðin at snúgva seg um at verja fólk móti ringari viðferð, uttan at fremja annan órætt fyri at koma á mál.