At loyva og at lúka – hvar eru mørkini?

- Og hvør velur hvat hevur týdning og minni týdning?

Bjarni Djurholm
----



Tilvitanin um samfelagsviðurskiftini verða serverað umvegis elektronisku miðlarnar.
Í lógini um Kringvarp Føroya er lógarfest, at Kringvarpið hevur skyldu til at varpa sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Kringvarpið skal leggja dent á sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga.

Spurningurin er, hvussu røkir Kringvarpið sínar skyldur? Svarað kann verða úr ymsum sjónarhornum, men tað kemst ikki uttanum, at virðisgrundalagið er avgerandi fyri úrtøkuna.

Kringvarpið ger nógvar góðar sendingar, sum hava kjølfesti í gerandisdegnum og eisini sendingar við upplýsandi siðsøguligum innihaldi. Eisini leggur KvF dent á andaligu sendingarnar við morgunlestri, kirkjugongdum og møtum, sum lutfalsliga fáa góða rúmd.
Um nøgd er nóg mikið ella um góðskan er samsvarandi, tað velst um eygu og oyru sum síggja og hoyra.


Ynskja undirhald
Mentanin og føroyska málið eru fyri stórari ávirkan. Spurningurin er, hvussu vit kunnu tryggja, at mentan og kristna lívssjónin framyvir megna avbjóðingar¬nar uttaneftir?
Serstakliga hevur sjónvarpið gjørt munin á fatanini av kringumstøðu¬num burturi sum heima. Sjónvarpið hevur gjørt samtíðina til ein elektroniskan vígvøll, har vit allan sjónarringin kunnu sappa frá kanal til kanal, úr landi í land. Vaksandi valmøguleikarnir gera okkum yvirfladisk. Vit keða okkum, flyta frá tilboði til tilboð, sum ger, at vit missa hugin at fordjúpa okkum. Ístaðin ynskja vit undirhald.

Hetta merkir eisini sendingarnar í miðlunum. Tað ræður um at servera skjót tíðindi, allarhelst skandalur og negativar frásagnir, sum skelka. Tað ræður um at halda hyggjarunum føstum. Tí eru nógvar sendingar tengdar at einum veruleika, har okkurt baggar - er galið, órættvíst og negativt. Hetta er galdandi frá tíðindum til innantóm reality-shows.

Søgan í miðlunum verður framúr góð, kunnu teir avdúka okkurt, sum tilætlað ella ikki skuldi síggja dagsins ljós. Tí skulu sendingarnar oftast lýsa eina konflikt, har mark verður sett upp, millum gott og ilt. Har átekur so journalisturin sær uppgávuna at definera, at velja og vraka fyri síðani at exponera, har úrslitið so oftast er okkurt neiligt.
Ja, sum onkur segði, at tað mest positiva í Kringvarpinum farna veturin høvdu verið veðurtíðindini....


Valini givin frammanundan?
Fyri árum síðani var meginparturin av menta- og tíðindaflutninginum skipaður av floksbetaltum boðberum ella miðlum - hjá okkum átti hvør flokkur sítt málgang. Tann skipanin hevði endamálið at stuðla og styrkja tey sannførdu um egna fatan av samfelagsviðurskiftum.
Síðani er miðlaheimurin blotnaður. Partapolitisku organini er søga og burturúr hesi gongd eru sprotnir miðlar, almennir eins og privatir, sum hava (ella siga seg hava) sum endamál at bera politisk, mentanar- og átrúnaðarlig óheft tíðindi.
Í altjóðagerðini er neyðugt, at miðlarnir eru óheftir og kunnu vera boðberar í samfelag, sum byggir á fólkaræði og sum kunnu tryggja, at vit fáa álítandi sendingar, har lurtarar/hyggjarar sjálvstøðugt og kritiskt kunnu meta um tað, sum serverað verður.

Tí hevur politiski myndugleikin gjørt avtalu við KvF um karmar, sum skulu tryggja, at okkara mentan og okkara lívsvirði ikki drukna sendifloyminum.
Semja er um, at KvF skal hava gott føroyskt mál í sínum sendingum og at Kringvarpið skal ansa eftir, at sendingar ikki kunnu skaða sálarligu og siðalagsligu menningina hjá børnum og ungum, eitt nú við ónærisligum ella ógrundaðum harðligum innihaldi.

Hesir setningar eru greiðir og sjálvsagdir, men eru ásetingarnar ein stór avbjóðing fyri KvF.
Miðlamarknaðurin er óavmarkaður, og kunnu flestu jú bara skifta til aðra kanal, keðast tey av KvF.
Harafturat er meginparturin av tilfarinum, sum KvF sendir umvegis sjónvarpið danskt ella við donskum undirtekstum. Tilfar, sum kanska er valt út frá øðrum etiskum ella siðalagsligum kriterium.
Hetta eru avbjóðingar, sum KvF skal handfara. Avbjóðingar, har valini kunnu vera torfør, men sum hinvegin kortini kanska ikki gera nakran mun, tá síggjarar jú bara kunnu sappa til sendingar aðrastaðni, velur KvF at velja DR-sendingar frá.

Hetta setir óivað redaktiónirnar í KvF í tvístøður, og spurningurin hjá fyrrverandi SvF-stjóra kann tí vera aktuellur, hví ikki bara senda DR1 beinleiðis við føroyskum avbrotum, tá SvF kortini sendir somu sendingar forskotið, men sum borgarar kanska heldur velja at síggja beinleiðis frá DR?
Sæð í hesum ljósinum, so eru valini hjá sjónvarpinum avmarkað, úrslitini eru givin uppá forhond.

Hinvegin, so hevur útvarpið nógv betri møguleikar at gera sendingar, sum samvirka við publicservice-sáttmálan.
Haldi eisini, at útvarpið í stóran mun megnar at levera sendingar, sum eru í samljóði við galdandi ásetingar, ikki minst á mentanarøkinum.



Avgera dagsskránna
Økjandi tal av miðlafólkunum hava drúgvar útbúgvingar sum viðføri, sum skal tryggja, at tey eiga at levera vælundirbygdar sendingar, sum er trygd fyri breiðum mentanarligum og ópolitiskum vinklingum av teimum málum, sum eru uppi í gerandisdegnum ella sum verða avdúkað av miðlaheiminum.

Men vandi er í hvørjari vælferð, tí hvussu megna miðlarnir at velja millum viðkomandi og óviðkomandi, rætt og rangt og hvar ganga mørkini? Og ikki minst, hvør velur hvat hevur týdning og minni týdning?

Í gomlum døgum vóru politiksu, átrúnaðarligu og moralsku/etisku sjónarmiðini væl definerað og sóust tey aftur í politiksu miðlunum. Floksbløðini vóru sambondini til veljararnar og harvið borgararnar.
Nú floksorganini eru burtur, hava miðlarnir nærum einkarætt uppá at allýsa gerandisdagin. At seta mørkini upp, at definera hvat lurtarar/hyggjarar skulu síggja ella hoyra.
Burturúr hesi støði hava miðlarnir definerað seg sjálvar sum 4. statsvaldið. Ognað sær rættin at vera fólksins vaktarhundar. Teir eru í dag tó neyvan bara nøgdir við at vera á vakt, vilja eisini hava leiklutin at gera av hvørjum veruleika teir vekja yvir.
Soleiðis gera miðlarnir av, hvat er aktuelt, rætt og rímiligt, ella sagt øðrvísi, so flyta miðlarnir seg frá at hava vakið eygað við, kanna og avdúka brek og lýti í samfelagnum til at definera, hvat hevur týdning og soleiðis seta fólksligu, mentanarligu, politisku og harvið eisini moralsku/etisku dagsskránna.


Eingin er neutralur
Farnu ártíggini er antiautoriteri hugburðurin vorðin sjónligari, samstundis sum sokallaði liberal sjónarmið vinna meira og meira hevd. Hetta sæst í mongum lívsins viðurskiftum, har tað, sum fyri mansaldri síðan var hildið rætt, nú stendur fyri falli.
Satelittsjónvarp og internet flyta mørk. Umvegis hesar miðlar ber til at vera on allan sólarringin. Internetið er markleyst. Heil ríki fara til grundar í hesum døgum orsakað av markleysu møguleikunum í hesum miðli.

Í hesum veruleika skal Kringvarp Føroya so varpa sendingar, ið varðveita og fjálga um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga.

Hetta eru avbjóðingar, sum seta góðskukrøv til miðilin. Spurningurin er, um KvF livir upp til nevndu ásetingar?

Tíðindafólk og redaktørar eru sjálvsagt partar av teimum rákum, sum orsaka broytingarnar í samfelagnum. Sæð úr hesum sjónarhorni, so byggja sendingar í miðlunum í stóran mun á hvørjum lívssjónarmiðum miðlafólk eru kjølfest í.

Tað kann ongantíð foragtast, at tey, sum gera sendingar hava gott vit og dygga ástøðiliga útbúgving. Kortini er tað neyvan nakar loynidómur, at hvørki intelligensur ella útbúgving endaliga treyta holdningarnar hjá tí einstaka, heldur ikki hjá tíðindafólkum.

Um so var, so kundu vit í einum skala sett fólk í bás: høgra - vinstra, trúgvandi - vantrúgvandi, góð - ring o.s.fr. Men soleiðis er tað lukkutíð ikki.

Holdningar byggja í stórsta mun á kensluliga førningin, sum vit hava í viðføri. Tí er tað ein illusión at siga, at miðlafólk eru neutral, tí tað eru tey ikki, tað er eingin.

Tí kunnu vit helst sanna, at tann prioritetur, sum miðlafólk leggja fyri dagin, er partur av teirra sannførda samleika, átrúnaðaliga, politiskt, moralskt og etiskt.

Hesin veruleiki kann flyta mørkini. Tí hvat er tað mest áhugaverda og týdningarmikla? Hvussu verða sendingarnar valdar, og hvussu passa tær so í teir karmar, sum settir eru um virksemið hjá Kringvarpinum um sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð?


Exponeringin
Tað verður mangan sagt, at KvF hevur so avmarkaðar fíggjarkarmar, at varpið ikki kann liva upp til ásetingarnar í kringvarpslógini og enn minni til publicservice-sáttmálan.
Øll lisensgjøldini fara til lønir, sigst. Fíggjarkarmarnir sýnast trongir, men forða hesir karmar fyri, at tey sum velja millum framleitt tilfar og keypt tilfar líkur ásetingar, sum eru í samsvari við settu karmarnar? Tað kann vera ilt at skilja.

Vísandi til sannroyndina, at KvF ikki bara eru fólksins vaktarhundar, men eisini hava átikið sær leiklutin at gera av hvørjum veruleika tey velja at vaka yvir, og soleiðis tilætlað gera viðurskifti til dagsins issue, liggur tað tí ein ovurhondstór ábyrgd hjá programmleiðslunum at hava eygu eftir, hvat verður sett á dagsskrá.

Hjá okkum hava vit fleiri dømi um mál, sum í substansi lítlan týdning hava havt, men orsaka exponeringini í vikur og mánaðir gerast høvuðsmálini.

Eitt dømi um hetta er uppskotið um 266,b. Fyri mítt viðkomandi eitt mál, sum bert hevði eitt signalvirði og tí einki reelt virði í teirri løtu, tað varð drigið í ljósmála.
Kanska kann KvF grundgeva sína exponering við at eingin skal líða undir mannminkan orsakað av húðaliti, kyni, átrúnaði ella tjóðskapi, sum publicservice-sáttmálin greinar.

Kortini fekk hetta málið slíka rúmd, at tað var kanska stórsta málið í mánaðir, og tá tað loksins var samtykt broytti tað isolerað einki. At so viðgerðin hevði aðrar avleiðingar við nýggjum exponeringum á kynsliga orientering, er ein heilt onnur søga. Var tað ætlanin, so hava miðlarnir arbeitt við fjaldari dagsskrá, sum ikki er í samljóði við setningarnar avtalaðir eru millum aðalráð og miðilin.

Sama er galdandi fyri onnur etisk mál, sum krevja stórt varsemi í miðlunum, skal nakað skilagott spyrjast burturúr. Her kann eg nevna fosturtøku, ílegumanipulering og onnur sera prinsipiell og eym mál. Slík mál eiga ikki at kloyva borgarnar í partar, har tey mest víðgongdu heinta bílig poeng uppá avgjørdar støður.
Miðlaviðgerð, sum í seinasta enda kann skaða tey, sum broyttir viðgerðarháttir annars skuldu tryggja betri og hóskandi karmar og/ella livikor.

Her hevur KvF ein stóran og avgerandi leiklut at tryggja sakliga upplýsing, har bæði átrúnaður og siðalæra føroyinga ikki verður traðkað undir fótum.


Soldið
Vit kunnu tí staðfesta, at virðisgrundarlagið hjá miðlafólkum er avgerandi fyri, hvat verður valt og kanska serliga frávalt. Sagt øðrvísi, so liggur allur deffinitiónsrætturin í hondunum á nøkrum fáum, sum í roynd og veru kunnu fremja ella tálma fríu debattini, tá allur "veruleikin" skulu gjøgnum sjóneykuna, sum tey byggja sína vitsku á.

Hetta er ikki sørt vandamikið. Farnu árini er KvF tíverri farið burturfrá fríu debattini í útvarpi og sjónvarpi, har vit fyri árum síðani kundu lurta eftir orðaskiftum millum mótstandandi meiningar, og har lurtarar kundu ringja og siga sína hugsan, til at vit nú hava fingið tilgjørd set-up, har alt skal fara gjøgnum soldið hjá tíðindafólkinum, sum skipar fyri orðaskiftinum.
Hetta er vandakós, sum doyvir upplýsingar- og talufrælsið, men ístaðin exponerar á tann definatiónsrættin, sum tíðindafólk átaka sær.

Eisini kann slík atferð í KvF orsaka, at bæði moralsk og etisk mørk verða flutt í samsvari við tær allýsingar, sum rákið í miðlinum hevur. Hetta er sertakliga principielt og ikki sørt órógvandi.

Samanumtikið ákalla tíðindafólk sær ein integritet í sendingunum, sum illa ber til at seta spurnartekin við. Um onkur varpar ljós á skeivar ella tillagaðar vinklingar, so tykist svarið at byggja eina sentripala fatan av egnum leikluti sum ger, at man heldur, at tíðindafólkini fáa ilt í sína sjálvsfatan av berari indignatión.
Hetta er at líkna við úttalilsini hjá stjóranum í KvF herfyri, har hon sammetti síni starvsfólk við primadonnur.

Rótleys offur
Miðlarnir hava eisini ovurhonds stóra ávirkan á yngra ættarliðið og teirra fatan av samtíðini. Miðlaverðin kann gera tilstundandi ættarliðini vinglut og støðuleys, sum passivt leppa í seg sendingarnar, sum í jøvnum streymum verða varpaðar teimum. Markleysi floymurin ger tey til rótleys offur, sum ikki megna at fyrihalda seg kritiskt til týdning og innihaldið í sendingunum.

Meðan góðir vanar og traditiónir fána burtur sum leiðreglur, svinnur eisini fatanin av, hvat er rætt og hvat er skeivt. Góðir siðir og virðingin hvør fyri øðrum fær aðrar dimensiónir - ja, missa sín upprunatýdning. Vaksandi partur av informatiónini og harvið fatanini av sínámillum sambondum verður ordnað umvegis músaknøttin, har tilber at ogna sær tað einum lystir - ikki minst porno, harðskap, fanatismu og annað lættisoppakent. Tað ónormala verður normalt og øvugt.
Í hesum sambandinum hevur Kringvarpið av og á roynt seg við undirhalds¬send¬ing¬um við skiftandi hepni.
Í vetur var framhaldssending í SvF - Moldvarp, sum, umframt (eftir míni fatan) poengleys, eisini í flestu pørtunum var beinleiðis blasfemisk. Henda sending var ikki KvF til rós, tvørturímóti. Og í seinastuni hevur so SvF sent íslendska skemtisending, sum neyvan kann roknast at hoyra undir jaligu ásetingarnar í publicservice- sáttmálanum.


Bulverk
Sæð í hesum veruleikanum, so hevur KvF eina óvurstóra uppgávu heldur at varpa ljós á og gera sendingar, sum styrkja okkara kristna siðaarv, mentanar¬virði og ikki minst varpa ljós á mørkini millum rangt og rætt. At verja tað sum gott er, at vera eitt jaligt bulverk móti áhaldandi floyminum av spillandi tilfari, sum nærum markleyst stendur øllum í boði.

Kringvarp Føroya skal, umframt at vera álitisvekjandi og dyggasti tíðindaberin, endurspegla gerandisdagin og veruleikan hjá føroyingum í øllum sínum fjølbroytni innan átrúnað, livihátt, frítíð, arbeiðs- og familjulív. Tí liggur tað ein ovurhonds stór ábyrgd á herðunum hjá KvF. Ein sera krevjandi uppgáva, sum leiðsla og starvsfólk skulu taka í stórsta álvara.

KvF hevur stórt frælsi í sínu virki. Frælsi, sum gevur myndugleika og møguleikar, men sum sanniliga eisini krevur ábyrgd fyri hvussu disponerað verður.

Vónandi fer KvF framyvir at hava hepna hond at virka í samsvari við lóg og public-service avtalur - føroyska fólkinum at frama.