Seinastu tíðina hevur nógv fokus verið á lesing hjá føroyskum børnum. Helst er hetta íkomið í kjalarvørrinum á Pisa-kanningum o. ø. førleikakanningum, sum eru gjørdar. Men kanska eisini, tí vit hava ásannað, at telda og sjónvarp ikki bera við sær somu fyrimunir sum bókin. Tey flestu kunnu ivaleyst semjast um, at bókin ikki er tann miðilin, børn og ung helst velja sær, og at tað er týdningarmikið at vend kemur í.
At tað er týdningarmikið at lesa, kemur rættiliga væl til sjóndar í eini svenskari kanning, sum vísir at:
Eitt 7 ára gamalt barn hevur eina orðamongd, sum er umleið 7000 orð.
Ein tannáringur, sum ikki lesur, hevur eina orðamongd, sum er millum 15-17.000 orð
Ein tannáringur, sum lesur, hevur eina orðamongd, sum er millum 50-70.000 orð
Niðurstøðan má tí vera, at tað barnið, sum hevur størri orðamongdina, ofta kemur at klára seg betur, enn barnið við minni orðamongdini.
Men hetta er tó ikki tað týdningarmesta. Jesper Juul, lærari, familjuterapeutur og rithøvundur, sigur, at tann minsti parturin er, hvussu barnið kemur at klára seg í útbúgvingarskipanini. Tað er ikki avgerandi, um barnið fær 6 ella 11 í karakterbókina. Tað týdningarmesta er at síggja sambandið millum persónligheit og mál. Vit tosa ikki bara, sum vit eru, men vit verða eisini so, sum vit tosa. Jú fátækari mál børnini hava, minni fjølbroytta sjálvsmynd fáa tey.
Kanning av lesivanum
Ein kanning, sum Solveig Debess gjørdi av lesivanum hjá føroyskum børnum í 2006, vísir greitt, at børnini ikki lesa nóg mikið. Ikki bara lesa tey minni enn børnini í okkara grannalondum, tey gevast eisini at lesa áðrenn tey. Hetta er sera hugvekjandi, serliga tá hugsað verður um, at jú fyrr eitt barn gevst at lesa bøkur, størri eru sannlíkindini fyri, at barnið ikki fer at lesa sum vaksið. Hinvegin, longur barnið lesur, størri eru sannlíkindini fyri, at tað heldur fram at lesa, tá tað verður vaksið.
Bróta lesikotu og skilja tekst
Eitt annað, sum kanningin gav ábending um, var, at børnini dugdu kynstrið at lesa. Tey høvdu brotið lesikotuna, tvs. tey vistu, at M – Ú - S sigur mús, men tey skiltu ikki tað, tey lósu. Við øðrum orðum fingu tey einki burturúr tí, tey lósu. Tað er stórur munur á at bróta lesikotu og at skilja tekst. Ímyndið tykkum at lesa eina rúgvu og ikki fáa nakað burturúr. Hetta er tíverri galdandi fyri nógv børn. Um tey ikki vita, hvat tað er, tey lesa, er tað greitt, at bókin ikki fangar tey. Børnini tíma snøgt sagt ikki at lesa, tí tað gevur teimum einki. So vilja tey heldur nýta tíðina til okkurt annað - eitt nú sjónvarp og teldu. Úrslitið í landsroyndini í 6. flokki í fjør stuðlar undir hesum. Tíbetur eru úrslitini í ár nógv frægari.
Men hvussu kann barnið koma at skilja tekstin?
Tað vísir seg, at tey, sum hava hoyrt søgu, frá tí tey vóru heilt lítil, skjótt skilja samanhangin millum tekn (í hesum føri bókstavir), orð og handling. Hinvegin hava tey, sum ikki hava hoyrt nógvar søgur, verri við at skilja, at teknini hava eitt innihald. Hendan vitanin eigur alt annað líka at eggja foreldrum til at lesa fyri børnum so tíðliga sum til ber. Onkur vil enntá vera við, at mamman kann lesa fyri barninum, meðan hon gevur bróst. Hon kann t.d. lesa Kvinnu, Alt for damerne ella Sosialin fyri bróstabarninum. Tað er ikki so umráðandi, hvat hon lesur, bara at barnið hoyrir málið. Longu her byrjar nevniliga ferðin hjá barninum at ogna sær máltilvitsku.
At práta og lesa
Men tá tað er líkamikið, hvat ið lisið verður fyri barninum, er tað so ikki nóg mikið at práta við barnið? Tað er altíð gott at práta við barnið, og í ein ávísan mun kann hetta vera nóg mikið, men, um endamálið er at økja um orðanøgdina hjá barninum, er tað ikki nóg mikið bert at práta. Orsøkin er einføld. Bókin inniheldur nógv ymisk orð, hugtøk og univers, sum økja um orðamongdina. Tá eitt foreldur uppalir barn sítt, tosar tað ikki um tað sama, sum tað tosar um, tá tað lesur fyri barninum, og á henda hátt er lesingin við til at økja um orðamongdina.
Umframt at økja um orðamongdina lærir skaldskapur okkum at vera menniskju. Tað er í góðum skaldskapi, at vit læra at seta spurningar við tilveruna og á henda hátt m.a. læra tollyndi og at virða onnur – eisini hóast tey hava øðrvísi meiningar enn vit.
Hart arbeiði
Um børn skulu skilja tekst, er tað sostatt umráðandi at foreldur lesa fyri børnum og ikki minst, at børnini lesa sjálvi. At tey lesa nógv. Men hetta er lættari sagt enn gjørt, tí eru tey ikki von at hoyra søgu, so kunnu tey sum sagt hava ilt við at skilja innihaldið og hava tí lyndi at gevast. At lesa krevur nakað av lesaranum, og tí er tað eisini týdningarmikið, at foreldrini eggja børnunum til at lesa, hóast tey muta ímóti. Tú verður ikki ein góður lesari, um tú ikki lesur nógv.
Tilfarið
Eitt, sum fleiri ferðir hevur verið uppi og vent, er, at orsøkin til, at føroysk børn ikki lesa so nógv, er vantandi tilfar á føroyskum. Gamaní eru bøkurnar á føroyskum ikki líka rúgvismiklar sum tær donsku, men samanbera vit bøkurnar, sum eru til á føroyskum í dag við tær, sum vóru fyri bara nøkrum fáum árum síðani, so er nógv hent á hesum øki. Bøkurnar er bæði fjølbroyttar, áhugaverdar og viðkomandi hjá børnum og ungum. Harry Potter er komin, og seinni í ár kemur kenda røðin Twilight, sum eisini er gjørd til film, út á føroyskum. Føroyska heitið verður Skýming.
Skúlin og lesing
Tað er sostatt ikki tað, at vit ikki hava bøkur á føroyskum, sum ger seg galdandi, tá orsøkin til, hví børn ikki lesa so nógv, skal finnast. Hinvegin er ein orsøk helst tann, at tá eitt barn fer í 1. flokk fær tað eina lesibók, sum allur flokkurin hevur. Tað er ikki nóg mikið bert at lesa ta einu síðuna í lesibókini, sum barnið fær fyri heima. Barnið noyðist at lesa eyka tilfar. Og her er tað, at trupulleikin kemur, tí vit hava ikki havt nakað eyka tilfar til børnini, sum er gjørt við tí fyri eyga at stuðla undir lesingina. Børn í 1. og 2. flokki hava tí lisið eyka tilfar eitt nú smábarnabøkur sum Flekk bøkurnar. Tað, sum eyðkennir hesar bøkurnar, er, at har er lítil tekstur á hvørjari síðu, og tað er sjálvandi gott. Men endamálið við hesum bókum hevur ongantíð verið at stuðla børnunum í lesingini, men heldur at menna málsliga førleikan hjá pinkubarninum. Hóast fá orð eru í bókunum, gera tær ikki tað, sum ungi lesarin hevur tørv á, nevniliga stuðla undir lesingina.
Nakað heilt annað er, at børnini eru alt ov búgvin til innihaldið í smábarnabókunum. 7 ára gomul børn halda ikki, at Flekk er spennandi. So longu tá børnini koma í skúla, varnast tey, at tað er ikki spennandi at lesa.
Vend komin í
Men fyri einum ári síðani kom vend í. Tá komu nevniliga fyrstu bøkurnar, ið eru ætlaðar at stuðla beinleiðis undir lesingina hjá børnunum. Fyri tað fyrsta er stórur dentur lagdur á, at innihaldið skal siga børnunum nakað, umframt at teksturin er lesifrøðiliga viðgjørdur tvs. lagaðaur til børnini, soleiðis at hann er lættur at lesa. Og hetta er at gleðast um, samtíðis sum mann væntar, at børnini fara at hava lættari við at lesa og tí fara at tíma betur sum frá líður. Bøkurnar, eg sipi til, eru Krabbabøkurnar, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur geva út í felag. Fleiri av hesum bókunum hava longu fingð bestseljarastatus millum børn, kanska serliga røðin Kalt blóð. Afturmeldingarnar frá lærarum, sum eru í skúlum, ið hava ognað sær Krabbabøkurnar, vísa, at børnini kappast um at fáa nýggjastu bøkurnar. Tær hava alt, sum børn vilja hava; tær eru spennandi, viðkomandi, óhugnaligar og sera góðar – umframt at tær eru lættar at lesa. Hetta bendir harumframt á, at tað er ikki nóg mikið at lesa okkurt – bókin skal fanga, um børnini skulu tíma at lesa.
Kritisk tíð
Foreldur eru ofta sera røsk at lesa fyri børnunum, til tey fara í skúla. Tá børnini duga at lesa, biðja vit tey eisini lesa sjálvi. Tað er sera umráðandi, at børn lesa sjálvi, men tað er avgerandi fyri framhaldandi málsligu menningina, at vit halda fram at lesa fyri børnunum, eisini eftir at tey duga sjálv. Fyri tað fyrsta tí børnini enn hava tørv á nærveruni, sum bókin gevur. Men eisini tí, at tað vísir seg, at jú fyrr vit gevast at lesa fyri teimum, fyrr gevast tey at lesa sjálvi. So undarligt tað ljóðar, plagar mann at siga, at tað er ein kritisk tíð, tá barnið fer at lesa sjálvt, tí tá gevast foreldur ofta at lesa fyri børnunum. Rættast er at royna at lesa fyri børnunum, til tey verða umleið 13 ára gomul. Megna vit tað, eru sannlíkindini fyri, at tey fara at lesa sum vaksin stór.
Tað besta er, at tað er ongantíð ov seint at fara at lesa. Men jú eldri barnið er, meiri krevst helst av foreldrunum.
Bókin rúmar ómetaliga nógv gott. Og hetta sitatið hjá Astrid Lindgren lýsir væl tað serliga við bókini.
Tú kanst ikki gera so nógv við eydnuna ella óeydnuna hjá barni tínum. Men eitt kanst tú gera. Tú kanst vísa barninum, hvar tað kann finna linna, tá tað er sorgarbundið, og gleði og vakurleika tá tað heldur, at lívið er grátt. Tú kanst geva barninum vinir, ið ongantíð svíkja, ja tú kanst vísa tí vegin til bókina
Góðan lesihug!