at móttøkurnar skulu verða góðtiknar av venjarunum er neyðugt at »móttøkukvotienturin« skal verða 2,3 og tað eydnaðist til fulnar onkran dystin móti dønunum. Skjóta spælið lykilin Klæmint Isaksen sigur [...] settið varð spælt í Klaksvík Leygardagin spældu liðini í Klaksvík við tí úrslitið at danska liðið vann 3-1. Klæmint heldur, at orsøkin til hetta var, at spælararnir vóru eitt sindur »uppgiraðir« og teir náddu [...] hjá landsliðnum halda sum vera man fram til Oyggjaleikaferðalagið fer avstað, og tað verður tann 25. juni.
og tað er ókeypis atgongd fyri øll. Kappingin er samstundis endin á hesum árinum fyri talentliðið og 3. lið hjá Havnar Svimjifelag. Vikuskiftið 29. og 30. mai luttekur Havnar Svimjifelag í Poseidon Cup í [...] í aldrinum 14 til 22 ár við í Poseidon Cup, og eru fleiri av føroyameistarunum við. Leygardagin 5. juni skipar Havnar Svimjifelag so fyri seinastu Grand Prix kappingini í Føroyum í ár. Kappingarnar á skránni [...] Svimjisambandið, men hann heldur fram sum venjari hjá Havnar Svimjifelag fram til Oyggjaleikirnar í juni og juli mánaði.
spældur sunnudagin 6. juni, men hann var framskundaður, tí Óli Johannesen eftir øllum at døma verður við, tá landsliðið fer at spæla á heimavølli móti Skotlandi leygardagin 5. juni. [...] 2. deild NSÍ-TB 5-3 (4-2) Tá TB 2. hvítusunnudag var í Runavík minti fyrsti hálvi tímin ikki so lítið um, soleiðis sum tað plagdi at vera, tá føroyingarnir í Keypmannahavn spældu og brúktu fyrstu løtuna [...] við Rætt ganga púra leysan. Fróði við Rætt takkaði fyri, sendi bóltin framvið Magna Hentze, og so var 3-0, og klokkan vísti tólv minuttir. Og tá klokkan vísti 35 minuttir var 4-0. Dómarin bríkslaðí fyri hands
summarsteðgin í fjør, hevur B36 spælt sjey landskappingardystir á vøllinum, og úrslitini hava verið 3-2 móti HB, 3-2 móti KÍ, 7-2 móti ÍF, 2-0 móti NSÍ, 8-2 móti VB, og í ár 4-2 móti ÍF og nú 6-1 móti B71! Í [...] Øssuri Hansen, men so gekk skjótt, og í hálvleikinum var 4-0 til B36. John Petersen skoraði til 2-0 og 3-0, áðrenn Jákup á Borg slapp við í málskjótingina. John Petersen økti til 5-0, áðrenn B71 slapp upp [...] »grivin fram aftur« og settur á aftasta mann. Páll hevur einki vant í ár og hevur spælt ein dyst á 3. deild, so tað var einki at siga til, at sandoyingar fingu trupulleikar leygardagin. (Torbjørn Jensen
Summartíðin er byrjað, og fyrsta ferðamannaskipið »Ocean Majesty« kemur á Havnina, sunnudagin 6. juni við 525 bretskum ferðafólkum. Skipið er grikst, 10500 Bruttotons, og liggur á Havnini frá kl. 08.00-14 [...] amerikumonnum. Onnur ferðamnnaskip Tor Shipping umboðar í ár eru: Odysseus 9821 Brt. 420 belgisk ferðafólk 3.8.99. Saga Rose 24527 Brt. 462 bretsk ferðafólk 4.8.99. Silver Cloud 16927 Brt. 300 amerikonsk ferðafólk
útvarpsmenn frá BBC Radio Scotland og so seks myndamenn. Tá skotar vunnu 2-0 á Svangaskarði mikudagin 7. juni í 1995 vóru millum tvey og trý hundrað skotskir áskoðarar og hugdu at. Nakrir áskoðarar koma úr Skotlandi [...] Midlothian 1/0, David Weir, Everton, 11/0 og Derek Whyte, Aberdeen, 12/0. Miðja: Craig Burley, Celtic, 30/3, Colin Cameron, Heart of Midlothian, 1/0, Callum Davidson, Blackburn Rovers, 5/0, Ian Durrant, Kilmarnock [...] 14/0, Scott Gemmill, Everton, 14/0 og Paul Lambert, Celtic, 18/0. Álop: Billy Dodds, Dundee United, 7/3, Kevin Gallacher, Blackburn Rovers, 41/8, Eoin Jess, Aberdeen, 16/2, Allan Johnston, Sunderland, 4/0
Hinvegin hava stovnsleiðslurnar boðað frá, at allir hesir átta stovnarnir verða stongdir longu hósdagin 3. juni kl. 14. um semja ikki er fingin í lag tá. Spyrst onki burturúr semingsroyndunum, fara teir at lata [...] til fánýtis. Støðan er nú so fastlæst, at starvsfólkið hevur boðað frá verkfallið fríggjadagin 4. juni, um semja ikki er fingin í lag tá. Afturímóti hava stovnsleiðlurnar boðað frá verkbannið somu tíð
7 umfør aftanfyri. Á øðrum plássi kom Jóhann Brend, meðan vágbingurin Kári Brattaberg bleiv nummar 3 framman fyri Sverra M. Edvinsson, sum ikki sýntist at geva honum mótstøðu í endaspurtinum. Stóri maðurin [...] súkklar Esmar í næstu kapping. Næsta Grand Prix súkklukappingin verður á Sundalagsstevnu í Hósvík 19. juni, tá súkklað verður einkultstartur frá Hósvík til rundkoyringina omanfyri Norðskála og heim aftur.
tá verður FM kappróður tríggjar leygardagar upp í slag: á jóansøku á Tvøroyri 26. juni, á varmakeldustevnu í Fuglafirði 3. juli, og á vestanstevnu í Sandavági 10. juli. Og so verður aftur steðgur í knappar [...] tríggjar vikur. Næsta stevnan verður á Sundalagsstevnuni, sum í ár verður í Hósvík leygardagin 19. juni, og tá fáa vit at síggja, um onkur, sum stóð seg illa á norðoyastevnu verður betri fyri. Tað ber í
ognarunum góðtaka tilboðið. Elf metir at Saga hevur eitt virði uppá umleið 17 milliardir norskar krónur (15,3 milliardir føroyskar krónur) Fíggjarserfrøðingar sum norska Nettavisen var í samband vid fríggjamorgunin [...] hetta er tað ein má rokna við, og at hetta er ein partur av spælinum. Anne Enger Lahnstein skal í juni vitja í Føroyum, men tá kemur hon sum mentamálaráharri, men oljuspurningar koma sjálvandi eisini á