Svimjikapping fyri tey yngstu

Svimjing: 2. hvítusunnudag skipar Havnar Svimjifelag fyri kapping fyri sínum yngstu svimjarum. Annars skulu 24 svimjarar hjá HS luttaka í kapping í Skive 29. og 30. mai

Mánadagin, 2. hvítusunnudag, skipar Havnar Svimjifelag fyri kapping fyri teimum yngstu kappingarsvimjarunum hjá felagnum. Kappingin, sum verður í svimjihøllini í Gundadali, byrjar klokkan 15.00, og tað er ókeypis atgongd fyri øll. Kappingin er samstundis endin á hesum árinum fyri talentliðið og 3. lið hjá Havnar Svimjifelag.

Vikuskiftið 29. og 30. mai luttekur Havnar Svimjifelag í Poseidon Cup í Skive. Her er talan um eina »langbanakapping«, har bæði donsk og útlendsk feløg eru við. Kappingin verður brúkt hjá teimum, sum ikki verða við á Oyggjaleikunum, og fyri tey, sum sleppa við til leikirnar, er tað samstundis eitt gott høvi at venja seg við eitt sindur harðari kappingar, enn tey eru von við her heima.

Havnar Svimjifelag hevur 24 svimjarar í aldrinum 14 til 22 ár við í Poseidon Cup, og eru fleiri av føroyameistarunum við.

Leygardagin 5. juni skipar Havnar Svimjifelag so fyri seinastu Grand Prix kappingini í Føroyum í ár. Kappingarnar á skránni eru 400 m frí, 400 m blandað, 800 m frí (kvinnur), og 1500 m frí (menn).

Í Grand Prix kappingini hjá monnum hava tríggir svimjarar ? allir úr HS ? lagt seg á odda, og eru teir Dia Jacobsen, sum er fremstur, men hann hevur Kristian Martin Joensen og Eivind Eysturoy í hølunum á sær. Men eftirsum bæði Dia Jacobsen og Eivind Eysturoy eru reinir spurtarar, má favoritturin til at vinna samlaðu Grand Prix kappingina vera Kristian Martin Joensen.

Hjá gentunum er spenningurin størri. Katrin Sørensen úr HS er ovast framman fyri Shailu millum Garðarnar úr Tvøroyrar Svimjifelag og Rannvá Jacobsen úr HS, sum er nummar trý. Men Karina Eliasen (FS) á fjórða plássi, Maiken Petersen (HS) á fimta, Durita Hansen (HS) á sætta, og Karin Gaardlykke (HS) á sjeynda plássi hava allar góðan møguleika fyri at enda millum tríggjar tær bestu.

Venjarin hjá Havnar Svimjifelag, David Kraul, hevur uppsagt sín sáttmála sum landsliðsvenjari við Svimjisambandið, men hann heldur fram sum venjari hjá Havnar Svimjifelag fram til Oyggjaleikirnar í juni og juli mánaði.