Tað er synd at siga, at geografiska breiddin í kappróðrinum í Føroyum er stór. Á norðoyastevnu var enn eina ferð staðfest, at tað fyrst og fremst er Streymoyggin, sum eigur flestu bátarnar og uppaftur fleiri manningar í FM kappróðrinum, og tá tað ræður um manningarnar, sum eru raskast at vinna, so stendur so at siga eingin streymoyingum kurl.
Undantakið er sjálvandi 10-mannafarið í Runavík. Eysturoyingar vundu enn eina ferð burtur úr øllum, sum bjóðaðu seg fram at gera mótstøðu, og harvið kunnu vit siga, at fjarbúgvarnir enn eina ferð prógvaðu, at tað ber til at vinna, sjálvt um tað ikki verður vant á Havnarvág, Vestmanna ella í Sundalagnum.
Lítil áhugi í útjaðaranum
Luttøkan á norðoyastevnu vísti, at tað eru fleiri øki í landinum, sum meiri ella minni eru uttan umboðan í kappingini í ti ítróttini, sum ? higartil í hvussu so er ? hevur verið mett sum okkara tjóðarítrótt.
Síðani farið varð undir skipaða kapping um FM, hava størri og smærri pláss gjørt um seg, og tá tey eru dottin burtur ímillum aftur, hava tað verið onnur pláss, sum hava stungið seg fram ímillum. Men nú eru tað fleiri ár síðani, at nakað nýtt pláss ella okkurt, sum so at siga hevur ligið í kappróðrardvala í fleiri ár, er komið fram í oddin.
Í Norðoyggjum tykist kappróðurin at hava lítla undirtøku, tá sæð verður burtur frá gentunum í Klaksvík, sum leygardagin kroystu seg inn á aftasta plássið, ið gav stig í FM kappingini.
Klaksvíkingar mannaðu 8-mannafarið Nevið Reyða á norðoyastevnu. Teir endaðu aftastir, og tað kundi kanska bent á, at umboðanin á mannfólkasíðuni hjá norðoyingum í kappróðrinum verður lítil og ódrúgv í ár. Og tað er nógv ímillum, tá sammett verður við, hvussu tað var fyri einum mansaldri síðani, tá klaksvíkingar vóru óførir í 10-mannafarinum og millum aðrar kappaðust við teir í Hvannasundi, Norðdepli og á Viðareiði, ið mannaðu Norðoyingin, og árnfirðingar vóru millum teir allar bestu umborð á teirra 8-mannafari.
Gøta var frammarlaga í kappróðri við Gøtu Tróndi, sum vann FM í 1973, og Skuranum, og seinni var Oyndarfjørður í fleiri ár væl við í kappingini millum 8-mannafør (Oyndri vann FM í 1976, 1977, 1982 og í 1983). Nú er í kappróðrarhøpi meiri ella minni øskukalt á hesum plássum (5-mannafarið í Oyndarfirði, sum eitur Bylgjan, var við í genturóðrinum, men dreingirnir, sum eisini høvdu boðað frá luttøku møttu ikki).
Sandoyggin hevur ongantíð verið nakað serligt uppií, og í Suðuroy eru tað genturnar og dreingirnir í Vági og menninir á Tvøroyri, sum gera nakað við kappróðurin. Hvalbingar eiga áttamannafarið Snopprikk, men hann er mannaður í høvuðsstaðnum.
Undantakið í útjaðaranum ? um vit í kappróðrarhøpi kunnu kalla høvuðsvegin út av landinum soleiðis ? eru Vágarnar, har áhugin fyri at luttaka í FM kappingini framvegis tykist vera stórur.
Stórur áhugi í meginøkinum
Men hóast tað er trupult hjá kappróðrinum at halda fótafesti í flestu av omanfyri nevndu økjum, so tykist eingin vandi at vera fyri, at róðurin fer at detta niður fyri. Á Skálafjørðinum venja nógvar manningar, bæði á eystara og vestara armi (tað er harmuligt at Skálabáturin ikki er við), í Hvalvík, Hósvík og Kollafirði eru fólk bitin av kappróðrinum, Vestmanna er kappróðrarbygd burturav, og so er tað høvuðsstaðurin, har tað frá flaggdegnum og til á ólavsøku íður við kappróðrarbátum á Havnarvág, og teir leggja nógv fyri.
Á norðoyastevnu vóru sigrarnir væl býttir millum høvuðsstaðin og bygdirnar, og tað ber við sær, at áhugin fyri kappingini fer at vera støðugur og í fleiri plássum.
Nú verður steðgur í FM kappróðrunum í tríggjar vikur. Næsta stevnan verður á Sundalagsstevnuni, sum í ár verður í Hósvík leygardagin 19. juni, og tá fáa vit at síggja, um onkur, sum stóð seg illa á norðoyastevnu verður betri fyri. Tað ber í hvussu so er til at gera nógv við venjingina í tríggjar vikur. Men tá Sundalagsstevnan verður farin afturum, verður ikki tíð til nógv annað enn at hvíla, halda venjingina viðlíka og gera bátarnar klárar til kapping, tí tá verður FM kappróður tríggjar leygardagar upp í slag: á jóansøku á Tvøroyri 26. juni, á varmakeldustevnu í Fuglafirði 3. juli, og á vestanstevnu í Sandavági 10. juli. Og so verður aftur steðgur í knappar tríggjar vikur, áðrenn síðsta kappingin verður á Havnarvág ólavsøkuaftan.