Næstu ferð verður hækkingin nakað tann sama, alt eftir, hvussu prístalið verður tá. Soleiðis kunnu vit staðfesta, at løgmaður tapti slagið um blokkstuðulin. Løgmaður og Sambandsflokkurin [...] løgmanni, sum hava tikið ta avgerðina saman við Tjóðveldisflokkinum. Har vendst ikki aftur. Vit kunnu soleiðis staðfesta, at tað tók 63 dagar hjá landsstýrinum at staðfesta, at løgmaður tapti [...] Fólkaflokkurin vunnið alt. Flokkurin hevur ongantíð trú uppá, at blokkstuðulin skuldi hækka. Hesum boðaði Jørgen Niclasen frá á landsfundi hjá flokkinum 26. november – altso vikuskiftið
ið hevur fingið heitið Voxbotn 2012. - Hetta skal verða ein hugnaligur dagur, har ung sum eldri kunnu njóta góðan føroyskan og útlendskan tónleik í einum fantastiska vøkrum umhvørvi í Havnini, siga f [...] skipað verður fyri grillparty, og so verða stólar og borð stillað upp ymsastaðni, so fólk eisini kunnu sita niðri og hugna sær, siga fyrireikararnir. At tað júst er Vágsbotnur, sum er karmur um tiltakið [...] eftir okkara tykki perlan í Havnini, og vit halda, at hetta er eitt perfekt økið til eitt tiltak av hesum slag, greiðir Rúni Djurhuus frá. Hann hevur saman við øðrum lagt seg eftir at gera eina fjølbroytta
eftir at liva fyri. Men onkuntíð gangi eg svong teir síðstu dagarnir í mánaðinum fyri at børnini kunnu fáa nakað at eta. Joan Langaard í Klaksvík er í eini sera spentari støðu. Hon er stakur uppihaldari [...] hon hava, uttan at gerast sjúk av tí. Fyrsti stigið í endurútbúgvingini er at fáa sær HF prógv og í hesum sambandi er hon farin á HF í Klaksvík, haðani hon eftir ætlan tekur prógv í summar. Men tað skal takast [...] ein keðiligan mánað manglar so nógv í, at eg onkuntíð gangi svong ta síðstu vikuna fyri at børnini kunnu fáa nakað at eta, leggur hon afturat. aki@sosialurin.fo
sveinaroynd sum gastronomhjálpari. Freistin at søkja er sett til 8. juni 2010. Ætlanin er, at 28 næmingar kunnu byrja 16. august í ár. Treytin fyri upptøku er, at umsøkjarin hevur 9. floks prógv í lærugreinunum [...] álit og tilmæli, sum landsstýrið tók undir við, og á eykajáttanarlógini samtykti løgtingið fyrr í hesum mánaðinum at játta pening til nýggju útbúgvingina. Leiðsla og lærarar á Tekniska Skúla og á Sjóma [...] serskipan til næsta ár, so teir næmingar, sum áður hava tikið hálvt ára kokkaskeið á Sjómansskúlanum, kunnu fáa møguleika til at taka støðisárið upp á eitt hálvt ár.
eiga vit so at leggja karmarnar til rættis. Børn eru ymiskt og tó Børn eru rættiliga ymiskt. Tað kunnu vit øll verða samd um. Men nøkur generell viðurskifti ganga aftur hjá teim flestu: Vit læra at ganga [...] tá ið lógin varð smíðjað, hevur verið hildið, at tað er ein hóskandi aldur at byrja skúlagongdina. Hesum aldri eru tað tó flest lond, sum eru farin frá: Í Noreg kom fyri trimum árum síðani obligatoriskt [...] at føra við sær fleiri almenn orðaskifti. Víst var á, at panelið kundi verið breiðari mannað. Tí kunnu vit bara vóna, at tað á komandi fundum um evnið, verður varpað ljós á sjónarmiðini hjá foreldrum,
millum 20 tær mest virðisøkjandi lýsingarherferðirnar í ríkinum. Millum aðrar nomineraðar fyritøkur kunnu nevnast Mercedes-Bentz Danmark, Danske Bank (tvær lýsingar), Føtex, Nike Danmark, Fårup Sommerland [...] nú er hin rætta at venda sær til tilkomin pør, sum eftir at hava livað eitt materialistiskt lív, kunnu koma til friðin og óspiltu náttúrina í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroysk fyritøka er komin [...] tað soleiðis, at vit vinna heiðurin, er tað ógvuliga stórt. Men bara tað at vera við í kappingini á hesum stiginum hevur ógvuliga stóran týdning, ikki bara fyri okkum, men fyri føroyska ferðavinnu sum heild
n, sum Lars Løkke Rasmussen í nýggjársrøðu síni tók aftur, soleiðis, at fólk ikki longur kunnu fara frá við eftirløn sum 60 ára gomul. Javnaðarflokkurin og SF hava lagt stóran dent á, [...] eftirlønini, men tað vildu tey Radikalu ikki. Tey eru partur av semjuni við fráfarnu stjórnina í hesum máli, so har er framvegis politiskur meiriluti fyri afturtøkureforminum hjá Lars [...] sum lovað verður í einum valstríð og tað, sum kemur burtur úr, tá til stykkis kemur. Vit kunnu siga, sum Villy Søvndal segði á føroysku trappuni á Christiansborg í gjár: Alt er relativt
almenna hevur eina ábyrgd sum byggiharri at tryggja, at torføra støðan ikki gerst enn verri við at seta hesum fyritøkum órímuligar ella óneyðugar treytir í teimum byggiverkætlanum, har tað almenna ella [...] kanska tað verða freistandi í sambandi við útbjóðingar at seta fyritøkunum eyka treytir sum kunnu tykjast at geva byggiharranum nakrar marginalar fyrimunir, bara tí tað ber til. Vinnuhúsið [...] ábyrgd. – Og skuldu teir gloymt tað, mugu vit vóna, at vit hava nakrar vaknar politikarar, sum kunnu siga teimum, at tað er umráðandi at vit eisini í framtíðini hava so mikið av ráðgevara- og b
Layfayette kann býtast upp í tveir partar. - Í fyrsta lagi verður søkt um, at hámarkið verður avtikið. Hesum vilja vit ikki ganga á møti, tí endamálið við makrelfiskiskapinum er sjálvandi, at tað í fyrsta lagi [...] fiskidagar eftir til at fiska makrel í. Landsstýrismaðurin vísti á, at tað eru 2-3 skip, sum annað hvørt kunnu frysta ella virka fiskin umborð, og roknað verður við, at hesi klára at virka umleið 10.000-12.000 [...] kapping Landsstýrismaðurin heldur, at við eini hækking á 12.000 tons, eigur hetta at merkja, at skipini kunnu landa allan makrelin til matna, samstundis sum støðugt virksemi kann vera á Faroe Pelagic í Kollafirði
strævið. Tað eru næstan eingir glottar at hóma í spælinum ella úrslitunum, og tað er ikki ofta, vit kunnu taka okkurt stimbrandi við okkum. Tað er tungt. Ebbe Kristin Thomsen, B71, harmast um støðuna. Sandoyingar [...] tíverri, sigur Ebbe Kristin Thomsen. Tað verður tungt Bill M. Jacobsen og B68 vunnu fyrsta sigurin í hesum kappingarárinum um vikuskiftið. Hann sigur, at B71 hevði tvær upplagdar møguleikar at fáa mál beinanvegin [...] við B71, verður man noyddur at ofra seg 100 prosent. Um allir spælararnir ikki gera alt, hvat teir kunnu fyri at hjálpa hvørjum øðrum, so ber tað slett ikki til, skrivar heimasíðan. Tað vita, hvør trupulleikin