Almenna má vísa ábyrgd

Teir almennu byggi­harr­ar­nir mugu vísa ábyrgd, held­ur Vinnuhúsið

– Sum so nógvar aðrar vinn­ur er ráð­­gevara- og byggi­vinn­an í Før­­o­y­um á­­virk­­að av minkandi virkseminum sum heild. Tað almenna hevur eina ábyrgd sum byggiharri at tryggja, at torføra støðan ikki gerst enn verri við at seta hesum fyritøkum órímuligar ella ó­neyð­ug­ar treyt­ir í teimum byggi­verk­ætl­anum, har tað almenna ella almennar fyritøkur eru byggiharrar, skrivar Vinn­u­hús­ið í morgun. 
Har halda tey, at tað vísir seg sum almennu byggiharrar sum heild hava valt at taka til sín somu treytir og manna­gongd­ir, sum verða nýttar utt­an­lands.
– Hetta er teirra egna val, og eing­in kann forða teim­um í tí, hóast tú í summ­um førum ivast í, hvussu hósk­andi hesar eru til føroysk við­ur­skifti, har fyritøkurnar eru smá­ar og oftast ikki líka kap­i­tal­ster­kar sum útlendskar fyr­i­tøkur.
– Vit hava tó eisini sæð dømi um, at treytir og mann­a­gongd­ir verða kop­i­­er­­að­ar, sum eisini í størri sam­fel­­øgum utt­an­lands verða skírd­ar ó­neyð­ugar ­og órímu­­ligar. Spurningurin er um almennu byggiharrarnir hava sett sjálvstýraran til, ut­tan at geva sær far um, hvussu lagda kósin ávirkar tær fyritøkur, sum virka her á landi.
Sum dømi um hetta – vísir Vinnuhúsið á – hava feløgini hjá donsku ráðgevaravinnuni (FRI og Danske Ark) nýliga sent Vága Floghavn eitt skriv, har tey vegna alla sín­ar limir (bæði føroyskar og danskar) átala tær treytir, sum verða settar í s.v. útboðið av rá­ðgev­a­r­a­upp­gáv­unum til útbyggingarnar.
– Nú virksemið er mink­andi og kapp­ingin millum ráð­gevara- og byggifyritøkur er bein­hørð kann kanska tað verða freistandi í sambandi við út­bjóðingar at seta fyr­i­tøk­u­num eyka treytir sum kunnu tykj­ast at geva byg­g­i­harr­a­num nakr­ar marg­i­nalar fyr­i­munir, bara tí tað ber til.
Vinnuhúsið heldur, at al­mennu byggiharrarnir mugu tó ikki gloyma, at við øktum valdi kemur eisini økt ábyrgd.
– Og skuldu teir gloymt tað, mugu vit vóna, at vit hava nakr­ar vakn­ar politikarar, sum kunnu siga teimum, at tað er um­ráðandi at vit eisini í fram­tíðini hava so mikið av ráð­gev­a­ra- og byggifyritøkum í Før­oy­um at vit framvegis hava eina virkna kapping. Um almennu byggiharrarnir nýta verandi keyp­a­r­a­vald til at leggja fleiri ó­neyð­ugar byrð­ar yv­ir á ráðgevara- og byggi­vinn­una, sum hevur tað av­leið­ing, at tú missur ráð­gevara- og byggivinnuna á gólv­ið, kann tað gerast al­mennu bygg­i­harr­u­num og før­oyska sam­fel­a­g­num ein dýrur lærupeningur. Serliga tí at tað er púra ó­neyðugt. Nýggju treytirnar og mann­a­gongdirnar geva hvørki betri ella bíligari byggjarí enn áðrenn. Heldur øvugt, heldur Vinnuhúsið.