Áki Bertholdsen
- Tá ið tað gongur heilt væl, havi eg 1500 krónur eftir at liva fyri. Men onkuntíð gangi eg svong teir síðstu dagarnir í mánaðinum fyri at børnini kunnu fáa nakað at eta.
Joan Langaard í Klaksvík er í eini sera spentari støðu.
Hon er stakur uppihaldari við tveimum børnum, sum eru trý og sjey ára gomul.
Hon er so ring av ovurviðkvæmi, at tað er ógvuliga avmarkað hvat arbeiði, hon klárar at røkja. Hon tolir næstan ongi dýr og hon tolir ikki evnini, sum bakarar, frisørar og timburmenn arbeiða við.
Tað er so nógv annað, sum hon heldur ikki tolir, at tað er ringt at finna eitt arbeiði, sum hon kann røkja.
Sostatt er hon nú undir endurútbúgving, tí skrivstovustarv kann hon hava, uttan at gerast sjúk av tí.
Fyrsti stigið í endurútbúgvingini er at fáa sær HF prógv og í hesum sambandi er hon farin á HF í Klaksvík, haðani hon eftir ætlan tekur prógv í summar.
Men tað skal takast við størsta fyrivarni, tí um nakrar dagar fer hon at vita um hon klárar at gera skúlan lidnan, ella um hon noyðist at geva skarvin yvir og halda uppat í skúlanum.
- Noyðist eg at gevast í skúlanum, pakki eg eisini sekkin og rými av landinum, tí her er ikki verandi hjá støkum upihaldarum, sigur hon við Sosialin.
Svong í song
Tað er av fíggjarligum ávum, at hon er komin í hesa støðuna.
Joan hevur búð uttanlands nøkur fá ár, men flutti heimaftur fyri nøkrum árum síðani.
Fíggjarliga hevur støðan verið so vánalig, at hon hevur havt rætt til frípláss í barnagarði og tað hevur hon eisini fingið hini árini.
Men nú sigur Klaksvíkar Kommuna brádliga stopp.
Klaksvíkar Kommuna sigur, at lógin er broytt, so nú kann Joan ikki longur fáa fult frípláss longur til trý ára gamla sonin.
Joan sigur, at kommunan hevur játtað henni partvíst frípláss, sum er umleið helvtin, men hina helvtina má hon betala sjálv.
Sjey ára gamladóttirin gongur í frítíðarskúla og har væntar hon at fáa frípláss, tí hon hevur serligan tørv.
Fríplássið er ikki játtað enn, so hon hevur fingið rokning frá frítíðarskúlanum upp á slakar 1100 krónur. Men gongst sum væntað, verður fríplássið játtað og so fellur rokningin burtur.
Men fær sonurin ikki fult frípláss í barnagarðinum, skal Joan av við slakar 900 krónur afturat til barnaansing.
- Spurningurin um frípláss til barnagarðin skal viðgerðast av nýggjum ein av fyrstu døgunum, men eg havi longu fingið at vita frá kommununi, at eg skal ikki væntað, at tað verður játtað.
Sostatt talar alt fyri, at í minsta lagi fái eg eina útreiðslu afturat upp á 850 - 900 krónur um mánaðin.
- Hetta fer fullkomiliga at sláa botnin undan fíggjarstøðuna, tí ein heilt góðan mánað havi eg 1500 krónur eftir at liva fyri, tá ið leiga, SEV, internet og telefon, vegskattur og aðrar fastar útreiðslur eru goldnar.
- Men ein keðiligan mánað manglar so nógv í, at eg onkuntíð gangi svong ta síðstu vikuna fyri at børnini kunnu fáa nakað at eta, leggur hon afturat.
aki@sosialurin.fo