Móðurskip skulu ikki taka arbeiði frá føroyingum

- Endamálið við makrelfiskiskapinum er sjálvandi, at tað í fyrsta lagi skulu vera føroysk virkir og føroysk verkafólk, sum skulu arbeiða makrelin, sum verður veiddur. Endamálið við móðurskipunum er, at tey skulu taka ímóti tí partinum av makreli, sum føroysk virkir ikki megna at taka ímóti, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, sum hevur hækkað móttøkuhámarkið hjá Layfayette upp í 50.000 tons

Stóra móttøkuskipið, Layfayette, hevur havt eitt móttøkuhámark á makreli á 38.000 tons, men um dagarnar gjørdi landsstýrismaðurin, Aksel V. Johannesen eftir umsókn av, at hámarkið verður økt við 12.000 tonsum, soleiðis at skipið nú kann taka ímóti tilsamans 50.000 tonsum í hesi vertíðini.

Tveir partar
Aksel V. Johannesen sigur, at orsøkin til, at hámarkið hjá skipinum nú er økt, er, at vandi annars hevði verið fyri, at stór virðir kundu gloppið okkum av hondum.
Tað segði landsstýrismaðurin í samrøðu við útvarpið. Hann vísir eisini á, at umsóknin hjá Layfayette kann býtast upp í tveir partar.
- Í fyrsta lagi verður søkt um, at hámarkið verður avtikið. Hesum vilja vit ikki ganga á møti, tí endamálið við makrelfiskiskapinum er sjálvandi, at tað í fyrsta lagi skulu vera føroysk virkir og føroysk verkafólk, sum skulu arbeiða hetta tilfeingið. Hevði hámarkið verið avtikið, hevði vandi verið fyri, at ein størri partur – enn gott er - hevði verið virkaður umborð á móðurskipum.
Aksel V. Johannesen legði aftrat, at hann í øðrum lagi hevur valt at ganga umsóknini hjá Layfayette um at hækka kvotuhámarkið á møti, tí vandi annars hevði verið fyri, at ein partur av makrelinum hevði endaði í Fugalfirði sum ídnaðurfiskur.
- Tað er soleiðis, at tøl, sum vit um dagarnar fingu frá Fiskiveiðieftirlitinum, vísa, at tað eru 55.000 tons eftir at fiska, og umboð fyri vinnuna meta, at tað eru umleið 30 fiskidagar eftir til at fiska makrel í.
Landsstýrismaðurin vísti á, at tað eru 2-3 skip, sum annað hvørt kunnu frysta ella virka fiskin umborð, og roknað verður við, at hesi klára at virka umleið 10.000-12.000 tons teir næstu 30 dagarnar.
- Sambært teimum upplýsingum, sum vit hava, eru 43.000 tons eftir at fiska og virka. Faroe Pelagic klárar umleið 700 tons um døgnið. Hetta gevur stívliga 20.000 tons teir næstu 30 dagarnar. Um vit ikki hækka kvotuhámarkið hjá Layfayette, hevði vandi verið fyri, at ein fittur partur av makrelinum hevði farið til ídnað á Havsbrún fyri umleið 1,80 krónur fyri kilo.
Aksel V. Johannesen vísti á, at skipini í dag fáa millum 5 og 6 krónur fyri kilo, tá tey landa til Faroe Pelagic ella Layfayette.
- Høvdu vit ikki hækkað kvotuhámarkið, hevði vandi soleiðis verið fyri, at skip, manningar og samfelagið høvdu mist stór virðir.

Ójøvn kapping
Landsstýrismaðurin heldur, at við eini hækking á 12.000 tons, eigur hetta at merkja, at skipini kunnu landa allan makrelin til matna, samstundis sum støðugt virksemi kann vera á Faroe Pelagic í Kollafirði, meðan makrelurin verður veiddur.
Aksel V. Johannesen vísir annars á, at hevði talan verið um eitt føroyskt móðurskip, sum bara hevði føroyingar umborð, hevði talan verið um fullkomiliga fría kapping.
- Men støðan er hon, at hetta er eitt útlendskt skip, har bróðurparturin av manningini er útlendsk. Tí kann tað skapa ójavna kapping og kann soleiðis gera, at tað virksemi, sum kann verða í Føroyum av makrelfiskiskapinum, hevði verið minni, um einki hámark var. Endamálið er ikki, at móðurskip skulu taka arbeiði frá føroyingum, men endamálið er, at tey skulu taka ímóti tí partinum av makrelinum, sum føroysk virkir ikki megna at taka ímóti, segði landsstýrismaðurin, Aksel V. Johannesen.