Annita á Fríðriksmørk, vegna Tjóðveldi
------
Rímilig semja er um, at tað eigur at verða obligatoriskt, at børn, sum fylla 6 ár í árinum, fáa ein skipaðan dagligdag, sum svarar til tað, sum aðrastaðni verður nevnt 0. flokkur ella forskúli.
Hetta kom fram á kjakfundi í fullsettum Miðlahúsi mikukvøldið, sum Tjóðveldi skipaði fyri. Har varð spurningurin um, hvørt børn okkara skulu byrja í skúla, í tí árinum tey fylla 6 ella 7 ár, til viðgerðar. Umboð fyri lærarar og pedagogar saman við einum sálarfrøðingi vóru í panelinum. Tey førdu øll, við hvør sínum innleggi síni sjónarmið fram, og fingu sera nógvar viðkomandi spurningar og viðmerkingar frá áhugaðum fundarluttakarum.
Brúgvin, um tað sum er best fyri barnið
Tað tóktist eisini at verða semja millum øll, sum høvdu orðið á fundinum, at tað er alneyðugt at byggja brúgv millum fakbólkarnar: Pedagogar og Lærarar, so tað ikki eru fakfelagsspurningar, sum fora fyri tí skilagóðu loysnini.
Spurningurin um hvørt 0 flokkur ella forskúlin skal hava høvuðssæti í fólkaskúlanum ella í barnagarðinum er viðkomandi, men eigur ikki at verða tað avgerandi. Tað avgerandi er sjálvandi, hvat er best fyri barnið. Og hvat tað er, sum teirra forvitni og búning spyr eftir. Útfrá tí eiga vit so at leggja karmarnar til rættis.
Børn eru ymiskt og tó
Børn eru rættiliga ymiskt. Tað kunnu vit øll verða samd um. Men nøkur generell viðurskifti ganga aftur hjá teim flestu: Vit læra at ganga, tá vit eru uml 1 ára gomul (pluss minus ½ mdr) Vit læra at tosa, tá vit eru 2½ ár ( pluss minus 1 ár) ,
vit sleppa av við blæuna, tá vit eru 3 ára gomul (pluss minus 1 ár), og sambært fólkaskúlalógini skulu, vit fara í skúla í tí árinum vit fylla 7 ár.
Henda áseting man verða íkomin, tí tað tá, tá ið lógin varð smíðjað, hevur verið hildið, at tað er ein hóskandi aldur at byrja skúlagongdina. Hesum aldri eru tað tó flest lond, sum eru farin frá:
Í Noreg kom fyri trimum árum síðani obligatoriskt krav um, at børn skulu í 1.flokk sum 6 ára gomul.
Í Danmark kom fyri einum ári, síðani obligatoriskt krav um, at børn skulu í 0. flokk sum 6 ára gomul.
Í ìslandi fara tey eisini í skúla sum 6 ára gomul – og ætlanin er at mann í Ìslandi skal byrja í 1. flokki sum 5 ára gomul,
Í og Commonwelth londum fara tey eisini í skúla uml 5 ára gomul.
Kjakið heldur vónandi fram
Kjakið vísti, at fólk, sum fáast við børn hava stóran áhuga í og sterkar meiningar um hetta evnið, sum vónandi kemur at føra við sær fleiri almenn orðaskifti. Víst var á, at panelið kundi verið breiðari mannað. Tí kunnu vit bara vóna, at tað á komandi fundum um evnið, verður varpað ljós á sjónarmiðini hjá foreldrum, heilsufrøðingum, forskúlalærarum, -og hví ikki eisni hjá børnum í tí aldrinum, vit umtalað. Og so er eisini at vóna, at fólk, sum hava meiningar um evni nýta møguleikar at siga sína hugsan. Bæði í skrift og í talu.