Eftir summarfrítíðina verður farið undir nýggja støðisútbúgving innan matvøruøkið. Útbúgvingin verður skipað í samstarvi millum leiðslu og lærarar á Tekniska Skúla og á Sjómansskúlanum í Klaksvík.
Tekniski Skúli hevur námsfrøðiligu ábyrgdina av útbúgvingini, sum fer fram á Sjómansskúlanum. Á Sjómansskúlanum varð nýggjur stásisligur køkur tikin í nýtslu í vár, so umstøðurnar eru góðar.
Talan er um eitt royndarár, og í fyrstu syftu kemur útbúgvingin í staðin fyri verandi skipskokkaskeið, sum verður endurskoðað. Mett verður, at fleiri av teimum, ið annars vildu farið á kokkaskeið, fara at søkja inn á nýggju matvøruútbúgvingina.
Útbúgvingin er skipað sum eitt støðisár í eini SIT-útbúgving, og fara næmingarnir í starvsvenjing 2 ferðir 3 vikur. Starvsvenjingin fer fram eftir nærri avtalu á eitt nú ferða-, farma- ella fiskiskipi, hotelli, matstovu, hospitalskøki, kantinu ella á dagstovni.
Støðisárið endar við próvtøkum.
Eftir støðisárið ber til at skriva vanligan lærusáttmála við eitt góðkent lærupláss í matvøruyrkjum sum kokkur, bakari, kondittari o.a.
Eisini ber til eftir støðisárið at skriva lærusáttmála við eitt góðkent lærupláss í hálvt ár, og síðani fara upp til sveinaroynd sum gastronomhjálpari.
Freistin at søkja er sett til 8. juni 2010. Ætlanin er, at 28 næmingar kunnu byrja 16. august í ár.
Treytin fyri upptøku er, at umsøkjarin hevur 9. floks prógv í lærugreinunum føroyskt, danskt, enskt og rokning/støddfrøði. Umsókn skal skrivast á serligt umsóknarblað, sum kann heintast á heimasíðuni hjá Tekniska Skúla í Klaksvík, www.tsk.fo., og nærri upplýsingar fáast við at venda sær til skúlan. Fyrst í juni verður skipað fyri einum kunningarátaki um útbúgvingina á Sjómansskúlanum í Klaksvík.
Í støðisárinum er m.a. talan um hesar lærugreinir:
? Støðislærugreinir: føroyskt, støddfrøði, enskt, náttúrufak, samfelagsfrøði og sálarfrøði.
? Yrkislærugreinir: reinføri, umhvørvi & heilsa, føðslulæra, kostlæra, vørukunning og dietik.
? Økislærugreinir: matgerð, metodik/teknik, matmentan, søla og umsiting, gesta- og kundatænasta, borðreiðing og servering.
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø setti í februar 2010 ein arbeiðsbólk at kanna møguleikarnar at seta á stovn førleikagevandi matvøruútbúgvingar. Í arbeiðsbólkinum sótu m.a. skúlastjórarnir á Tekniska Skúla, Sjómansskúlanum og Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík og umboð fyri vinnuna/Yrkisútbúgvingarráðið.
15. apríl 2010 handaði arbeiðsbólkurin sítt álit og tilmæli, sum landsstýrið tók undir við, og á eykajáttanarlógini samtykti løgtingið fyrr í hesum mánaðinum at játta pening til nýggju útbúgvingina.
Leiðsla og lærarar á Tekniska Skúla og á Sjómansskúlanum, saman við Mentamálaráðnum, leggja nú síðstu hond á kunngerð, námsætlanir og fyrireikingarnar til komandi skúlaár, og samstarvsavtalur verða gjørdar við danskar myndugleikar og skúlar.
Landsstýriskvinnan fegnast um stuðulin frá landsstýrinum og løgtinginum og tað fyrimyndarliga samstarv, sum skúlarnir hava víst í verki, nú teir í felag royna nýggjar leiðir. ?Nú vaksandi arbeiðsloysi millum ung ger um seg, er týdningarmikið at víðka og breiðka útboðið av útbúgvingum,? sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna.
Eisini skúlastjórarnir Pole Mikkelsen og Rúni Heinesen fegnast um, at tað hevur eydnast í felag at seta á stovn eina førleikagevandi útbúgving, sum vónandi kann víðkast, sum frálíður. Skúlastjórarnir arbeiða eisini við at kanna møguleikarnar fyri eini serskipan til næsta ár, so teir næmingar, sum áður hava tikið hálvt ára kokkaskeið á Sjómansskúlanum, kunnu fáa møguleika til at taka støðisárið upp á eitt hálvt ár.