ODDAGREIN: Alt er relativt

Systemskiftið í Danmark verð­ur ver­u­leiki í dag, tá Helle Thorn­ing-Schmidt sum fyrsta kvinna nakr­an­tíð set­ur seg í for­sæt­is­ráð­harr­a­sess­in. »S­yst­em­skift­ið« er tó ann­að, enn at ein reyð stjórn tek­ur við eft­ir eina bláa. Syst­em­skift­ið var tað skif­tið sum hendi, tá kong­ur í 1901 misti rætt­in til sjálv­ur at seta ta stjórn, hon­um lysti – tá fólk­a­valda Fólk­a­­tingið slapp at seta stjórn­ina eft­ir fólkavalda meirilutanum.

Hóast stjórnargrundarlagið ikki er al­mann­a­kunn­gjørt í skriv­andi stund, so tyk­ist kort­ini greitt, at Dan­mark fær eina reyða stjórn við blá­um stríp­um. Stóra mál­ið í val­stríð­num var eft­ir­løn­i­n, sum Lars Løkke Ras­mus­sen í nýggj­árs­røðu síni tók aft­ur, so­leið­is, at fólk ikki long­ur kunnu fara frá við eft­ir­løn sum 60 ára gom­ul. Javn­að­ar­flokk­ur­in og SF hava lagt stór­an dent á, at tey vilja steðga hesi borg­ar­ligu aft­ur­tøk­u­ni av eft­ir­lønini, men tað vildu tey Ra­d­i­kalu ikki. Tey eru part­ur av semj­uni við frá­farnu stjórn­ina í hes­um máli, so har er fram­ve­g­is pol­it­isk­ur ­meir­i­luti fyri aft­ur­tøk­u­re­form­i­num hjá Lars Løkke Ras­mus­sen.
Og tá eygleiðarar siga, at nýggja stjórn­in hjá Helle Thorning-Schimdt er reyð við blá­um stríp­um, so eru tað tær rad­i­kalu stríp­ur­nar, hugs­að verð­ur um. Mar­gre­t­he Vest­ag­er hev­ur við val­sigri sín­um tryggj­a­ð sær so stórt vald, at Javn­að­­ar­flokk­ur­in og SF ikki megna eitt nú at steðga aft­ur­tøk­u­re­form­i­num. Helle Thorn­ing-Schmidt mátti leggja rygg til eitt tap á val­i­num, sum var tað lak­asta úrs­lit­ið hjá Javn­að­ar­flokk­i­num síð­ani 1903, tá flokk­urin fekk 21 pro­sent av at­kvøð­u­num – og tá Jo­han Hen­rik Deunt­zer úr Vinstra kundi halda fram sum stjórn­ar­leið­ari. Som­u­leið­is mátti Villy Søvn­dal leggja rygg til ein lemj­andi ó­sig­ur, með­an Mar­grethe Vest­ag­er og tey Rad­i­kalu vunnu stórt, eins og Eind­ar­list­in við Jo­hanne Smith-Nielsen.
Alt hetta hevur ført til, at tann reyða stjórn­in hjá Helle Thorning-Schmidt er knapt so reyð, sum tey høvdu æt­l­að. Or­søk­in er tann ein­falda, at Javn­að­ar­flokk­ur­in og SF ikki høvdu nóg nógv­ar velj­ar­ar. Kanska tað var hent hjá stjórn­ar­flok­k­u­num, at eft­ir­løn­in ikki verð­ur bjarg­að, tí kanska tað hevði ver­ið trup­ult at fíggja hann. Men hetta vís­ir bara, hvussu til­vild­ar­lig­ur pol­i­tikk­ur er – og hvussu langt tað ofta er í­mill­um tað, sum lov­að verð­ur í ein­um val­stríð og tað, sum kem­ur burt­ur úr, tá til stykk­is kem­ur.
Vit kunnu siga, sum Villy Søvn­dal segði á før­oysku trapp­uni á Christ­i­ans­borg í gjár: Alt er re­l­a­tivt, eis­ini eitt stjórn­ar­grund­ar­lag...