Nýggi Tróndur letur bíða eftir sær. Fólk væntaðu, at skipið fór at koma seinasta leygardag, men tað varð ikki. Manningin vónar at kunna vísa teirra stoltleika fram í komandi viku. Skrokkurin bygdur í Polen [...] ger skaða á nøkur av skrúvubløðunum. Tí mátti hann aftur í dokkina at liggja. Stórur og snøggur Hann er sanniliga stórur og snøggur á at líta bæði innan og uttan. Undirritaði varð vístur runt umborð á skipinum [...] reiðarínum í nøkur ár. Tá føroyskir skipsmenn dáma væl at lesa, hevði eg nakað av kristnum lesnaði við, sum eg handaði skiparanum, samstundis sum høvið var at ynskja til lukku við nýggja farinum. Maskinrúmið
At frætta, at Hans Jørgen hevði fingið óbótaligan løst yviri í Florida og ikki stóð til at bjarga, kendist sum nakað, ið ikki kundi passa. Gløggi og skemtiligi vágamaðurin, ið tók á seg so nógvar skyldur [...] Jørgen, øðrum stýrimanni, saman við øðrum góðum monnum, elvdu til, at har var gott at vera, so leingi tað vardi. Sjálvandi ætlaði eg mær ikki at standa á dekkinum har so leingi, - aðrar avbjóðingar skuldu til [...] átti ikki at verið so, nú lívlanga tænastan beyð honum eina friðfulla eftirløn í heimbygdini. Kendi helst Hans Jørgen frá barnsbeini av í longu og mjáu gøtuni í Sandavági. Okkum dámdu væl at práta, -
hátt, sum eg illa dugi at ímynda, kann gerast meir sannførandi. Sjálvt, tá hennara sjúka sinni hevur fløkt seg so langt út, at orðini ikki geva meining longur, ivast tú ikki í, at hennara pína er andskræmilig [...] stendur: "At sleppa undan skomm" skrivað pent og samvitskufult við tjúkkum blýanti. Nakna spælið hjá Gunnvá Zachariassen fær teg at kenna teg sum ein perversan lúrara, sum situr og gløðir at eini djúpt [...] dagsins ljós í 1999, eftir at leikhøvundurin Sara Kane hevði gjørt sjálvmorð. Í onkrari uppseting er leikurin mest at líkna við ein monolog, meðan aðrar uppsetingar hava valt at lata eina røð av leikararum
húsunum. Føroyskir myndugleikar hava helst verið nakað trekir at viðurkenna, at eisini í okkara samfelag kunna fólk koma soleiðis fyri, at tey gerast heimleys og hava brúk fyri hjartarúmi eins og húsarúmi [...] er røðan hjá Jógvani Arge: Góða samkoma! Eg eri fegin um, at tað er fallið mær sum formanni í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs í lut at bera Frelsunarherinum eina heilsan á hesum stóra degi. Frel [...] . Hetta var ikki nøktandi, men so mikið gleðiligari var tað, at tit her í Frelsunarherinum fyri meir enn 10 árum síðani átóku tykkum at veita ta hjálp, sum tit vóru før fyri við herberginum her í húsinum
Síðani hevur tað ikki hilnast so væl. Tølini siga, at B68 hevur havt ilt við at finna málið hjá mótstøðumonnunum, og at mótstøðumenninir hava havt lættari við at finna B68 málið, enn teir fyrr í summar høvdu [...] Harvið varð dyggiliga undirstrikað, at tað ikki er soleiðis hjá teimum á Svangaskarði, sum tað fyrr í ár var. Tá ið B68 2. august vann 3-0 á B36, legði støðutalvan upp til, at toftamenn skuldu kappast við HB [...] endaði tað 1-3, og í Sørvági endaði tað 0-1. Hesa ferð eydnaðist tað ikki at skjóta mál, og í Streymnesi var tað staðfest, at marginalirnir, sum fyrra partin av kappingarárinum ofta vóru vinmenn við teir
skulla skifta fólk eisini. Polar Natarnaq er á veg til Nuuk at landa við fullari last. 21. juli Í dag er toka og +10 stig. Markus var liðugur at landa í dag. Teir hava knapt 250 tons og skuldu sigla, tá [...] morgun at landa og skifta nakað av fólki út. Teir eru lidnir við svartkalvakvotuna í Eysturgrønlandi. Teir hava 440 tons inni eftir 50 døgum, mest svartkalvi. Polar Nanoq kom til Hafnafjørð í dag at landa [...] morgun at landa. Teir høvdu gott 360 tons inni. Tveir av manningini fóru út fáa sær eitt kók av toski. Teir komu aftur við 10 kurvun av góðum slag. Agnið er óføra gott, sum kokkurin hevur við at gera.
Sofia fór at vera líka trupult lið sum Montpellier, so tí dúvaði KÍ uppá at liggja í verjustøðu, fyri síðani at satsa upp á skjótálop, tá líkindi vóru fyri tí. Tað riggaði væl, og eftir eitt hornaspark [...] tað eydnaðist KÍ-kvinnunum at halda tætt í yvir 40 hitastigum, so hálvleiksstøðan var 0-0, eydnaðist tað ikki allan vegin, so her gjørdist tað til eitt 0-2 tap. Tað vísti seg, at fronsku kvinnurnar vóru júst [...] beinasamir at útseta dystin ein tíma, so hitin ikki skuldi vera alt ov køvandi á Turnovo-leikvøllinum. Hesa ferð var tí talan »bara« um 35 hitastig, ið tó mundi kennast sum ríkiligt. Roknað var við, at NSA Sofia
Fabregas fyri, at Arsenal kom upp á 5-0, áðrenn afturíafturkomni Eduardo var á blettinum, eftir at Andrei Arshavin hevði skotið á stongina, og so var 6-0. Í yvirtíðini eydnaðist Louis Saha at pynta um úrslitið [...] heimavølli leygardagin eydnaðist at vinna 2-1 á Liverpool. Benoit Assou-Ekotto legði vertirnar á odda í fyrra hálvleiki, og tað gav Spurs mót uppá at jagstra annað málið, heldur enn at binda fyri. Men fyribils [...] neyðugt hjá Evra at bjarga á strikuni, so Birmingham kundi stolið sær eitt stig. Eisini hevði debutanturin, Christian Benitez, eitt gott skot, ið noyddi Ben Foster í United-málinum at vísa síni bestu kynstur
fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið, hevur verið, at tað fór at kennast meint, um fleiri av teimum ellivu fremstu ikki fóru at verða førir fyri at spæla. Soleiðis var tað, tá ið B68 tapti vesturi í Vágum [...] Toftamenn vildu halda, at bremsan var nýtt uttan fyri strikuna, og tað var inngangurin til frustratiónir, sum neyvan lyftu upp undir spælið, tí teir í fleiri førum kendu seg ikki at hava serligt dómaratekki [...] hørðum arbeiði, dugnaskapi og undir leiðslu av skilagóðum venjara hevur úrtøkan verið so mikið stór, at B68 inntil næstsíðsta vikuskifti var næstbesta boðið upp á FM heitið. Vandin, sum hevur lúrt, síðani
metti fyrst, at Áki Davidsen hevði vunnið dystin, men tað endaði við, at hann fekk 10 stig og teir fingu loyvi at dystast víðari. Petur Sigurð Johannesen hevði tá ov knappa tíð og megnaði einki at gera við [...] hava gingið hond í hond um at skapa teir bestu karmarnar um at avgreiða sínar finalur, megnaðu tað aftur til fulnar hesaferð. Nógvir áskoðarar vóru komnir saman á høllini á Hálsi at síggja finalurnar, sum [...] yvirlegið og nú – eftir at hava tapt í hálvfinaluni trý ár á rað – kann kalla seg føroyameistara. Rannvá, Rannvá, Rannvá Hóast Rannvá D. Carlsson hevur verið undir drúgvari uppvenjing eftir at í fjør hava slitið