Dystaðust í felags FM-tiltaki

Badminton, borðtennis, judo: Felags FM-finalutiltakið í badminton, borðtennis og judo var í høllini á Hálsi leygardagin, og við hópin av góðum og spennandi finalum góvu tær smærru ítróttargreinarnar sær sjálvum eitt gott umdømi

Leygardagin varð skipað fyri árliga FM-finalutiltakinum hjá badminton, borðtennis og judo. Hesi ítróttarsambondini, sum seinnu árini hava gingið hond í hond um at skapa teir bestu karmarnar um at avgreiða sínar finalur, megnaðu tað aftur til fulnar hesaferð. Nógvir áskoðarar vóru komnir saman á høllini á Hálsi at síggja finalurnar, sum í fleiri førum gjørdust tættar og spennandi.

Borðtennis stílaði fyri
Tað var serliga í borðtennis, at finalurnar gjørdust tættar. Í kvinnufinaluni hittust tvær ungar gentur úr TBF á Tvøroyri, nevniliga 14 ára gamla Anna Mikkjalsdóttir og 15 ára gamla Lív Øster. Lív Øster legði bragdliga fyri og vann tvey tey fyrstu settini, men júst sum hon skuldi avgera dystin, fann Anna Mikkjalsdóttir sítt góða spæl fram og gjørdi hon ikki matari enn at vinna trý tey næstu settini og harvið dystin 3-2. Eitt sera gott comeback og eitt gott avrik frá bara 14 ára gomlu tvøragentuni, sum eisini gjørdist føroyameistari hjá unglingum.
Hjá monnunum var eisini stórur spenningur, har 15-faldaði føroyameistarin, Peter H. Niclasen, hitti ein av sínum lærusveinum, 19 ára gamla Fróða F. Jensen, í finaluni. Dysturin var javnur allan vegin, men tá ið Peter H. Niclasen var á odda 3-2, tók dysturin eina vend. Fróði vann nevniliga eitt tætt sætta sett og javnaði til 3-3, áðrenn hann í avgerandi setti spældi yvirlegið og nú – eftir at hava tapt í hálvfinaluni trý ár á rað – kann kalla seg føroyameistara.

Rannvá, Rannvá, Rannvá
Hóast Rannvá D. Carlsson hevur verið undir drúgvari uppvenjing eftir at í fjør hava slitið krossbandið, og bara vant í nakrar fáar vikur undan FM, megnaði hon at vinna heili trý meistaraheiti á finaludegnum. Nevniliga í blandaðum tvímansleiki, tvímansleiki og einmansleiki. Í blandaðum tvímansleiki vann hon saman við Akseli Poulsen á Niclasi Eysturoy og Guri Poulsen, meðan hon í tvímansleiki saman við Guri Poulsen vann á mammu sínari, Bjørg Djurhuus, og Honnu Elisu Arge.
Í einmansleiki vant hon burturúr Guri Poulsen og vann bæði settini sannførandi 21-7, 21-10.
Hjá monnunum vóru tað tveir leikarar búsitandi í Danmark, sum myndaðu finaluna. Nevniliga Niclas Eysturoy, sum býr í Århus, og Benjamin Gunnarstein, sum býr í Middelfart. Niclas Eysturoy er við at spæla seg upp í tær hæddirnar, hann var í áðrenn álvarsliga skaðan, og hetta prógvaði hann eisini á finaludegnum við at vinna 2-0 í finaluni.
Hann gjørdist eisini føroyameistari í tvímansleiki, har hann saman við Akseli Poulsen vann 2-0 á Gunnarstein-brøðurunum, Benjamin og Nikolai.

Svarta beltið vann
Judo hevði á finaludegnum seks finalur, og í trimum av teimum høvdu teir hesaferð loyvt ungum luttakarum upp í part. Hetta eydnaðist væl og var uttan iva eitt stórt upplivilsi hjá teimum minni royndu.
Flestu eyguni vórðu vend mótvegis opna bólkinum, har luttakarar úr øllum vektklassum kundu melda seg. Í hesi finaluni dystaðust Petur Sigurð Johannesen úr Sunda Judofelag ímóti svarta beltinum hjá Áka Davidsen úr Havnar Judofelag.
Dysturin bleiv ógvuliga hendingarríkur, og í einum kasti hjá Áka Davidsen var tað stór ósemja ímillum høvuðsdómaran og teir báðar hjálpardómararnar, hvussu nógv stig tað skuldi geva. Høvuðsdómarin metti fyrst, at Áki Davidsen hevði vunnið dystin, men tað endaði við, at hann fekk 10 stig og teir fingu loyvi at dystast víðari. Petur Sigurð Johannesen hevði tá ov knappa tíð og megnaði einki at gera við Áka Davidsen, sum vardi borg og tryggjaði sær føroyameistaraheitið.