Vitjan umborð á nýggja Tróndi í Gøtu

Var ein túr norðuri í Skagen seinasta leygardag, har eg vitjaði umborð á Nýggjasta skipinum í Føroyska flotanum, Tróndur í Gøtu. Hann liggur í dokkini og tað var sera tvassut og kalt at koma til skipið, men so mikið hugaligari var tað at koma innanborða, heitt og nossligt og stórur blíðskapur.

Nýggi Tróndur letur bíða eftir sær. Fólk væntaðu, at skipið fór at koma seinasta leygardag, men tað varð ikki. Manningin vónar at kunna vísa teirra stoltleika fram í komandi viku. Skrokkurin bygdur í Polen, gjørdur endaliga liðugur hjá Karstensens Skibsværft A/S í Skagen.


Hann er sera stórur á at líta, nú hann stendur í dokkini, eftir eitt óhapp undir royndartúrinum. Undirritaði vitjaði umborð leygardagin. Tá ein av yvirmonnunumm varð ynsktur til lukku við nýggja skipinum, tók hann skemtiliga til orða: “Nýtt skip við ongari skrúvu!?”


Næstseinasta mikudag var Tróndur i Gøtu royndartúr, har teir m.a. royndu trolútgerðina, sum royndist væl, hóast onkur smávegis justering skal gerast. Á veg innaftur í havnina í Skagen kemur skipið ov nær einum steini, sum rívur seg leysan og endar inni í skrúvudýsuni og ger skaða á nøkur av skrúvubløðunum. Tí mátti hann aftur í dokkina at liggja.


Stórur og snøggur

Hann er sanniliga stórur og snøggur á at líta bæði innan og uttan. Undirritaði varð vístur runt umborð á skipinum. Gallan er rúmlig og útgjørd sum ein nýmótans køkur á landi. Beint inn frá galluni liggur hugnaliga messan, sum er stór og ljós, og verður eitt hugnaligt hvíldarstað hjá troyttum og svongum monnum. Manningin kemur at verða millum 12 og 14 menn. Hetta kvøldið, undirritaði vitjaði umborð, hevði kokkurin stokt oksakjøt, sum bæði smakkaði og gagnaðist sera væl. Tað er Bjarni Sørensen, ættaður úr Húsavik, sum er kokkur umborð. Hann hevur verið við reiðarínum í nøkur ár.


Tá føroyskir skipsmenn dáma væl at lesa, hevði eg nakað av kristnum lesnaði við, sum eg handaði skiparanum, samstundis sum høvið var at ynskja til lukku við nýggja farinum.


Maskinrúmið er stórt og nossligt við nógvum rúmligum og ljósum arbeiðsrúmum. Uppi á brúnni er nógv at síggja og útsýnið er av tí besta við teimum stóru forstyrktu rútunum allan vegin runt brúnna. Har skiparin situr, hevur hann eina røð av stórum monitorum/telduskermum, sum geva honum allar neyðugar upplýsingar bara við at trýsta á rætta knøttin. Har er eisini ein skermur, við ógvuliga klárum myndum, sum er knýttur til yvirvakingartólini, sum eru sett upp við øll spølini, sum eru undir dekk. Á henda hátt er tað møguligt, eisini á brúnni, at stýra spølunum. Hetta setur eisini trygdarstøðið munandi upp. Hesin sami skermur er eisini knýttur til yvirvakingartól, sum eru sett upp í maskinrúminum.


Nýggi Tróndur í Gøtu er væl størri enn Gamli Tróndur, sum nú er seldur til Peru, har hann skal m.a. fiska rossamakrel. Nýggja skipið er 81,6 metur langt og 16,6 metur breitt, meðni gamla skipið er 67,35 metur langt og 14,5 metur breitt. Nýggi Tróndur í Gøtu lastar 2600 t. og er skrásettur FD175.


Gomlu sluppinar

Ein kann ikki lata vera at hugsa um munin millum skiparar í dag og tá abbarnir og hjá hesum somu monnum førdu sluppirnar til fiskarí. Stóðu í sydvesti úti á dekkinum og neyðhildu í róðrið, meðni seglini vóru teirra einasta trygd fyri framdrift. Teir høvdu ein “monitor/skerm” at hyggja í og tað var hvussu himmalhválvi og havið háttaði sær. Hesir garpar dugdu nøkur ting, sum yngru skiparnir í dag neyvan høvdu megna eins væl – men væl duga teir yngru menninir kortini, tí við nýmótans amboðum og ovurhonds stórum skipum føra teir til landa ovurhons stórar nøgdir av fiski.

Vit ynskja reiðarí, manning og Gøtu bygd til lukku við nýggja Trónda í Gøtu og Guds signing við skipi og manning. 



Poul Jóhan Djurhuus

gjaranes@olivant.fo